Súkkling
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man
Eftir at hava súkklað 50 kilometra langa einkultstartin uttan fyri Peel á vestursíðuni á Man, var tað sjálvandi ein vónsvikin Rógvi Johansen, sum kundi ásanna, at hann akkurát gjørdist ov stuttur at røkka nøkrum heiðursmerki.
Eitt lítil minuttur skilti Rógva frá bronsuni, og eftir hetta kundi hann ikki annað enn staðfesta, at hann hevði ikki súkklað nóg væl.
Vónbrotin
Vágbingurin, sum annars hevur verið millum teir bestu í Danmark í einkulstartinum seinastu tíðina, var sum vera man ikki nøgdur um avrikið, men hann tóktist heldur ikki so nøgdur um umstøðurnar at súkkla í kappingini.
- Sjálvandi visti eg, at tað fór at gerast torført, og serliga Andrew Roche (vann kappingina) og Carlos Riise (nr. 2) eri sera sterkir í einkultstartinum. Roche hevur verið yrkissúkklari í fleiri ár, og Riise er skotskur meistari á teininum, so teir eru sera sterkir.
Eftir kappingina hoyrdist eisini millum luttakararnar, at talan hevði verið um ein sera harðan súkklutéin, har brekkurnar vóru nógvar og brattar. Harumframt vísti tað seg eisini, at rutan var nærum dupult so long, sum føroysku súkklararnir høvdu fingið at vita, og hetta harmaði sjálvandi Rógva.
- Tað er sjálvandi eitt sindur skuffandi, tí eg hevði veruliga vónað at fingið heiðursmerki hesaferð, men eg koyrdi ikki nóg væl í dag, ella í øllum førum koyrdu hinir betri.
- Eg hevði aftur í dag trupulleikar av kervinum, og millum annað fór ketan av tríggjar ferðir. Hetta er kanska eisini tí vegirnir eru sera óslættir. Sjálvt í Suðuroynni hava tey betri vegir enn her, og tað ger so eisini, at tú hevur sera torført við at finna nakra góða sitilegu, men tær treytirnar eru so sjálvandi tær somu hjá øllum súkklarunum.
Verður torført
Hóast talan soleiðis ikki gjørdist um heiðursmerki, so taldi tað tó rætta vegin, at Jákup Johansen og Jóhann Brend stóðu seg rættiliga væl, og hetta kann um ikki annað geva góðar vónir til liðkappingina, har eisini kann roknast við, at Gunnar Dahl Olsen verður betri fyri, enn hann var mánadagin, eftir at hava luttikið í thriathlon dagin fyri.
- Vit hava sjálvandi góðar vónir, men tað vísir seg at gerast torførari fyri hvørt ár á leikunum. Vit betra okkum støðugt, men tað gera hinir so eisini, og vit gerast heldur ikki yngri, so tað má mann bara taka, sum tað kemur, sigur Rógvi at enda.
Týsdagin høvdu føroysku súkklararnir frí, men mikudagin verður so aftur lagt til brots í landavegskoyringini.