hvørki vátta ella avsanna, at teir hava borað í basalti, men sigur bert, at tess longur tú kemur móti landi, tess tjúkri verður basaltið. Á skrivstovuni hjá Statoil í miðbýnum í Havn stendur nógv á. Tað sæst [...] Rasmussen ella Martin Heinesen. Í løtuni er hann við at leggja síðstu hond á eina bók, saman við øðrum, um føroyska jarðfrøði. So eisini tað bíða vit í spenningi eftir. Vilja hava góða byrjan Morgunin vit vitja [...] ikki minst Dave Ellis at takka, at tað hevur eydnast at fáa leiðsluna í Statoil at taka føroyaøkið í álvara og seta góðar 200 mill. kr. í bert hetta eina boriprojektið. Dave Ellis hevur eisini fingið kjaftband
hesi børnini í Cornesti gingu ímóti. Hjálpa onkrum Lukkutíð fyri Maarin og fýra systkin hansara finnast tey, sum hava sæð neyð hansara; hava sæð hvat kann gerast – og hava gjørt nakað við tað. Í bygd hansara [...] av hjálp uttanífrá til tað dagliga húsarhaldið. Húsarhaldið her í nr. 39 eru fimm børn í løtuni. Ein eldri beiggi er í Sankta Pætursborg í Ruslandi og leitar eftir arbeiði. Og foreldrini, - tja, teirra [...] ímeðan. Men sjálvt tað, megnar hon ikki í síni vónleysu støðu. Maarin er tí í mangar mátar einsamallur í verðini, við ábyrgd fyri yngri systkjum sínum. Bert 14 ára gamal í einum húsum, sum illa kunnu lýsast
Føroyum, eftir at hava virkað sum venjari her í fýra ár. Tað fyrsta í Vági, tey seinastu trý í Havn, sum venjari hjá B36. Tað sigst, at Tomislav Sivic er ein stak góður venjari. Útbúgvingin er í lagi, og avrikini [...] avrikini hann og B36 hava rokkið seinastu árini hava verið á eini góðari leið, má sigast. Meistarar fyri fyrstu ferð síðani 1962, fyrsta árið hjá Sivic í 1997, og nummar trý í fjør. Í løtuni liggur árst [...] Umframt tað, so hevur B36 eitt hálvt lið við í landsliðshópinum, og tað heldur Sivic siga nakað um tað arbeiði, sum er gjørt í felagnum. ? Vit hava fimm spælarar í landsliðshópinum, og tað haldi eg ber boð
inum í dag og í morgin hittast til fundar í Riga í Letlandi saman við politikarum úr øllum Norðurlondum og úr Baltalondunum. Baltalondini hava seinastu árini fyriraikað seg til at gerast limir í ES. Og [...] samstarv hevur í mong ár verið millum Baltalond og Norðurlond, millum annað gjøgnum Norðurlandaráðið. Fyrstu ferð skipað varð fyri felagsfundi millum limirnar í Norðurlandaráðnum og politikarar í Baltalondum [...] Baltalondum var í 1996, og fundurin í dag og í morgin er tann triðji í røðini. Á hesum triðja fundinum fara politikararnir eisini at tosa um økissamstarv eitt nú á orkuøkinum, eins og røtt verður um mentanar- og
heiðursmerki hesaferð, men eg koyrdi ikki nóg væl í dag, ella í øllum førum koyrdu hinir betri. - Eg hevði aftur í dag trupulleikar av kervinum, og millum annað fór ketan av tríggjar ferðir. Hetta er kanska [...] ikki annað geva góðar vónir til liðkappingina, har eisini kann roknast við, at Gunnar Dahl Olsen verður betri fyri, enn hann var mánadagin, eftir at hava luttikið í thriathlon dagin fyri. - Vit hava sjálvandi [...] bronsuni, og eftir hetta kundi hann ikki annað enn staðfesta, at hann hevði ikki súkklað nóg væl. Vónbrotin Vágbingurin, sum annars hevur verið millum teir bestu í Danmark í einkulstartinum seinastu tíðina, var
Almannaverkið fyllir 40 ár í ár, og verður dagurin hildin við at skipa fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 8. mai. Undir heitinum Vit vilja gera mun, bjóðar Almannaverkið til kjak um, hvussu vælferðar [...] kið skal spæla í framtíðini. Fleiri enn 16.500 borgarar fáa hvørt ár ymiskar tænastur frá Almannaverkinum, tað verið seg pensjónsútgjaldingar, endurvenjing, sambýli, hjálpartól og annað. Almannaverkið [...] verða fleiri og heitu hendurnar hava altíð ríkiligt at takast við. Men setningurin vikast ikki. Almannaverkið skal gera mun, skrivar Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, í innbjóðingini til føðingardagin
at slitið samstarvið nú. Eisini tey í Framsókn hava verið rættiliga ivingarsom um vit skulu í samráðingar við Russland. Men tað hevur ligið í kortunum, at næsta ár skal so brúkast til at fyrireika okkum [...] hesumegin valið. Løgmaður sigur, at í ár eru tað russarar, sum eiga at taka stig til samráðingarnar og tað gjørdu teir fyri tveimum vikum síðani. Samráðingarnar í ár verða talgildar og tær verða ikki á [...] Tjóðveldi hava verið ímóti at gera nýggjan sáttmála, men báðir flokkar siga, at nú er ov seint at slíta samstarvið fyri næsta ár, tí skip og manning, sum liva av hesum sáttmálanum, hava onki annað fiska og
veikleikar í skipanini, ið millum annað hava við sær, at fólk uttan varandi bústað á eini útoyggj, kunnu gera sær dælt av stuðulsjáttanini. Í ár var játtanin á eina millión, uppbrúkt longu í juni mánaða [...] Biskopstø, forkvinna í útoyggjafelagnum, sigur, at tey í felagnum kenna alt til trupulleikarnar, ið Jónleif Johannesen vísir á í §52 spurninginum til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum. Les [...] sigur, at tey eru í samband við samferðslumálaráðið. Tað hava tey verið í langa tíð. Annahvørt er neyðugt at fáa játtanina hækkaða, ella er neyðugt at gera grundleggjandi broytingar í skipanini, so hon
Í føroyum eru nógvar kvinnur arbeiðsleysar og hava verið tað í langa tíð. Tað er soleiðis blivið, at kvinnur ikki skulu rokna við at fáa arbeiði, tí tað er ein sjáldsom hending í Føroyum. Eisini skulu [...] sum passar teimum best. Og ikki sum í dag, kvinnur noyðast at verða á sama arbeiðsplássi í fleiri ár, sjálvt um arbeiðsplássið ikki hevur nakran týdning fyri tær í longdini. Men er harafturímóti beinleiðis [...] beinleiðis niðurbrótandi fyri tær. Kvinnur hava rætt til, sjálvt um tær hava børn, at fáa sær júst ta útbúgving og arbeiði, tær hava áhuga fyri. Tí skal eitt samfelag hava allar hurðar opnar fyri kvinnum, og
konsert í Norðurlandahúsinum. Songkvinnan úr Sámalandi er høvuðsnavnið á Listastevnuni í ár, og tað er ikki uttan orsøk. Hon vann nevniliga tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár ? eitt ár eftir [...] sigur Mari Boine í øllum hurlivasanum í Norðurlandahúsinum mánadagin. Hon hevur verið virkin sum songkvinna í 22 ár, og hon hevur givið sjey egnar útgávur umframt at hava verið við í fleiri øðrum. ?So [...] veteran, sigur Mari Boine. Undan Føroya ferðini hevur spælt í Finnmørkini, og annars hevur Mari Boine verið á konsertferð fyrr í ár í millum annað Týsklandi og Spania, har hon eisini er væl móttikin. Mari