Almannaverkið vil gera mun

Almannaverkið bjóðar til ráðstevnu á 40-ára føðingardegnum.

Almannaverkið fyllir 40 ár í ár, og verður dagurin hildin við at skipa fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 8. mai.

 

Undir heitinum Vit vilja gera mun, bjóðar Almannaverkið til kjak um, hvussu vælferðarsamfelagið skal vera, og hvønn leiklut Almannaverkið skal spæla í framtíðini.

 

Fleiri enn 16.500 borgarar fáa hvørt ár ymiskar tænastur frá Almannaverkinum, tað verið seg pensjónsútgjaldingar, endurvenjing, sambýli, hjálpartól og annað. Almannaverkið spælir tí ein týðandi leiklut í lívinum hjá mongum føroyingum.

- Avbjóðingin hjá Almannaverkinum hevur altíð verið stór og tað fer hon altíð at vera. Komið verður ongantíð heilt á mál, tí tænastan skal altíð betrast, veitingarnar verða fleiri og heitu hendurnar hava altíð ríkiligt at takast við. Men setningurin vikast ikki. Almannaverkið skal gera mun, skrivar Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, í innbjóðingini til føðingardagin.

 

- Eitt er vist. Næstu 40 árini hava við sær heilt aðrar avbjóðingar enn tær, ið undanfarnu 40 árini hava sett okkum, skrivar Edvard Heen. Hann vísir á, at vælferðarsamfelagið væntandi fer at dýrka 100 til 200 milliónir krónur innan fá ár, og tí verður alneyðugt við tillagingum innan alla almenna geiran.

 

Bjóðað verður tí til fýra kjakfundir um felags ábyrgd og felags rættindi, um vardar bústaðir, um almannaútreiðslur og um persónligt frælsi.