? Gerið tit sjálvir av hvar útgerð-arhavnin skal liggja

-Føroyskir politikarar og vinnulívið í Føroyum eiga at finna fram til, hvar ein oljuútgerðarhavn skal vera. Tað eiga oljufeløgini ikki at leggja seg út í. Vit brúka ta havnina, sum okkum verður álagt at brúka sigur ein av stjórunum í oljufelagnum Norsk Hydro, Tor Lund. Hann heldur tó, at tað er góð tíð til at taka støðu til hetta. Ikki fyrr enn olja er funnin eigur ein at gera av í hvønn mun spurningurin um bygdamenning og útgerðarhavn eiga at tengjast saman.

Hann eitur Tor Lund og er ein av oddamonnunum í eini av størstu fyritøkunum í Noregi, nevniliga Norsk Hydro. Sum ein av stjórunum í hesi risafyritøku var tað náttúrligt, at Tor Lund var við á samkomuni í Listaskálanum herfyri, tá felagið saman við tí bretska oljufelagnum LASMO, hevði boðið vinnulívsfólki, listarfólki, politikarum og umboðum fyri feløg og stovnar til eina samkomu.

Tor Lund arbeiðir dagliga í altjóða oljudeildini hjá Norsk Hydro. Har hevur hann verið í 8 ár, og tekst í dag við nýggj øki, sum Norsk Hydro hevur áhuga fyri. Og her eru Føroyar eitt av teimum mest týdningarmiklu.

Hann sigur, at ein orsøkin til, at teir hava so stóran áhuga fyri Føroyum, er tann, at jarðfrøðin við Føroyar tykist líkjast tí norska landgrunninum nógv. Sama er við bretska økinum vestan fyri Hetland.

Tor Lund heldur, at teirra royndir á norskum øki, kunnu vera hentar, tá farið verður at leita eftir olju og gassi við Føroyar.

Hjá Norsk Hydro verður í løtuni arbeitt við tí tilfari, sum er tøkt um føroyska landgrunnin. Tað næsta verður so at bora nakrar brunnar fyri at fáa fleiri jarðfrøðiligar upplýsingar.

Norsk Hydro arbeiðir saman við Amerada Hess, Lasmo og Dong. Ein ?føroyskur? serfrøðingarbólkur við umboðum úr hesum feløgum arbeiðir í dag í London burturav við tí føroyska økinum. Tor Lund sigur, at tað er gjørd ein avtala í bólkinum um, at bæði Amerada Hess og Norsk Hydro kunnu vera operatørar á føroyska landgrunninum. Higartil hevur so Amerada Hess fyri tað mesta umboðað bólkin.

-Vit hildu tað tí vera rætt at koma til Føroya og greiða frá, hvat vit standa fyri og hvat íkast vit kunnu geva leitingini við Føroyar.

Tor Lund sigur víðari , at teir í bólkinum fara at taka støðu til, áðrenn ein umsókn verður latin inn um leiting, antin tað verður Amerada Hess ella Norsk Hydro, sum skal vera opertørur fyri ein serstakan teig (blokk).

Tor Lund var annars sera væl nøgdur við tiltakið í Listaskálanum herfyri. Stórur áhugi var fyri tiltakinum, og teir fingu nógvar áhugaverdar fyrispurningar.

-Slíkt tiltak tænir fyrst og fremst tí endamáli, at bæði vit og føroyingar kunnu læra hvør annan at kenna. Skulu vit til at arbeiða í hesum nýggja umhvørvinum, so krevur tað eisini, at vit læra bæði land og fólk at kenna, og vit halda tað eisini vera rætt, at tit vita, hvørjir vit eru og hvat vit standa fyri.

Tor Lund heldur føroyingar vísa stóran áhuga fyri hesum nýggja og vilja vita meira um, hvat alt hetta snýr seg um. Tað tekur hann sum eitt sera positivt tekin og minnist aftur á gongdina í Noregi, tá oljuvinnan tók seg upp har.

Tá bóru fiskimenn ótta fyri tí ávirkan, sum henda nýggja vinnan kundi fáa á teirra vinnu. -Men í dag kunnu vit siga, at hesin óttin var rættiliga ógrundaður.

Skal Tor Lund koma við nøkrum góðum ráðum til føroyingar út frá royndum sínum, so mælir hann avgjørt okkum til at vísa størsta varsemi við íløgum, áðrenn ein veit nakað um olju og gass í heila tikið.

-Eingin kann í dag siga við vissu, um olja og gass er í føroysku undirgrundini. Tí mugu tit vera varnir við bæði íløgum og eisini hvat ein tilrættaleggur uppá longri sikt.

Í dag arbeiðir Norsk Hydro fyrst og fremst í Norðsjónum. Men haraftrat í Angola og Namibia, vestara partinum av Ruslandi, á landgrunninum út fyri Kanada og New Foundland og so við Føroyar.

Tor Lund dylur ikki fyri, at teir prioritera føroyska landgrunnin høgt.


Útgerðarhavnin eitt føroyskt mál

Tað var um sama mundið sum Tor Lund vitjaði í Føroyum, at orðaskiftið um útgerðarhavnir tók seg upp. Hann sigur, at teir í Noregi høvdu eitt líknandi orðaskifti seinast í 70-unum og fyrst í 80-unum.

-Sum eitt útlendskt oljufelag, ið vil arbeiða í føroyskum øki, fara vit ikki at leggja okkum út í, hvar ein oljuútgerðarhavn verður løgd. Hetta er eitt føroyskt mál, sum føroyskir politikarar og vinnulívsmenn sjálvir mugu taka støðu til.

Tor Lund vil tó mæla til, at føroyingar semjast innanhýsis um, hvar ein slík støð skal vera. Fyri oljufeløgini hevur tað minni at siga, hvar ein útgerðarstøð liggur. Tað mest umráðandi er, at tað er ein útgerðarstøð, sum øll oljufeløgini kunnu brúka og sum kann veita tær tænastur, ið tørvur verður á.

Vit spurdu Tor Lund, um tað er ov tíðliga longu nú at skula gera av, hvar útgerðarhavnin skal vera?

-Tað er eisini nakað, sum føroyskir politikarar mugu finna út av. Tí tað eru jú teir, sum hava eftirlit við tímaætlanini, tvs. hvat og nær nakað skal henda.

Hann leggur tó aftrat, at tað er góð tíð til at umráða seg í. Tað tekur ikki so nógva tíð at fáa tann útbúnaðin, sum skal brúkast, til vega, tá farið verður í gongd.

-Í veruleikanum kann ein bíða við hesum til teir fyrstu teigarnir eru latnir oljufeløgunum, tí sjálvt eftir tað fer at ganga ein tíð við rættiliga drúgvum kanningum, áðrenn borað verður.

Nú eitt danskt felag og eitt skotskt hava bjóðað seg fram til at byggja útgerðarhavnir í Føroyum spurdu vit Tor Lund, hvussu føroyskir myndugleikar skulu velja og vraka í hesum máli?

-Í eini leitifasu, har talan verður um at bora eitt avmarkað tal av brunnum, verður bert brúk fyri eini útgerðarhavn. Antin føroyskir myndugleikar velja tað eina ella hitt staðið, so eru vit nøgdir við tað.

Tor Lund vil tí ikki her og nú velja millum Drelnes og Sund ella annað pláss í Føroyum. Hann sigur, at hevur tú eina útgerðarhavn, sum hevur gott atløgupláss og góðar goymsluumstøður, so hevur tað minni at siga, um útgerðarhavnin liggur í Havn ella aðrastaðni.

-Teinurin til ein boripall verður so mikið langur, at nakrir kilometrar meira ella minni hava ikki so nógv at siga.


Góð tíð til orðaskifti um regionalpolitikk

Heldur Tor Lund tað vera rætt at tengja spurningin um útgerðarhavn saman við bygdamenning?

-Sjálvur komi eg úr strandanoregi og havi tí upplivað alt hatta orðaskiftið frá tí eg var smádrongur. Slíkt orðaskifti er heilt náttúrligt, tá nýtt virksemi tekur seg upp.

Eg haldi, at ein eigur at vera varin við ikki at hyggja ov langt fram í eini latifasu. Kanska verða bert boraðir nakrir fáir brunnar, og tað vísir seg, at einki er at finna. Verður olja funnin, so ber tað til væl til politiskt tá at gera langtíðarætlanir fyri virksemi og hvar hetta skal vera. Tvs. at orðaskiftið um í hvønn mun útgerðarhavn skal tengjast at spurninginum um regionalpolitikk - bygdamenning - hevur ikki akuttan skund. Tað kann bíða til ein veit, um olja finst her.

Tor Lund vísir á gongdina í Norðurnoregi, har norska stórtingið álegði Statoil at brúka serstakar útgerðarhavnir til virksemi sítt har.

-Men tá tosa vit um ein útvikling yvir 20 til 30 ár, og tá er náttúrligt, at politikarar taka støðu til plasering, og um basavirksemi skal brúkast politiskt til at varðveita ella menna eitt ávíst øki í landinum.

Tor Lund heldur tí, at føroyingar eiga ikki at hugsa so nógv um bygdamenning í sambandi við eina útgerðarhavn longu nú. Tí eingin kann í dag siga við vissu, um henda støðin fer at virka í meira enn bert eitt stutt tíðarskeið.

Tað hann annars hevur sæð av havnum í Føroyum, so er ikki tørvur á at gera størri íløgur í basavirksemi í løtuni. Talan er bert um onkrar smávegis ábøtur.

-Men fyri allar partar vil tað í longdini vera best, um arbeitt verður út frá eini útgerðarhavn, heldur enn at virkssemið verður spjatt til fleiri pláss.

Samanumtikið heldur Tor Lund, at spurningurin um at tengja bygdamenning saman við basavirksemi kann viðgerast tá og um olja verður funnin. Eftir tað er tíð til at viðgera tann spurn-ingin og seta hann í samband við, hvussu vit ætla at menna samfelagið sum heild.

-Føroyskir politikarar og vinnulívið á staðnum eiga at gera av, hvar ein møguligt framtíðar útgerðarhavn skal liggja og í hvønn mun hon skal taka hædd fyri útviklinginum í samfelagnum annars.


Greenpeace og føroyska økið

Nú umhvørvisfelags-skapurin Greenpeace er farin í hernað móti nýggjum boringum á eitt nú norskum øki spurdu vit Tor Lund um ein ikki kann rokna við at fáa trupulleikar við júst Greenpeace, tá farið verður at bora við Føroyar um eina tíð?

Sjálvur heldur hann ikki, at tað verður lætt hjá Greenpeace at steðga útviklinginum her. Tað verður truplari hjá Greenpeace at fremja atgerðir kring Føroyar enn t.d. í Norðurnoregi eitt nú orsakað av frástøðu millum land og møguligar boripallar.

Men hvat hevur hann at siga til ?No new oil? herferðina hjá Greenpeace?

-Eg havi sæð og hoyrt, hvat teir halda. Vit hava so eina aðra áskoðan. Eg trúgvi tað verður ómetaliga torført at loysa hetta við einum dialogi. Tú megnar ikki at sannføra Greenpeace, at teir mistaka seg eins og tað heldur ikki hevur gjørt tað í spurninginum um hvalin. Hvat tú enn sigur, so eru báðir partar so mikið sannførdir í sínum máli, at tað ber ikki til at koma til nakra semju.

-Men hevur Greenpeace ikki rætt, tá tað verður sagt, at vit eiga at gera íløgur í varandi orkukeldur ?

-Jú. Og tað verður eisini gjørt. M.a. framleiðir Norsk Hydro nógva orku úr vatni, so mikið nógva, at Noreg í dag fær alla elorku, ið brúkt verður, frá vatnorkuverkum.

Tor Lund vísir á, at tað í dag verður nógv granskað í varandi orkukeldum kring allan heimin, men hóast hetta er stórur tørvur á orku, og harímillum tí slagi av orku, sum í dag ikki fæst frá varandi orkukeldum. Her vísir hann serstakliga til flutningsøkið. Bæði hvat skipum, bilum og flogførum víðvíkur vil tað vera torført at ímynda sær, at brúktar vera varandi orkukeldur. Annars gera nógv oljufeløg í dag gera íløgur í varandi orkukeldur.

-Nú siga Greenpeacefólkini, at tað er ikki neyðugt at leita eftir nýggjum oljukeldum, tí tær verandi keldurnar goyma nóg mikið av olju til at nøkta tørvin?

-Tað finnast stórar eykagoymslur sum er. Men framleiðslan er eisini stór. Í dag verða framleitt millum 70 og 80 mill. føt um dagin. Tað ger, at ein er noyddur til at finna meira olju, um ein skal hava eina langtíðar framleiðslu.

Vit spurdu Tor Lund, hvat hann hevur at siga til úttalilsini hjá aðalskrivaranum í norska senterflokkinum í Sosialinum fyrr í ár um, at føroyingar eiga longu frá byrjan av avmarka talið av teigum og heldur leggja seg eftir at lata nøkur fá og stór oljufeløg sleppa at bora?

-Ein kann siga fyri og ímóti tí. Tað vit síggja alla staðni er, at lond vilja luta út so nógvar teigar sum gjørligt frá byrjan, meðan áhugin í oljuídnaðinum er stórur. Ein av orsøkunum er tann, at myndugleikarnir tá kunnu fáa betri treytir ígjøgnum seinni. Tá tað fyrst eru boraðir nakrir brunnar, sum geva negativt úrslit, kann tað vera torførari hjá myndugleikunum at fáa oljufeløg at góðtaka harðari treytir.

Tor Lund vil ikki gera viðmerkingar til møguleikarnar at finna olju við Føroyar, men í einum heilt nýggjum øki, har tað ikki er leitað áður, er tað oftani minni enn 10% møguleiki fyri at finna olju. Tað merkir, at teir flestu brunnarnir vilja verða negativir.


Hittu oljumálaráðharran

Undir vitjanini í Føroyum nýttu umboðini fyri bæði Norsk Hydro og Lasmo høvi til at heilsa uppá nýggja oljumálaráðharran.

Tor Lund heldur tað vera sera positivt, at Føroyar hava peikað út ein persón, sum politiskt skal hava ábyrgdina av oljumálum. Tað ger tað eisini lættari hjá oljufeløgunum.

-Vit hava eisini havt fund við oljufyrisitingina, og eg haldi, at tit í Føroyum eru komin sera væl áleiðis við at fyrireika tykkum til eina oljuvinnu við m.a. at fáa tey fólk og ta vitan, sum brúk er fyri.

Nú gera vit okkum tilreiðar til at vera við í tí fyrsta útbjóðiningarfarinum. Nær henda rundan verður er upp til føroyingar. Vit brúka tíðina fram til tann dagin til at arbeiða víðari, og tá føroyingar seta hol á runduna, so vera vit klárir við eini umsókn.

Hann skilur annars væl føroyingar, at ein er eitt sindur varin við at bjóða út, nú markið ikki er ásett. Hetta kann loysast við eini politiskari semju ella kann ein semjast um, hvat ein er ósamdur um, tvs. at ein hevur eitt øki ímillum, sum framvegis er umstrítt, og har føroyingar kunnu bjóða út tað, sum er føroyskt og bretar tað, sum er bretskt.

-Men eg haldi, at fyri allar partar vil tað vera betri, um ein verður samdur fyrst um, hvar markið skal vera. Tað vil vera betri, at tann dialogurin kom, áðrenn eina leiting, enn um hann skal koma eftir, at eitt fund er gjørt.


Millum tey størstu í Noregi

Norsk Hydro er eitt altjóða orkufelag. Felagið umger orku til ymsar vørur. 37.000 fólk starvast hjá felagnum, harav 17.000 í Noregi. Felagið er heimsins størsti framleiðari av nitrogentøð. Fyritøkan er eisini av tann størsti aluminiumframleiðarin í Europa. Haraftrat verður magnesium og PVC framleitt. Eisini stendur fyritøkan fyri eini munandi framleiðslu av alilaksi. Haraftrat umger Norsk Hydro farmaseutiskar vørur úr burturkastinum frá alingini. Umframt hetta er Norsk Hydro ein týðandi oljuframleiðari á norska landgrunninum. Fyritøkan framleiðir 800.000 føt av olju um dagin, sum svarar til 1% av heimsframleiðsluni.

51% av fyritøkuni eru ogn hjá norska statinum. Men verður annars rikið sum var talan um eitt privat felag. Í dag telist Norsk Hydro millum tær størstu fyritøkurar í Noregi. Kværner hevur fleiri fólk í arbeiði, men Norsk Hydro hevur størri umsetning. Tó er Statoil størst, tá talan er um nettoinntøku.