Olga Biskopstø, forkvinna í útoyggjafelagnum, sigur, at tey í felagnum kenna alt til trupulleikarnar, ið Jónleif Johannesen vísir á í §52 spurninginum til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum.
Les eisini: Útoyggjastuðulin um at verða uppbrúktur
Olga Biskopstø sigur, at tað er veikleikar í skipanini, ið millum annað hava við sær, at fólk uttan varandi bústað á eini útoyggj, kunnu gera sær dælt av stuðulsjáttanini. Í ár var játtanin á eina millión, uppbrúkt longu í juni mánaða.
Olga Biskopstø sigur, at tey eru í samband við samferðslumálaráðið. Tað hava tey verið í langa tíð. Annahvørt er neyðugt at fáa játtanina hækkaða, ella er neyðugt at gera grundleggjandi broytingar í skipanini, so hon einans kann nýtast til tað, ið hon av fyrstan tíð var ætlað til.
- Nú er so nógv annað, sum verður tikið av hasi játtanini. Um strandferðslan til dømis leigar eitt skip til farmaflutning ein túr, so kann tað verða tikið av útjavningarstuðlinum til útoyggjar. Annahvørt má játtanin hækka yvir, ella má tað gerast greiðari hvør kann nýta handa peningin og til hvat, sigur Olga Biskopstø.