Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um lønarflytingar og ómaksgjøld.
Føroysku peningastovnarnir og Postverkið hava avgjørt at taka 3 krónur fyri hvørja lønarflyting, tí teir meta ikki at tað er ein peningastovnsuppgáva, at flyta lønir. Í hvussu er ikki ókeypis.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa nakra viðmerking frá peningastovnunum í gjár, men eftir at blaðið var farið til prentingar fingu vit orð á Janus Petersen, stjóra í Føroya Banka.
Vit spurdu hann fyrst um tað ikki var heldur seint, at koma út við einum tílíkum skrivi so stutt áðrenn skipanin kom í gildi.
? Tað veit eg ikki. Tað hevði møguliga verið rættari, at boða frá fyrr, men soleiðis gjørdist tað ikki, og í og fyri seg er tað líkamikið, um boðini eru komin nú ella um tey komu fyrr.
Janus Petersen heldur, at reaktiónin hevði komið allíkavæl.
? Tað er altíð soleiðis, tá ein broyting kemur í. Vit sóu tað tá PBS innførdi gjøld fyri noturnar frá sletunum, men tað vardi bert stutta tíð, so var tað góðtikið.
Janus Petersen sigur, at tað er dýrt hjá peningastovnunum at umsita lønarflytingarnar hjá virkjunum.
? Vit skulu, afturat øllum øðrum kostnaðum, hava fólk til at taka sær av lønarflytingunum og tann kostnaðurin er so nógv hægri enn 3 krónur pr. flyting, sigur hann
Bara manuellar flytingar
Janus Petersen heldur ikki, at hetta við ómaksgjøldum hevur so nógv uppá seg, sum tað verður gjørt til.
Tey flestu av teimum stóru virkjunum brúka longu sum er tær elektronisku skipaninar, t.. e. antin disklar ella heimabankaskipaninar, meðan tað serliga eru smærru fyritøkurnar, sum brúka manuellar flytingar. Og tað verða tær smærru fyritøkurnar, sum koma at gjalda fyri tænasturnar, sigur Janus og skundar sær at leggja afturat:
? Men hesum fara tær ikki á heysin av, tað er púra vist.
? Hugsa tær ein handil við tveimum starvsfólkum. Fáa tey mánaðarløn, so er ómaksgjaldið seks krónur um mánaðin. Tað er ikki nógv, hóast alt, sigur Janus Petersen.
Verður brúkt
alla aðrastaðni
Í øllum øðrum londum kring okkum er tað so, at kundarnir hjá peningastovnunum gjalda ómaksgjald fyri tænasturnar.
Her í Føroyum gera vit tað ikki og tað heldur Janus verða skeivt.
? Brúkaragjaldið er ein skilagóð loysn, sigur hann .
? Peningastovnarnir fara altíð at kappast uppá rentumarginalin, men hann er so nógv minkaður og fer framvegis at minka, sigur Janus Petersen og leggur aftruat:
? Tað er jú ikki møguligt hjá okkum, at áseta tann rentumarginal vit ynskja. Tað ber jú ikki til, at áseta ein rentumargingal uppá 10 prosent, tí so rýma kundarnir til aðrar peningastovnar. Tí verða vit noyddir at laga okkara virksemi eftir tí hjá kappingarneytunum og tá gerst okkara rentumarginalur líka lítil, sum hjá hinum peningastovnunum. Soleiðis er tað.
? Tað merkir so eisini , at vit verða noyddir til at hyggja at hvørjir kostnaðir eru tengdir at hvørji einstakari tænastu.
Janus Petersen, stjóri sigur, at henda útrokning hevur víst, at tað kostar peningastovnunum rættuliga fitt av peningi, at halda slíkar tænastur opnar fyri kundunum, og tær eru allar ókeypis, fyri kundarnar.
Sum dømi nevnir hann lønarflytingarnar á postverkinum.
? Postverkið hevur ongan rentumarginal at vinna útreiðslurnar av lønarflytingunum inn aftur. Tí hava teir í grundini eina útreiðslu av at gera lønarflytingar og tað kann so avgjørt ikki vera meingin, sigur Janus Petersen.
Hann nevnir at føroyska peningarensli kostar eini 50 mió. krónur at reka og at tað eru peningastovnarnir sum gjalda meginpartin av hesum.
? Vit halda tí at tað er rættari, at kundarnir koma at gjalda ein part av hesum útreiðslum, sigur Janus Petersen.
Fleiri nýggjar
edv-tænastur
Hóast tað tekur eitt sindur longri tíð í Føroyum, so er edv-tænastan og útboðið av slíkum rættiliga gott.
Peningastovnarnir hava fleiri tænastur til kundarnar og tað er bara ein spurningur at fáa kundarnar at brúka hesar tænastur.
Men er tænastugjaldið ikki eitt slag av pressión, soleiðis at kundarnir hugsa tann vegin?
? Tað er ikki ætlað so, men tað kann síggja soleiðis út. Og tað ger heldur einki, at teir fara at hugsa handa vegin.
? Vit eru væl á veg við eini dagførdari heimabankaskipan til virkir og tað sigur seg sjálvt, at vit fegnir vilja hava virkini at brúka tær skipanir vit gera, sigur Janus.
? Hetta gevur eisini virkjunum ein møguleika at sleppa undan ómaksgjøldunum, sigur Janus Petersen, stjóri at enda










