Nógv trýst er á postsambandinum undan jólum og tað er ikki at taka ov rívan til at siga, at ein ørgrynna av pakkum verða sendir til og úr Føroyum í desembur mánað.
Onkuntíð hendir tó okkurt, sum ikki má henda, sum til dømis, at øll pappírini detta av einum pakka.
Ein slíkur pakki endaði á Óðinshædd í desembur mánaði í fjør. Heilt vanligur var hann tó ikki, talan var um ein serligan guitara, ein átta-streingjaðan Ibanez. Virði verður mett at vera eini 14.000 krónur.
Á Posta bíðaðu tey í tolni, tí mundi eigarin ikki fara at sóknast eftir guitaranum? Men har kom eingin. Eftir nýttár mátti Posta so fara undir at leita og sendi eina eftirlýsing út millum annað á ymiskum Facebook bólkum.
Framvegis var eingin, sum meldaði seg sum eigara av pakkanum, men onkur tips fingu tey tó og nú er gátan um loyndarfulla guitaran loyst.
Guitarin lá millum nógvar aðrar pakkar frá vøruhúsinum Thomann, og at enda eydnaðist tað Posta at sporað seriunummarið á guitaranum aftur til Thomann.de.
Har kundi kundatænastan greiða fløkjuna fyri Posta.
Rókur Jákupsson Jacobsen, marknaðarleiðari á Posta, greiðir frá, at talan er um ein brølara hjá Thomann. Tað vísti seg, at ein føroyingur hevði keypt ein pakka frá Thomann, men at har høvdu tey gjørt ein brølara og sent honum skeivan pakka – nevniliga umrødda átta-streingjaða Ibanez-guitaran. Meðan guitarin er í postinum, gerast tey varug við sítt mistak og boða føroyinginum frá. Samstundis royna tey at steðga pakkanum, sum er á veg til Føroya, men hetta eydnast ikki.
Tað var kanska ikki so løgið heldur, tí onkustaðni á veg til Føroya hevur pakkin mist øll síni pappír.
- Og tá ið so ein púra ókendur gittari, sum ongin vildi kennast við, kom á Óðinshldd í desember, so stóðu vit á Posta sum kánus, sigur Rókur Jákupsson Jacobsen
Og guitarin? Hann byrjar í dag longu leiðina aftur í vøruhúsið hjá Thomann í Týsklandi.