Í føroyum eru nógvar kvinnur arbeiðsleysar og hava verið tað í langa tíð. Tað er soleiðis blivið, at kvinnur ikki skulu rokna við at fáa arbeiði, tí tað er ein sjáldsom hending í Føroyum. Eisini skulu føroyskar væl útbúnar kvinnur í útlondum ikki koma heim, tí her í Føroyum er einki at koma heim til uttan arbeiðsloysi og vánalig livikor.
Kvinnuligi arbeiðsmarknaðurin
Í heila tikið er tað ringt hjá kvinnum at fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum. Hetta serliga tí kvinnur ofta eru bundnar av børnunum, men eisini tí, at tann sosiala dimensiónin av personalepolitikkinum ofta er vánaligt tilrættalagdur. Tað er ofta ikki rættur leiðari, sum reint faktiskt verður leiðari. Tíverri. Tað verður t.d. víst ov lítil respekt og virðing fyri kvinnum, sum ofta viðførir at kvinnur verða argaðar, útvístar o.a., men eisini at kvinnur ikki fáa uppbygt eitt gott sosialt netverk á arbeiðsplássinum.
Serliga er tað ringt hjá ungum kvinnum ella hjá kvinnum sum hava fingið børn. Men eisini er tað ringt hjá kvinnum, sum hava gingið leingi heima og tikið sær av børnunum. Ofta hava hesar kvinnur heldur onga útbúgving, og eru tí ikki kvalifiseraðar til nógv av arbeiðinum sum finst í dag. Tí í dag er arbeiðsmarknaðurin blivin ógvuliga spesialiseraður. Ein og hvør kann ikki arbeiða eitt hvørt arbeiði. Kvinnur eru tí ofta noyddar at hava útbúgving fyri at arbeiða.
Um ung kvinna ikki kemur á arbeiðsmarknaðin, áðrenn hon fær sær børn, eru hennara møguleikar enn verri, serliga tí hon tá ongantíð hevur verið á arbeiðsmarknaðinum. Hon er sostatt ikki von við ella rustað til at megna tey krøv, sum verða áløgd henni á arbeiðsplássinum.
Men serlig er tað ringt hjá kvinnum, sum hava verið arbeiðsleysar ímóti teirra vilja men ringast um tær hava verið arbeiðsleysar í langa tíð. Tær eru illa stillaðar. Tí tað er ein niðurverdug kensla fyri kvinnur, at samfelagið ikki hevur tørv á teimum. Tað at verða burturvíst frá at njóta ella at vera uttan makt yvir egna lív er í dag at særa sjálvkensluna hjá kvinnum.
Hvat er tað fyri nakað, sum verður gjørt móti kvinnum í Føroyum? Er tað ikki júst hetta, at taka ræði frá kvinnum og svína tær niður í sand og øsku? Jú, tað er heilt víst.
Føroyskum kvinnum verður beinleiðis noktað arbeiði, eisini um tær eru einsamallar við børnum. Tí einki arbeiði er. Men í staðin eru tær undir sosialari veiting, har tær skulu makka rætt so og so, sjálvt um tær ikki hava hug til at gera tað, sum verður teimum álagt.
Sum t.d. tann keypta kvinnuliga arbeiðsmegin via tvangsarbeiði ella arbeiðsroynd, hvar kvinnur allíkavæl ikki hava nakað arbeiði, at fara til eftir tílíkt arbeiði, sum jú er meiningin við tílíkum arbeiði. Meiningin er jú at hjálpa kvinnum, at fótfesta sær á arbeiðsmarknaðinum og ikki at tvinga tær til at forseta við at ganga arbeiðsleysar eftir misnýtsluna av teimum. Hvar er »barmhjertigheitin«.
Kvinnur við børnum
Tá ið kvinnur hava fingið børn, eru kreftirnar á arbeiðsmarknaðinum nógv minkaðar, samanborið við kreftirnar tær høvdu, áðrenn tær fingu børn. Og samanborið við kreftirnar menn sum heild hava á arbeiðsmarknaðinum.
Menn fresa arbeiðsmarknaðinum við spidarnum í botn, meðan kvinnur við børnum koma skríðandi við eini tríhjólari súkkla. Men ferðslan á arbeiðsmarknaðinum tekur ikki hond um hesa lítlu súkklu, sum roynir at fylgja við arbeiðsresinum, fyri ikki at blíva yvirkoyrd. Samfelagið ger virkuliga ikki nógv fyri, at kvinnur skulu hava lætta atgongd á arbeiðsmarknaðinum. Og klára seg har.
Men nú tá ið tað er vanligt og neyðugt at kvinnur eru á arbeiðsmarknaðinum, skuldi kvinnur havt góðar barnaansingarmøguleikar til teirra børn, soleiðis at tær uttan nakað kunnu útbúgva seg og finna sær gott arbeiði. Tað skuldi verið so, at kvinnur sjálvar kundu avgera, um teirra børn skulu hava barnaansing, nær teirra børn skuldu verið á ansingarstovni og hvørjum ansingarstovni tað skuldi verða.
Í dag verður tað álagt kvinnum alt ov nógvar reglar, sum tær skulu undirleggja seg, sum t.d. skulu arbeiðsleysar kvinnur hava síni børn á stovni, fyri at kunna vera tøkar á arbeiðsmarknaðinum. Heilt erligt, tað skuldi verið so, at kvinnur fingu ansingarpláss á standandi fót, tá ið tær hava tørv á tí. Tí samfelagið má geva kvinnum við børnum góðar møguleikar, og ikki sum í dag, at spenna bein og gera alt so tungt hjá kvinnum, at koma á arbeiðsmarknaðin.
Gev kvinnum sín rætt
Tað er týdningarmikið, at kvinnur hava nógvar arbeiðsmøguleikar at velja millum, soleiðis at kvinnur kunna finna júst tað arbeiði, sum passar teimum best. Og ikki sum í dag, kvinnur noyðast at verða á sama arbeiðsplássi í fleiri ár, sjálvt um arbeiðsplássið ikki hevur nakran týdning fyri tær í longdini. Men er harafturímóti beinleiðis niðurbrótandi fyri tær.
Kvinnur hava rætt til, sjálvt um tær hava børn, at fáa sær júst ta útbúgving og arbeiði, tær hava áhuga fyri. Tí skal eitt samfelag hava allar hurðar opnar fyri kvinnum, og geva teimum alt tað besta tað kann geva.
Eitt gott ráð til kvinnur, sum búgva í einum deyðum samfelag er, at: »Bíða við, at fáa tær børn til tú hevur fingið tær møguleikar fyri at verða lukkulig saman við tínum børnum. Fáa tær útbúgving og arbeiði, har tú við vissu kann trívast og mennast. Og skapa fyri alt í verðini lukku og gleði rundan um teg«.
Um tú ikki fært hetta í Føroyum, so far til eitt annað land við hesum møguleikum. Danmark er eitt frálíkt land fyri okkum føroyingar og nógv onnur menniskju. Sláið tykkum saman kvinnur.
Ann Danielsen