Hondbóltur
Talan hevur verið um eitt heldur løgið kappingarár hjá hondbóltskvinnunum í Klaksvík í ár.
Undan árinum varð annars meldað greitt út, at nú skuldi liðið aftur gera seg galdandi frammi í oddinum. Eftir óvæntaða góða árið í fjør, hevði liðið fingið tilgongd av eitt nú Anna Kristinu Samson, Anniku Ljósstein og Joan M. Djordjevic, sum hava verið burtur frá av ymsum ávum. Og við trimum útlendskum leikarum at styrkja um liðið, skuldu seinastu trumfarnir eisini verið í lagi.
Men fyrstu vikurnar sýndu tó nakað annað. Liðið hevði sera ilt við at fáa nakað sum helst at koyra, og longu eftir fáum dystum varð avgerð tikin um, at leikandi venjarin skuldi sendast av aftur landinum. Sagt varð tá, at tað kanska var óvanligt at gera hetta somikið tíðliga á árinum, men at talan mest var um at bjarga tí, sum bjargast kundi. Og eftirfylgjandi kann so bara staðfestast, at leiðslan handlaði rætt ta ferðina.
Róligari enn vant
Síðani venjaraskiftið hevur Stjørnan nevnliga ikki tapt ein tann einasta dyst. Og tá skal havast í huga, at tær hava verið í Vestmanna og leikt tvær ferðir móti VB í sama tíðarbili.
Seinni dysturin móti VB varð kanska mett sum stóra royndin hjá liðnum, og í øllum førum var hetta dysturin, sum skuldi gera av, hvat av liðunum skuldi halda jólafrí á fremsta sessinum í deildini.
Ofta hava eisini júst dystirnir millum hesi bæði feløgini verið millum teir mest undirhaldandi yvirhøvur. Ikki minst, tí tey bæði tvey tykjast trívast best, tá ferð fæst á kontra-spælið, men í so máta var dysturin hesaferð eitt lítið undantak.
VB tóktist nevnliga hava lítlan hug at leggja so nógv fyri á tann bógvin hesaferð, og heldur tóktust tær til tiðir vera nakað tungar. Ein spæliætlan, sum hinvegin helst eisini hevði til endamáls at spara nakað av kreftum til seinasta partin av dystinum.
Stjørnan royndi fyri tað mesta av fyrra hálvleiki at vera heldur meira framfýsnar, men hóast tað eydnaðist teimum at leggja eitt ávíst trýst á VB-liðið á henda hátt, so megnaðu tær tó ikki at fara framum á máltalvuni. Tí syrgdi einamest Asta Acmonavicyte á VB-málinum fyri, tá hon ferð eftir ferð tók broddin av atsóknunum frá Stjørnuni.
Gjørdist ov tungt
Í seinna hálvleiki tóktist gongdin leingi vera tann, at tað skuldi eydnast VB at halda stigunum í Vági. Stjørnan royndi at ota seg framá, men tað var allatíðina, sum megnaðu tær á heimaliðnum at svara aftur, men eisini hetta gjørdist ov tungt at enda.
Seinastu ferð, at VB legði seg á odda, var tá tær skoraðu til 21-20. Tær megnaðu eisini at javna til 22-22, men so var liðugt. Stjørnan hevði nú læst fullkomuliga í verjupartinum, og slapp onkur VB-leikari kortini framat til eina skotroynd, so hevði Lidia Vladic valt hesa løtuna til at sýna kanska besta spælið, sum hon hevur sýnt á árinum. Og afturfyri, so kundi Stjørnan ferð eftir ferð kontra seg meira burtur frá VB. Soleiðis fekk Bára Klakstein við trimum málum á rað beint allan iva um endaliga útfallið burtur, og so var var rómur á Stjørnuni. Liðið, sum eftir tríggja dystir bert hevði fingið trý stig, hevur síðani hetta fingið fult hvørja ferð, og tó at tað í nógvum førum hevur verið sera tætt, so sæst hetta ikki á stigatalvuni. Har geva sigranir tvey stig og ósigrarnir einki, og tí er Stjørnan nú fremst í deildini.
Favorittar
Um tær so kunnu halda hesi støðuni alt endaspælið á tamb, er ein onnur søga, men nógv bendir í øllum førum tann vegin, at tær nú eiga at roknast sum favorittar til gullmerkini.
Liðið hevur eina sera sterka ketu av heimligum leikarum, sum í roynd og veru telur størsta partin av liðnum, sum í 2000 vann gull fyri felagið. Hartil tykjast tær báðar útlendsku, Lidia og Katarina, nú veruliga vera komnar fyri seg, og við eini Alinu Olaru afturat í hópinum eftir nýggjár fer bara at síggja heilt spennandi út hjá liðnum.
Tað ger tað sum so eisini hjá VB, tí hóast tapið, so kunnu tær á ongan hátt avskrivast enn. Tá farið verður undir endaspælið, verða eftir øllum at døma tvey stig upp til Stjørnuna, men tað er sum kunnugt ikki meira enn tað, sum kann vinnast við einum einstøkum dysti. Spurningurin er so, um tann dysturin fer at vera tann í næst seinasta umfarinum av kappingini, tá Stjørnan aftur vitjar í Vági.
Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 22-26 (14-11)
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniaskaite 8, Daiva Toumaite 4, Gurið Mortensen 4, Margreth Augustinussen 2, Rannvá Augustinussen 2, Laila Jespersen 2
Stjørnan: Bára S. Klakstein 8, Katarina Stepanovic 8, Annika Ljósstein 3, Una Olsen 3, Joan M. Djordjevic 3(2), Anna Kristina Samson 1
Brotskøst: VB 1, Stjørnan 2
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 2
Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen










