Jan Dam knokkroyttur av FIFA

Fótbóltur: Landsliðsspælarin hevur fingið 40.000 krónur í bót fyri ov nógv gul og reyð kort í farnu HM-undankapping

Jan Dam telist millum mest royndu føroysku landsliðsspælararnar í fótbólti, og hesa vikuna hevur hann kent sviðan av, at tað kostar at fáa gul og reyð kort í altjóða fótbólti.

Jan Dam fekk heili fýra gul kort og eitt reytt kort í farnu HM-undankapping, og mánadagin avgjørdi altjóða fótbóltssamgongan FIFA, at tað skal hann hava 8.000 sveisarfrankar í bót fyri, og tað svarar til knappar 40.000 føroyskar krónur.

Eftir at Jan Dam hevði fingið reytt kort í dysti móti Malta á Svangaskarði, var talan um, at hann skuldi fáa fleiri dagar leikbann, men hann fekk bert eina dagin. FIFA boðaði samstundis frá at málið fór at verða viðgjørt aftur seinni.

Og tá FIFA á fundi mánadagin viðgjørdi fleiri líknandi mál, góvu teir fyrstu bótina til føroyskan fótbóltsspælarar nakrantíð.

Bótin er so stór, at hon verður ikki bara goldin við einum bláum girokorti á Posthúsinum ein fríggjadag seinnapart, og tí fer FSF at gjalda bótina fyri Jan Dam.


Føroyskar umstøður

Føroyska fótbóltssambandið fer at gera eina roynd, at greiða FIFA frá, hvussu umstøðurnar hjá føroyskum fótbóltsspælarum at vinna pening eru, og at okkara umstøður ikki kunnu líknast saman við umstøðurnar aðrastaðni í Europa.

Men tað er ikki vist, at FIFA ger nakað sum helst við bótina hjá Jan Dam, tí bøtur upp til 20.000 sveisarfrankar kunnu ikki kærast, tær eru endaligar, og tá føroyskur fótbóltur vil verða við millum teir stóru, verður hann helst eisini noyddur at gjalda stóru bøturnar.


Kundi havt kosta 50.00 krónur afturat

Fótbóltssamband Føroya kundi lættliga havt fingið enn eina stóra bót frá FIFA, tí á fundininum mánadagin vóru fleiri lond revsað fyri, at áskoðarar brustu fýrverk undir altjóða dysti.

Bæði Ungarn og Jugoslavia fingu 50.000 krónur í bót fyri hetta, og hevði FIFA-umboðsmaðurin, sum var á Svangaskarði til dystin millum Føroyar og Kekkia, havt latið FIFA frágreiðing um, at eisini føroyingar bresta fyrverk á áskoðaraplássunum, kundi slík bót eisini verið á veg hendanvegin nú.

FIFA avgjørdi á fundinum mánadagin, at grikkar skulu hava 75.000 sveisarfrankar í bót fyri rokið á áskoðaraplássunum, tá Danmark vann sær HM-luttøku fyri nøsini á grisku áskoðarunum.