FÓTBÓLTUR: Í morgin verður árligi fundurin millum Fótbóltssamband Føroya og feløgini.
Fundurin verður í B36-húsunum frá klokkan 10.00, og til viðgerðar er fótbóltskappingin 1997, útgreiningar í kappingarreglunum og spælaraavtalur.
Fundurin, sum verður hildin á hvørjum ári, tekur saman um farna kappingarár, og fyrireikar til komandi aðalfund.
Í skrivi, sum er sent feløgunum heitir FSF staðiliga á feløgini um at møta til fundin og koma við málum, sum skulu viðgerast.
Vanligt er, at fleiri feløg ikki møta til fundin, og tað heldur FSF verða sera óheppið, tí fundurin hevur stóran týdning.
1997 var eitt meiri ófriðarligt ár, enn nógv av teimum undanfarnu, og tí verður uttan iva nógv at tríva í á fundinum í morgin.
Og lagt er eisini upp til, at útgreiningar skulu gerast av kappingarreglunum.
Málið um avtalur millum feløg og spælarar fer utan iva at verða kjakast nógv um, og FSF fer á fundinum at leggja eitt upplegg fyri feløgini at kjakast um. Hetta mál verður ivaleyst tikið fram aftur á aðalfundinum, sum verður eftir ársskiftið.