? Harrin gevur styrki sum ikki kann greiðast frá

Sum so mong onnur børn tá í tíðini, vórðu Brynhild og systkin hennara skild sundur, tá mamman brádliga doyði frá teimum. Hon var bert 12 ára gomul, tá hon gjørdist móðurleys. Kreppuhjálp fanst eingin tá, og tey vaksnu góvu sorgini hjá børnunum lítlan ans. Søgan um Brynhild er bert ein av teimum sorgarleikum, sum var so mongum føroyskum børnum fyri

Brynhild Absalonsen úr Klaksvík er ættað av Viðareiði. Hon er dóttir Sáru og Olaf Joensen á Viðareiði. Sára var av Skælingi og kom til Viðareiðis til systir sína Onnu, sum var gift har norðuri.
Sára og Olaf fingu 6 børn, tríggjar gentur og tríggjar dreingir. Brynhild var triðja barnið í røðini. Systir hennara, Herborg, var tvey ár yngri enn hon, og millum Brynhild og Solvejg vóru 4 ár.
Men, sum hjá so mongum børnum tá í tíðini, sluppu hesar tríggjar systrarnar ikki at vaksa upp saman. Mamma teirra doyði brádliga eftir eina skurðviðgerð, bert 45 ára gomul.
? Eg minnist, at mamma fekk herðindi við pínu inn í huppin, og læknin segði, at tað var gikt. Hon tveitti seg ofta á songina, tí hon ikki orkaði, sigur Brynhild.
Lívið kollvelt
Olaf tosaði ofta við konu sína og bað hana fara til lækna, men Sára segði bara, at tað nyttaði einki, tí læknin hevði sagt, at tað var gikt.
Men pínan versnaði, og at enda noyddist Olaf at ringja til lækna. Síðani varð Sára send við læknabátinum til Klaksvíkar á sjúkrahúsið.
Olaf fór sjálvsagt við konuni til Klaksvíkar, og við sær í læknabátin tók hann Solvejg, sum fór til pápabeiggja sín í Klaksvík at vera.
Soleiðis bar tað á, at dagin fyri 12 ára føðingardagin hjá Brynhild, fóru mamma hennara og fýra ár yngra systirin heimanífrá. Hvørgin teirra kom aftur í húsið. Sára doyði óvæntað eftir skurðviðgerðina, og Solvejg varð verandi í Klaksvík hjá pápabeiggjanum.
Yngsti beiggin, Heini, var eisini í Klaksvík eina tíð, men kom tó norður aftur og gekk í skúla á Viðareiði. Nøkur ár frammaundan var hin systirin, Herborg, farin til fastur sína suðuri í Vági at vera.
Næstelsti beiggin, Arni, doyði bert 22 ára gamal av lungnabruna. Hann gjørdist sjúkur niðri og er grivin har.
Deyðsboðini
Jórun, systurdóttir Brynhild, hevur í lítlum bóklingi, ætlað eftirkomarum hjá Sáru og Olafi, skrivað nakað av tí, sum Brynhild minnist frá heimi sínum. Har fortelur hon m.a. frá, tá ið deyðsboðini komu av mammuni.
Vit lata Brynhild siga frá:
"Eg minnist at Billa Fuglø, sum var nærmasti granni okkara, kom inn. Pápi hevði ringt til hennara og biðið hana sagt okkum, at mamma var deyð. Abbi kom inn aftaná henni. Eg helt, at Billa hevði fingið ilt í armin, tí hon helt um albogan og sá so syndarlig út. Og við tað, at abbi kom aftaná henni, so helt eg, at hann skuldi hjálpa henni. Hann var altíð tann, sum dugdi at hjálpa og binda til, tá okkurt var áfatt.
Pápi hevði biðið eina konu á Viðareiði vera hjá okkum, og hon var inni saman við Arna, næstelsta beiggja mínum, og mær. Tá segði Billa: "Nú er mamma tín deyð."
Arne kom niður av loftinum at vita, hvat var áfatt, tí hann hoyrdi gangin frá mær. Tá Billa segði tað sama við hann, fór hann beinanvegin aftur á loftið. Eg veit ikki, hvat bleiv av honum.
Billa tók meg heim við sær, og eg minnist, hon einaferð segði, at hon mátti fara at vita, hvat varð vorðið av Arna. Men eg fekk ongantíð at vita, hvussu Arne hevði reagerað. Arne fylti 14 ár dagin eftir, at mamma doyði.
Elsti beiggin, Halldór, var til skips tá og fekk ikki deyðsboðini, fyrr enn hann kom í land.
Hann fór beinanvegin umborð aftur og legði seg í koyggjuna at gráta. Hann var bert 16 ára gamal."

Einsamøll við sorgini
Um tey vaksnu tá í tíðini hava hugsað nakað um, hvat gekk fyri seg í høvdinum á einum barni ella tað, sum kundi níva barnasinnið, er ilt at siga. Í hvussu er varð lítið tosað við børnini um lívsins viðurskifti og enn minni um deyðan.
Kanska hevði hvør dagur nóg mikið í sær sjálvum, soleiðis at eingin orka var eftir at taka sær av, hvat eitt lítið barnahjarta mátti sakna.
Fyri børnunum var lívið og tess upphav eitt loyndarmál, sum tey sjálvi máttu finna út av ? og deyðin var ikki nakað, ið tosað varð um.
Brynhild sigur víðari frá:
? Eg minnist, at tá vit vóru í kirkjugarðinum, kom ein kona yvir til mín og tók tvørtur um meg. Henda konan var tann einasta, sum tók tvørtur um meg. Hon føldi við mær, tí hon hevði sjálv mist mammu sína á ungum árum. Hesa konuna gjørdist eg so góð við eftir hetta, sigur hon.
Heldur ikki, tá Brynhild kom aftur í skúla, varð nevnt eitt einasta orð við hana. Mamma hennara og tað, at hon var deyð, varð bara tagt burtur. Hetta var ikki nakað, ið tosað var um.
Bundin av kúnni
Brynhild fór ikki, sum flestu gentur tá, út at tæna. Hon helt ikki, at hon kundi fara frá pápa sínum og beiggjunum.
Tá Brynhild var 15 ár, fór arbeiðsgentan, sum hevði verið hjá teimum, síðani mamma hennara doyði. Tá gjørdist Brynhild bundin av at passa húsið og kúnna.
Hvønn morgun skuldi kúgvin hava fóður og mjólkast. Øskan skuldi berast út, og torv takast inn. Lívið hjá Brynhild var ógvuliga ólíkt tí hjá eini 15 ára gamlari gentu í dag.
Men hóast sorgina, stríðið og saknin, so vóru nógvar góðar og ljósar løtur ímillum.
Um várið veltu tey epli. Hon minnist, hvussu stuttligt tað var at taka tey upp seint á sumri ella um heystið, og hvussu væl tey smakkaðu.
Í novembur 1939 giftist Brynhild við Stefan, sum eisini var av Viðareiði. Tey fingu 60 góð ár saman. Brynhild og Stefan fingu 6 børn.
Elsti sonurin, Jóhannes, druknaði 28 ára gamal og dóttirin, Sára, doyði av krabbameini 56 ára gomul.
Tann mótgongd, sum hevur verið Brynhild fyri í lívinum, hevur merkt alt hennara lív.
- Hóast eg ikki fati tað, sum hendir, so havi eg frá Harranum fingið eina styrki, sum eg ikki skilji sjálv - og enn minni eri før fyri at greiða frá, sigur Brynhild.