Biðja bretar um hjálp
Norðurkoreansku myndugleikarnir hava nú vent sær til stjórnina í London við áheitan um at skipa so fyri, at norðurkoreanar og amerikanarar kunnu setast við samráðingarborðið at loysa ósemjuna um ta norðurkoreansku kjarnorkuverkætlanina.
Norðurkoreanska stjórnin er ikki sørt ørkymlað av, at amerikanarar sýta fyri at samráðast um ósemjuna, men samstundis ávara myndugleikarnir í Pyongyang um, at landið fer at svara øllum amerikanskum álopum. Talsmaðurin hjá norðurkoreanska uttanríkisráðnum segði í gjár, at Norðurkorea fer at svara aftur, um amerikanarar fara so mikið sum ein millimetur inn um norðurkoreanskt mark, sama um tað er á landi, á sjónum ella í luftini.
ES hevur seinastu dagarnar roynt at fáa semju millum Norðurkorea og USA. Uttanríkispolitiski samskiparin, Javier Solana, hevur júst verið í Suðurkorea og kunnað seg um viðurskiftini.
Slapp at sigla
Oljutangaskipið »Acushnet«, sum fór á eitt sandriv eystan fyri donsku oynna Samsø seinasta fríggjadag, slapp fyrradagin at halda leiðina fram.
Týsdagin eydnaðist tað at fáa skipið leyst, eftir at tað hevði tikið botn fyri aðru ferð, men sjóferðslustýrið vildi ikki lata skipið sigla, fyrr enn kavarar høvdu verið niðri og kannað botnin á tí. Tær kanningarnar vórðu gjørdar týsdagin, men har var einki at síggja. Tí slapp »Acushnet« at halda leiðina fram. Sambært sjóferðslustýrinum hevði skipið bert fingið nakrar skeinur á botnin.
»Acushnet« hevði 35.000 tons av olju í tangunum, tá tað rendi á sandrivið, men nakað av olju varð punpað umborð í eitt annað skip fyri at gera tað lættari at fáa skipið leyst.
Smádrongur í fongsli
Ein seks ára gamal smádrongur í Zambia, sum er ákærdur fyri at hava myrt eina trý ára gamla gentu, er settur í fongsul.
Drongurin varð tikin tann 30. juni í fjør. Tá var hann bara fimm ára gamal. Síðani hava myndugleikarnir flutt hann úr einum fongsli í annað, og nýliga varð hann fluttir til Mukobeko-fongslið einar 200 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Lusaka. Hetta sigst vera eitt fongsul, haðani tað er at kalla ógjørligt at flýggja.
Mannarættindafelagsskapir hava mótmælt, at ein fimm ára gamal smádrongur verður settur í fongsul. Sambært zambiskari lóg kunnu børn yvgri enn átta ár ikki ábyrgjast fyri tað, tey hava gjørt, men í hesum føri heldur ákæruvaldið uppá, at drongurin skal verða sitandi í varðhaldi. Zambiski ráðharrin í barnamálum, Gladys Nyirongo, hevur eisini mótmælt viðferðini, sum drongurin hevur fingið, men higartil uttan úrslit.
Drap vaktarmannin
Ein rættiliga vanligur handilsstuldur í Stockholm fyrrakvøldið endaði við morði.
Vaktarmenninir í einum vøruhúsi í miðbýnum í Stockholm sóu, at ein maður stjól ein pakka av svínakjøti í einum kølidiski. Tríggir vaktarmenn fóru aftan á manninum, tá hann fór úr handlinum, og á einum parkeringsøki steðgaðu teir honum. Áðrenn vaktarmenninar fingu stundir at umhugsa seg, stakk tjóvurin ein av vaktarmonnunum í bringuna við einum knívi.
Tann 21 ára gamli vaktarmaðurin varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús, men seinni um kvøldið doyði hann. Síðani hevur løgreglan leitað eftir drápsmanninum, men enn er hann ikki funnin.