Hvørjar avleiðingar hevur víðkanin av ES fyri Baltalond og Norðurlond.
Hetta verður høvuðsevnið, tá Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum og Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum í dag og í morgin hittast til fundar í Riga í Letlandi saman við politikarum úr øllum Norðurlondum og úr Baltalondunum.
Baltalondini hava seinastu árini fyriraikað seg til at gerast limir í ES. Og er júst hetta orsøkin til, at Norðurlond hava stóran áhuga í at viðgera, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa. Tí tað fer avgjørt at ávirka samstavið millum Norðurlond og Baltalondini, um tey trý Baltalondini fara upp í ES-samstarvið.
Tætt samstarv hevur í mong ár verið millum Baltalond og Norðurlond, millum annað gjøgnum Norðurlandaráðið. Fyrstu ferð skipað varð fyri felagsfundi millum limirnar í Norðurlandaráðnum og politikarar í Baltalondum var í 1996, og fundurin í dag og í morgin er tann triðji í røðini.
Á hesum triðja fundinum fara politikararnir eisini at tosa um økissamstarv eitt nú á orkuøkinum, eins og røtt verður um mentanar- og útbúgvinarsamstarv við millum annað menning av ungdóms- og næmingabýti.