Bar betri til hjá U-17

Føroysku U-17 dreingirnir taptu í gjárkvøldið 2-0 ímóti Danmark, eftir at danir í hálvleikinum høvdu verið á odda við einum máli

Fótbóltur

 

Í fyrradagin løgdu U-17 dreingirnir rygg til 6-0 tap ímóti Noregi í NM kappingini, sum í hesi vikuni er í Jyllandi. Í gjárkvøldið spældu Føroyar ímóti Danmark, og hóast talan aftur hesa ferð varð um tap, so vóru avrikið og úrslitið betri, enn tey vóru mándagin.

Í Ikast vann Danmark 2-0. Málini skoraðu teir í 24. og í 41. minutti. Seinna málið skoraðu danir í fyrsta álopinum í 2. hálvleiki. Málskjúttarnir hjá Danmark vóru Mahmut Cagri Erdem og Martin Lund Pedersen.

Sambært FSF heimasíðuni vóru danir skjótir, og teir høvdu góðan førleika við bóltinum. Hesa ferð eydnaðist betri enn mánadagin at tetta fyri uppspælinum úti í síðunum.

Í dag er frídagur. Seinasta umfarið í bólkaspælinum verður hósdagin. Tá skulu Føroyar spæla ímóti Belgia á Haderslev stadion. Í gjárkvøldið vann Belgia 1-0 á Noregi.

Undan síðsta umfarinum er støðan í bólki A tann, at Danmark og Belgia hava 4 stig í part, Noreg hevur 3 stig, og Føroyar hava einki stig fingið.

Í gjárkvøldið var føroyska liðið soleiðis mannað: Teitur Gestsson, KÍ, Monrad H. Jacobsen, NSÍ (Eli F. Nielsen, FSV04, 57.), Sørmund Kalsø, KÍ, Viljormur Davidsen, NSÍ, Dánjal Pauli Lervig, KÍ, Jógvan Rói Davidsen, HB, Heini Vatnsdal, VB/TB (Karl Løkin, NSÍ, 31.), Hallur Hansson, HB (Kristin R. Mouritsen, 69.), Hanus Mortensen, VB/TB (Bjarti Hansen, FSV04, 35.), Róaldur Jacobsen, B36 (Jens M. Jensen, EB/Streymur, 62.), Jóan Símun Edmundsson, B68.

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Thomas J. Thomsen, HB og Mikal Jespersen, VB/TB.

Í bólki B vóru úrslitini í gjárkvøldið Ísland-Svøríki 0-1 og England-Finland 2-1. Støðan í Bólki B eftir tvey umfør: England 6 stig, Svøríki 4 stig, Finland 1 stig og Ísland 0 stig.

Hósdagin er skráin í bólki B: England-Svøríki og Finland-Ísland.

Leygardagin verður spælt um plaseringarnar. Føroyar skulu spæla um 7. plássið. Tann dysturin verður á Hedensted stadion klokkan 11.00. Úrslitið millum Finland og Ísland hósdagin verður avgerandi fyri, hvør av hesum fótbóltstjóðunum verður mótstøðuliðið hjá Føroyum leygardagin.

Venjarar hjá føroyska U-17 landsliðnum eru Pætur S. Clementsen og Finn Johannesen.