Tað var við einum nýggjum manni við róðri, at B71 fór á vøllin ímóti B68 leygardagin. Fyrrverandi venjarin Tom Saintfiet úr Belgia varð sagdur úr starvi eftir dystin móti KÍ, og málverjin Valdemar Nowicki hevði tikið yvir við hjálp frá Pálli á Reynatúgvu.
Og umsíðir kom gongd á málskjótingina hjá B71. Eftir at teir í sjey dystum bert høvdu skotið trý mál, eydnaðist tað hesuferð at skora níggju mál í einum dysti. Mótstøðuliðið var B68, sum bert hevur fingið eitt stig í landskappingini í ár.
Støðan var 3-0 við steðgin, og tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men B71 gavst ikki so, tí menn vóru eftir øllum at døma svangir eftir fleiri málum. Nýggi framherjin úr Gambia, Mustapha Kamal Ndaw, vanligar róptur Kamal, fekk síni fyrstu mál í B71 troyggjuni, og Símun Hansen skeyt somuleiðis trý mál.
Hini málini skutu Tummas Pauli Olsen, Jónsvein Thomsen og Magnus Olsen. Ikki er nógv at siga um dystargongdina, tí úrslitið talar fyri seg.
Bergleif aftur til B71
Eftir summarsteðgin fær B71 styrk í verjuni, og tað er Bergleif Sólsker, sum vendir aftur til felagið. Hann hevur higartil í ár roynt seg í HB, men hann hevur ikki verið nógv nýttur av venjaranum Frank Skytte, og tí hevur hann gjørt av at fara aftur til barndómsfelagið.
Nú tá Hans á Lag kom aftur til HB, er Bergleif farin enn longur aftur í røðina av verjuleikarum, sum bíða eftir sleppa á vøllin.
Bergleif verður óivað ein kærkomin styrkur at fáa til seinnu hálvu, tá B71 skal royna at toga seg uppeftir stigatalvuni.
Enn er ikki komið uppá pláss, hvør skal vera venjari hjá B71 eftir summarsteðgin, men fyribils eru tað Valdemar Novicki og Páll á Reynatúgvu, sum taka sær av venjingini.
B71-B68 9-0 (3-0):
Málskjúttar: Símun Hansen 3, Mustapha Kamal Ndaw 3, Tummas Pauli Olsen, Jónsvein Thomsen, Magnus Olsen