Hatespeech blásti alt um koll

Tað var um at kóka yvir, tá ið Hatespeech fór á Prix-pallin leygarkvøldið. Fólk vóru á gosi, og vaktarfólk og tøkningar høvdu úr at gera við at halda útgerðini á pallinum upp á pláss. Bólkur kveistraði alla mótstøðu til viks og vann seinasta Prix-umfarið

Tað var um at gerast ov lívlígt, tá ið Hatespeech var á pallinum í Fuglafirði leygarkvøldið.
Fólk vóru næstan frá sær sjálvum. Tey hoppaðu og dansaðu, veipaðu og róptu, og summi tveittu seg eisini av pallinum og út yvir stóru mannfjøldina, áðrenn tey lendu á gólvinum aftur ? summi við høvdinum fyrst.
Vaktarfólk og tøkningar høvdu úr at gera við at halda hátalarunum á pallinum upp á pláss. Fólk komu undir hesar hátalarar, so teir fóru á glið, og summi brúktu eisini hátalararnar fyri at fáa koma longur upp, tá ið tey skulu tveita seg av pallinum.
Framførslan var tann lívligasta í Prixnum higartil, og tað var ikki bara tað, at fólk vóru vill. Tónleikararnir á pallinum vóru eisini í stórformi, og teir stóðu fyri bestu framførsluni í kappingini higartil.
Har var ein bólkur, sum meistraði sín tónleikastíl til fulnar. Hatespeech spælir harðan rock, og teir gera tað sannførandi. Tað er pondus og kraft í, tað svingar betur enn eitt vælsmurt bornholmaraur, og tað rakar sum ein tungvektsnevi í búkin.

Broyttur bólkur
Jákup Pauli Gaard Olsen er tann orkufulli frontmaðurin við tí sterka úttrykkinum, og hann sleppur at spæla sær á einum tónleikaligum fundamenti, sum er bæði sterkt og gott.
Hatespeech er ein lutvíst gamal bólkur, sum hevur verið við í tveimum Prix-kappingum áður. Men teir eru broyttir. Og tað er til tað betra. Nú er tónleikur ikki longur so einstáttaður harður og ógvusligur.
Teir eru vorðnir meira melodiøsir, og teir tora at gera heavy-tónleik á eini øðrvísi hátt. Har vóru nógvar detaljur, tað var væl samansett, og tað fungeraði framúr væl.
Bólkurin fekk væl uppiborið fyrsta plássið í fimta umfarinum afturfyri framførsluna.

Vælkomnir gestir
Eysturoyarbólkurin Gestir hevur ikki verið nógv frammi áður, men tað var ein væl samanspældur og væl upplagdur bólkur, sum legði fyri í fimta umfarið.
Sveimandi rocktónleikurin var frálíkur. Sangarin Ólavur Hansen bæði ljóðaði og sá út, sum hann meinti hvørt orð, hann sang, og afturvið sterku rødd sveimaðu tónarnir í føgrum felagsskapi runt í salinum.
Bólkurin hevði, sum nógvir aðrir bólkar í kappingini, tikið stórskíggja í brúk, og hesaferð riggaði tað betur, enn tað hevur gjørt hjá onkrum av hinum bólkunum. Myndirnar vóru ikki bara endaleysur grafikkur, men eisini fólk og fulgar, og tá fuglarnir fóru av rókini, var løtan innilig og fangandi.

Meira kvæðarockur
Týr var næsti bólkurin á pallinum, og hóast málið var at spæla seg í finaluna, eydnaðist tað ikki hesaferð.
Tað var einki óvænta við framførsluni hjá Týr, og tað er kanska ein trupulleiki hjá Týr í eini slíkari kapping. Yvirraskilsismomentið við kvæðarockinum er burtur, tí fólk vita, hvat tey fáa. At so nýggja útsetingin av »Regini Smiði« var nógv betur enn »Ormurin langi« munaði bara ov lítið í hesi kappingini.
Týr hevur fatur í einum áhugaverdum konsepti, sum møguliga riggar betur uttanlands, enn tað ger í eini føroyskari tónleikakapping.
Týr hevur skift sangara tvær ferðir seinasta árið, og tað hevur merkt bólkin eitt sindur. Pól Arni Holm var ein framúr tulkari av kvæðarockinum, og tað er trupult hjá einum og hvørjum øðrum sangara at liva upp til hann.

Blív og Jam
Bólkurin Blív hevur ikki spælt í Føroyum áður, og tí vóru tað fleiri, sum vóru spent at hoyra bólkin, har góðir tónleikarar vóru við.
Framførslan hjá teimum varð tó merkt av, at sangarin tíverri var komin illa fyri av nógvu venjingini undan kappingini. Røddin var farin, og tað var stórt spell. Tónleikurin var spennandi, og onkur av sangunum var fínur.
Jam spældi lættan rocktónleik við eitt sindur av íblástri frá countrytónleiki. Tey sungu bæði á føroyskum og enskum, men bólkurin kláraði ikki at gera nakað við teir fremstu bólkarnar í kappingini.

Sjarmerandi framførsla
Zink er mannaður við trimum ungum tónleikarum úr høvuðsstaðnum, og teir høvdu eina sjarmerandi og hugaliga framførslu. Sangarin vísti góðar dygdir, hóast hann kanska rópti ov nógv í frálíka sanginum Alt mítt lív, sum saktans kundi blivið eitt hitt í Føroyum.
Zink hevði eisini gjørt seg út við tveimum »konufólkum«, sum royndu at undirhalda við eksotiskum dansi og øðrum góðum. Tað var stuttligt eina løtu.
Zink var eitt frískt innslag í kappingini, sangirnir vóru góðir, og teir høvdu ein stíl, sum vit ikki hoyra so nógv frá føroyskum bólkum. Teir kalla tónleikin hjá sær skater-punk, men tónleikurin er eisini í nær slekt við brit-pop, sum bólkar sum Oasis og Blur spæla.
Vónandi verður meira at hoyra frá hesum bólki framyvir.

Fataði tað ikki
Úrslitið av umfarinum gjørdist, at Hatespeech vann, og Gestir vóru nummar 2, og tað var eitt hóskandi úrslit.
Sangarin í Hatespeech var fattur eftir sigurin.
? Fólk halda sikkurt, at eg hevði væntað hetta, soleiðis sum eg gangi her, men eg havi bara ikki fatað tað ordiliga enn, at vit vunnu, segði Jákup Pauli.
Eftir fimm innleiðandi umfør er tað freistandi at útnevna Hatespeech til favoritt at vinna kappingina, tí teirra framførsla var nakað heilt serligt, men tað eru næsta tveir mánaðir til finaluna, og nógv kann broytast til ta tíð.
Hetta kvøldið var so eingini ivi: Hatespeech blásti alt um koll!