Síggi fram til størri samvinnu millum Føroyar og Grønland

Undir vitjan síni í Føroyum nýtti grønlendski landsstýrisformaðurin eisini høvi til at hitta umboð fyri føroyska bróðurflokkin


Áðrenn grønlendski landsstýrisformaðurin fór av landinum í gjár ynskti hann at hitta umboð fyri føroyska bróðurflokkin, javnaðarflokkin.

-Vit fingu eina sera hugnaliga løtu saman og prátaðu um fleiri av teimum málum, sum bæði londini hava felags áhuga í sigur formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard og sipar her til ríkisfelagsskapin, heimastýrislóg, blokkstuðulin, oljumenningina, fiskivinnumál, ES, Útnorðursamstarvið o.a.

Við á fundinum vóru eisini Marita Petersen, Henrik Old og Jógvan Adolf Johannesen. Eisini nýtti Jonathan Motzfeldt høvi til at hitta sín fyrrverandi kollega, Atla Dam. Teir báðir vóru leiðarar í Grønlandi og Føroyum um sama mundið.

Jóannes Eidesgaard sigur, at Motzfeldt legði alstóran dent á ynski hjá grønlendingum at fáa danir at fíggja eina umvæling av mongum av teimum bygningum o.ø. , sum danir hava verið við til at byggja frá fyrstan tíð.

-Vit tosaðu eisini nógv um tær báðar ymisku skipaninar, sum bæði londini hava á oljuøkinum, har Grønland hevur eina avtalu, sum sigur, at oljuinntøkur skulu býtast helvt um helvt, og har hetta so verður hildið heilt uttan fyri blokkin. Hjá okkum í Føroyum ráða vit fult yvir inntøkunum tó at tær skulu dragast frá blokkinum, um olja verður funnin.

Motzfeldt var annars sera áhugaður í at vita, hvat innihaldið er í tí uppskoti, sum javnaðarflokkurin er komin við í seinastuni í sambandi við viðurskiftini við Danmark.

-Vit tosaðu nógv um ES og har eru vit so fult og heilt samdir um, at vit skulu vera uttan fyri ES. Men tó so at vit eiga at hava eina sokallaða ?berøringsflatu? við ES, soleiðis at vit í Útnorði kunnu hava ein fyrimun av einum ella øðrum samstarvi eitt nú á umhvørvisøkinum.

Umboðini fyri báðar javnaðarflokkarnar vóru samd um at menna samstarvið í Útnorði, soleiðis at vit í framtíðini koma at standa enn sterkari saman.

-Tað besta forum at menna samstarvið haldi eg

er Útnorðursamstarvið heldur enn at londini sínamillum á landsstýrisstøði arbeiða við hesum. Og nettup tað at Jonathan Motzfeldt hevur tikið við leiðsluni í Grønlandi haldi eg kann fáa stóran týdning fyri hetta samstarvið, ið hann annars hevur gingið á odda fyri sigur formaður javnaðarfloksins, sum fegin sær eitt økt samstarv millum Føroyar og Grønland.

Síggi fram til økt samstarv

Áðrenn Jonathan Motzfeldt fór av Havnina tíðliga mikumorgunin segði hann við Sosialin, at hann hevði fingið nógv burtur úr vitjanini og sá fram til eitt økt samstarv millum londini.

-Vit hava eitt gott land og tit hava eitt gott land. Latið okkum hvør í sær og eisini í felag røkja hesi góðu lond. Saman kunnu vit gera nógv gott fyri bæði londini sigur Motzfeldt, sum fegin sær samstarvið í Útnorði ment enn meira.