Týskvøldið eydnaðist Mjølni at vinna 3-0 ímóti Fleyr í Gundadalshøllini í fyrsta upp- og niðurflytingardystinum í flogbólti hjá kvinnunum, og tí var alt, sum bendi á, at Mjølnir fór at varðveita sessin í meistaradeildini.
Hjá Fleyr var setningurin hinvegin púra greiður undan seinna dystinum í Klaksvík í gjárkvøldið. Um tær ætlaðu sær upp í meistaradeildina, so skuldi hesin dysturin vinnast.
Fleyr fekk flúgvandi byrjan
Hevði nakar væntað, at Mjølnir fór at vinna sannførandi í seinna dystinum í Klaksvík, so fóru tey fullkomiliga skeiv. Tí Fleyr var nevniliga liðið, sum fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin. Munurin var tó ikki tann heilt stóri í fyrsta settinum. Mjølnir royndi at fylgja við, men Fleyr tóktist alla tíð at vera oman á. Tær settu stórt trýst á Mjølnir við góðum servum, og tær vístu seg eisini at vera sterkari í álopspartinum.
Tað endaði eisini við, at Fleyr vann fyrsta settið 25-23.
Í øðrum setti var gongdin á leið tann sama, men nú megnaði Mjølnir als ikki at fylgja við. Fleyr legði seg á odda mest sum alt fyri eitt, og sum settið leið, øktu tær bara um munin. At enda vann Fleyr ein tryggan 25-18 sigur í øðrum setti.
Sostatt hevði Fleyr nú lagt seg á odda 2-0, og alt bendi á, at Fleyr fór at vinna henda dystin.
Vend kom í
Í triðja setti var tó fullkomiliga vent í holuni. Var nakar, sum væntaði, at Fleyr fór at vinna hetta lættliga, so fóru tey skeiv. Nú legði Mjølnir bragdliga fyri, og sum settið leið, gjørdist greitt, at hetta fór Mjølnir at vinna lættliga.
Tær vunnu sær nevniliga eina tryggu leiðslu alt fyri eitt, og nú sá Mjølnir út til at hava funnið rætta spælið fram. Servurnar vóru nógv betri, og so riggaðu móttøkurnar eisini betri í hesum settinum. Fleyr kláraði í sínum lag slett ikki at fylgja við Mjølni, sum vann ein sannførandi 25-15 sigur í triðja setti, og so var dysturin aftur púra opin.
Í fjórða setti hendi júst tað sama, sum í triðja. Mjølnir koyrdi á, og heldur ikki í hesum settinum megnaði Fleyr at fylgja við. Mjølnir var nú rættiliga komið í gongd, og enn einaferð vunnu tær sannførandi. Úrslitið av fjórða setti gjørdist 25-18, og so mátti javnbrótari til fyri at finna ein vinnara.
Tríggir dystir
Í fimta og avgerandi settinum var at kalla eingin munur á liðunum. Tey skiftust um at fáa stig, og liðini fylgdust so at siga allan vegin. Síðstu løtuna vóru tað tó leikararnir hjá Fleyr, sum høvdu betru nervarnar, og tær vunnu eisini fimta sett 16-14. Sostatt skal ein triði dystur til, áðrenn ein vinnari kann finnast.
Við sigrinum heldur Fleyr sostatt framvegis fast í vónini um at fáa eitt pláss í meistaradeildini hjá kvinnum komandi kappingarár.