viðvíkti, við tað at talan var um eitt kooprativ, men eisini tá talan var um nýggjan teknikk, var Ísvirkið ein sera áhugaverd nýskapan. At royndin kortini miseydnaðist, er ein søga fyri seg. Tað var so nógv [...] ongin. Slett ongin. Meðan tað eina ránið verður kallað tað sum tað er, kriminalitetur, eitur hitt ránið privatisering. Men úrslitið er neyft tað sama. Meðan tað eina ránið var framt við maskinbyrsum, bleiv [...] at arbeiðarastættin á Tvøroyri hevði tað somikið gott, at tað var óneyðugt at halda dagin longur. Fuglfirðingar hava síðani miðskeiðis í 70?unum hildið 1. mai, og inni í Runavík royna tey eisini at hátíðarhalda
ljóðviðurskifti. - Ja, nógv góð fólk vóru inni í myndini, tað var næstan so, at tað besta var ikki nóg gott. Fólk søgdu eisini tá, at um tað var so gott, hví so ikki leggja tað í Keypmannahavn? - Eg hugsi aftur [...] í og eigur sín lut í ætlanini. - Tað gjørdust somu fólk, sum lótu húsið byggja, sum lótu húsið upp. Tað er jú syrgiligt, um ein bara segði, at hetta var tað og nú má tað sigla sín egna sjógv, sigur Cold [...] Norðurlandahúsið frama. Ikki bert skúlatalur, men framtíðarætlanir - Húsið, ætlanin. Tað var jú mest hugtakandi, tá tað ikki var har, tí síðani kom gerandisdagurin jú, hugleiðir Cold um tunga burðin viðvíkjandi
eg at tað breyt frammanfyri, og at tað var ov seint at bakka, tí vit sigldu við fullari ferð. Eg royndi at venda, men ov seint var, sigur Torbjørn Jacobsen um óhappið. Hansara meting er, at tað hevur verið [...] sigur Torbjørn. ? Eg haldi ikki tað gekk nógv meiri enn ein góður minuttur frá tí tað brast til teir stóðu á dekkinum, og tað var ongantíð nøkur ábending um panikk, og tað er einastandandi tá ein verður [...] Tað var skiparin sjálvur, sum stóð á brúnni, tá Halgafelli rendi á land, innanskers við Andoynna í Norðurnoregi. Hann sigur, at veðrið var ringt; hvassur vindur við grovum ælingi, tá tað hendi, og í slíkum
helst, tí hon var ikki fullmannað. Hetta forðar kortini ikki Jógvani Við Keldu, sum var burturstaddur, at gera egnar niðurstøður. Í Dimmu 17. február byrjar hann grein sína við orðunum, at tað er ?ilt hjá [...] løgmann venda sær til danir og Nato, at løgmaður vísti á tað sama, og at okkara fundarskrivari og Sigmund Isfeldt vístu á tað sama. Hetta er púra rætt og tað veit alt Føroya fólk. Men so skrivar hann: ?Í SvF [...] og hevur kannað hetta málið, uttan at fara umvegis Ríkisumboðið!? Hetta er púra rætt, tí tað, eg spurdi um, var, hví løgmaður ella umsitingin bara fór til Ríkið, tá eg metti, at løgmaður heilt náttúrliga
Tað ber ikki til fyrst at selja fiskin, har man fær mest fyri hann, og síðani siga, at tað eru hini sum hava skylduna fyri, at tað ikki fæst meira fyri hann. Tosið snýr seg um hvørt føroyingar gera nóg [...] forntsoldátar í søluliðnum. Bjarti Mohr heldur, at tað verður gjørt ov lítið við framleiðslu av lidnum vørum, sum meiri peningur fæst fyri, og tað hann vísti á var, at søluliðið ger ov lítið fyri at fáa føroysk [...] Johannes heldur ikki at tað ber til at lasta søluliðið fyri at teir, sum eiga skipini og virkini, selja fiskin har teir fáa mest fyri hann. ? Tað ber ikki til at selja luft. So einfalt er tað. Tá talan er um at
føroyingar kunnu bjóða út tað, sum er føroyskt og bretar tað, sum er bretskt. -Men eg haldi, at fyri allar partar vil tað vera betri, um ein verður samdur fyrst um, hvar markið skal vera. Tað vil vera betri, at [...] fyritøkunum í Noregi, nevniliga Norsk Hydro. Sum ein av stjórunum í hesi risafyritøku var tað náttúrligt, at Tor Lund var við á samkomuni í Listaskálanum herfyri, tá felagið saman við tí bretska oljufelagnum [...] antin tað verður Amerada Hess ella Norsk Hydro, sum skal vera opertørur fyri ein serstakan teig (blokk). Tor Lund var annars sera væl nøgdur við tiltakið í Listaskálanum herfyri. Stórur áhugi var fyri
um, at málið er tað fyrsta. Í fyrstani var tað talaða orðið í Føroyum latið í sálmasang, kvæði, sagnir og ævintýr, orðatøk, orðafelli, hittinorð o.s.fr.. Alt livdi á mannamunni. Tað var livandi, og ikki [...] eigur tað at vera. Tað talaða orðið manna millum í Føroyum hevur verið okkum kært. Skriftmálið er ungt, og hevur skaldskapurin fyri tað mesta liva á mannamunni. Vit kenna frá skriftini? í fyrstani var orðið [...] dugdu so væl at taka til, tí kann verða sagt, at tað føroyska málið er eitt poetiskt mál. Hetta kann vera ein orsøk til, at málið hevur tað snið og skap, sum tað hevur. Nú renna mær í hugan t. d. Maria Mikkelsen
skúla, varð nevnt eitt einasta orð við hana. Mamma hennara og tað, at hon var deyð, varð bara tagt burtur. Hetta var ikki nakað, ið tosað var um. Bundin av kúnni Brynhild fór ikki, sum flestu gentur tá, [...] á Viðareiði. Sára var av Skælingi og kom til Viðareiðis til systir sína Onnu, sum var gift har norðuri. Sára og Olaf fingu 6 børn, tríggjar gentur og tríggjar dreingir. Brynhild var triðja barnið í røðini [...] segði, at tað var gikt. Hon tveitti seg ofta á songina, tí hon ikki orkaði, sigur Brynhild. Lívið kollvelt Olaf tosaði ofta við konu sína og bað hana fara til lækna, men Sára segði bara, at tað nyttaði einki
tá ein broyting kemur í. Vit sóu tað tá PBS innførdi gjøld fyri noturnar frá sletunum, men tað vardi bert stutta tíð, so var tað góðtikið. Janus Petersen sigur, at tað er dýrt hjá peningastovnunum at umsita [...] Føroya Banka. Vit spurdu hann fyrst um tað ikki var heldur seint, at koma út við einum tílíkum skrivi so stutt áðrenn skipanin kom í gildi. ? Tað veit eg ikki. Tað hevði møguliga verið rættari, at boða [...] meta ikki at tað er ein peningastovnsuppgáva, at flyta lønir. Í hvussu er ikki ókeypis. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa nakra viðmerking frá peningastovnunum í gjár, men eftir at blaðið var farið til prentingar
ns var vitjanin umborð á Statoil boripallinum Veslefrigg, sum lá og boraði nakað væl úr landi. -Tað eg beit merki í var, at eingin olja var at síggja nakra staðni. Har var so reint og reint, og tað segði [...] eygum, tí tú hevur upplivað tað longu. Og tá kunnu vit eisini betur siga, at tað ber til at seta krøv til eitt nú trygdina og umhvørvið. Hitti fýra orkumálaráðharrar Tað var so ikki bert talan um at síggja [...] -Fyri tann, sum ikki hevur verið á eini oljuframsýning og -ráðstevnu av slíkum slag sum ONS 98 var tað, er tað ein ótrúlig uppliving at vera har fyri fyrstu ferð. Hetta er ein sera ógvuslig men eisini sera