r vóru samd um at menna samstarvið í Útnorði, soleiðis at vit í framtíðini koma at standa enn sterkari saman. -Tað besta forum at menna samstarvið haldi eg er Útnorðursamstarvið heldur enn at londini [...] tosaðu eisini nógv um tær báðar ymisku skipaninar, sum bæði londini hava á oljuøkinum, har Grønland hevur eina avtalu, sum sigur, at oljuinntøkur skulu býtast helvt um helvt, og har hetta so verður hildið [...] at tær skulu dragast frá blokkinum, um olja verður funnin. Motzfeldt var annars sera áhugaður í at vita, hvat innihaldið er í tí uppskoti, sum javnaðarflokkurin er komin við í seinastuni í sambandi við
tænastuvinnan á landi er á føroyskum hondum. Men her er tað so, at vit renna okkum í tað eyðkendu Føroyasjúkuna, sum er spjaðingarlyndi, heldur enn samanhald. Oljuvinnan er so umfatandi, at tað førir ikki [...] hava borið seg at. Olaf Olsen er ikki samdur við teimum sum eru sannførd um, at oljuvinnan fer at beina fyri fiskivinnuni, tí hon verður ikki kappingarfør í lønum Men vandin er ovurhonds stórur, føra vit [...] samstundis. Hinvegin er fiskivinnan í Bretlandi minkað. Men tað er hon eisini í Týsklandi, og øðrum londum, sum ikki hava havt olju. Pengarnar í stuðulsgrunn Serliga hugtikin er Olaf Olsen av gongdini
r, tí tann felagsskapurin er góðkendur av IOC at søkja um limaskap, og fyri ikki at gera ta umsóknina truplari enn neyðugt, verður hildið fast um upprunaligu umsóknina. Hetta at leggja Olympisku nevnd [...] Føroya at hyggja eftir ítróttarviðurskiftunum her. Tað er eingin minni enn Francois Carrad, ið er skrivari hjá formanninum í IOC, Samaranch. Hendan vitjan er úrslitið av tí hjálp, sum føroyskur ítróttur hevur [...] olympiadu fyri smátjóðir, t. v. s. lond við minni enn 1 millión íbúgvar, og tann kappingin er meira aktuell fyri okkum. Harafturat eru nógvir møguleikar at søkja um ymsar stuðlar frá grunnum innan olympisku nevndina
Jugoslavia fingu 50.000 krónur í bót fyri hetta, og hevði FIFA-umboðsmaðurin, sum var á Svangaskarði til dystin millum Føroyar og Kekkia, havt latið FIFA frágreiðing um, at eisini føroyingar bresta fyrverk [...] føroyskar krónur. Eftir at Jan Dam hevði fingið reytt kort í dysti móti Malta á Svangaskarði, var talan um, at hann skuldi fáa fleiri dagar leikbann, men hann fekk bert eina dagin. FIFA boðaði samstundis frá [...] viðgjørdi fleiri líknandi mál, góvu teir fyrstu bótina til føroyskan fótbóltsspælarar nakrantíð. Bótin er so stór, at hon verður ikki bara goldin við einum bláum girokorti á Posthúsinum ein fríggjadag seinnapart
fyrireikar til komandi aðalfund. Í skrivi, sum er sent feløgunum heitir FSF staðiliga á feløgini um at møta til fundin og koma við málum, sum skulu viðgerast. Vanligt er, at fleiri feløg ikki møta til fundin, og [...] ófriðarligt ár, enn nógv av teimum undanfarnu, og tí verður uttan iva nógv at tríva í á fundinum í morgin. Og lagt er eisini upp til, at útgreiningar skulu gerast av kappingarreglunum. Málið um avtalur millum [...] millum feløg og spælarar fer utan iva at verða kjakast nógv um, og FSF fer á fundinum at leggja eitt upplegg fyri feløgini at kjakast um. Hetta mál verður ivaleyst tikið fram aftur á aðalfundinum, sum verður
av dystinum varð Neistin niðurspældur. Kyndil kom fram um heili 8-1, áðrenn Neistin fótaði sær, og fram móti hálvleikssteðgin minkaði Neistin um munin, so hann var fimm mál í hálvleikinum, 13-8 til Kyndil [...] tættur og spennandi, sum lagt varð upp til frammanundan. Umstøðurnar vóru góðar at spæla undir, fleiri enn 300 áskoðarar vóru til dystin, og trummurnar og rópini dundu allan dystin. Ikki minst høvdu áskoðararnir [...] steðgaðu eisini upp. Stríðið harðnaði Frá sætta minutti til 26. minutt fekk Kyndil einki mál, og hetta tíðarskeið togaði Neistin seg spakuliga inn á Kyndil. Langt var ímillum málini í seinna hálvleiki
semju um hetta, so fær tú trupulleikar framyvir. Vit spurdu Jóhannus Hansen, um hann hevði verið nøgdur við verandi lógaruppskot, um hann umboðaði eitt útlendskt oljufelag! -Tað er eingin ivi um, at o [...] Hann heldur, at frágreiðingin er ikki bert ætlað professionellum at lesa og brúka. Hon er løtt at lesa, og tað ber prógv um, at hvør maður kann lesa hana. -Hetta haldi eg er gott. Oljufeløgini leggja allarstørst [...] sum verður lagt fyri løgtingið til kunningar. Hetta heldur Jóhannus E. Hansen vera eitt rættiliga krevjandi arbeiði og kanska enn størri enn tað, sum longu er gjørt. Tá so útbjóðingarumfarið hevur verið
kann verða latin fyri greinir, reportagur, essays e.a. Ferðalegatið er 25.000 krónur. Virðislønin hevur verið latin fimm ferðir, og hetta er fyrsta ferðin, hon verður latin einum føroyingi. Tey smáu norðurlendsku [...] Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen, og varamaður er Martin Næs, sum luttók á fundinum hesu ferð. Birgir Kruse visti ikki, at hann skuldi hava hesa virðislønina, fyrr enn Martin Næs ringdi til hansara [...] seinastu árini hevur hann eisini havt mentanarsendingar um annað eisini. Og tað fær hann nú eitt norðurlendskt herðaklapp fyri. NORDBOK, sum er ein nevnd undir Norðurlendska Ráðharrastovninum, avgjørdi
mennandi kjakfundur er. Men sum støðan er í dag, har málið er við at fara í tvíningar, og almenningurin ikki eigur nakran leiklut, er enn talan í dag um eina diktatoriska málstøðu. Ongantíð er í dag so stórur [...] føroyskt mál er viðbrekið og kompliserað, at tað hevur ikki ein og hvør skil fyri. Hetta er ikki nakni veruleikin, men minnir ikki sørt um skálkaskjól, sum tey gomlu nýttu til tess at ræða børn síni, um tey um [...] málið. Hetta kann tykjast láturligt, men er veruleikin so, hví so ikki skipa fyri einum breiðum málkjakfundi, sum kundi verið hildin í útvarpshøllini ella Norðurlandahúsinum. Nú Móðurmálsorðabókin enn ikki
hevði givið honum hetta navn, áðrenn hann hittir hann í veruleikanum. Skóleysi er eitt strok, ein sum kanska ikki er nakar meistari innan skúlagátt, men somikið meira uttan. Hinvegin er Skóleysi so nær einum [...] kvinnan verður nevnd Øra-Sigga, ikki tí hon er ør, heldur tvørturímóti, men hon er øðrvísi, og tað er nóg mikið. Ein annar svimjari kallast Býtti-Sámal, ikki tí hann er býttur, men góðtrúgvin og tykkin. Tað [...] Seinasta søgan er tittulsøgan »Hotel Heyst«. Hon er um lívið á eini pleygudeild, har fyristøðukvinnuni avgjørt ikki dámar broytingar. So tá ið ein ung hjálparkvinna fer undir at lætta um lívið hjá teimum