Dagfinn Olsen
Steen A. Cold var við allan vegin, tá hugsanin og varisligu royndirnar byrjaðu, ið seinni fostraðu næststørstu ætlan í norðurlendskum mentanaramstarvi nakrantíð, nevniliga Norðurlandahúsið í Føroyum. Tann størsta var Nordsat, ein sjónvarpsfylgisveinur, men hetta datt niðurfyri.
Mirakuløst projekt
Men hvussu minnist Steen A. Cold afturá tíðina, áðrenn ætlanin gjørdist veruleiki og eisini tíðina sum stjóri í Føroyum.
- Við takksemi og eg hugsi afturá við gleði, sigur Cold.
Hann var við í norðurlendskum arbeiðsbólki, sum skuldi fyrireika húsið, føroysk umboð sótu eisini í bólkinum. Serfrøðingur úr Ungarn var eisini í myndini og vitjað varð í ymsum mentanarhúsum.
- Hetta var jú eitt "mirakuløst projekt". Og eingin visti, um tað nakrantíð bleiv til nakað, sigur Cold, sum eisini fegnast um stuðul, sum feløg, stovnar og kommunur vístu ætlanini, tá ferðast var í Føroyum.
- Tað skuldi entusiasma og mót til at fáa ætlanina í lag, og har eigur Dánjal Pauli Danielsen at nevnast, bóndi í Búðini á Velbastað, og táverandi politikari, ið gekk á odda í stríðnum fyri at vinna hugsanini um Norðurlandahúsið frama.
Ikki bert skúlatalur, men framtíðarætlanir
- Húsið, ætlanin. Tað var jú mest hugtakandi, tá tað ikki var har, tí síðani kom gerandisdagurin jú, hugleiðir Cold um tunga burðin viðvíkjandi Norðurlandahúsinum.
Og hann nevnir fleiri persónar, sum í dag meira og minni standa skrivaðir í gloymibókini, men vert er at hugsa um, at tað var Ellintur Patursson, sum fostraði hugsanina og legði uppskot fyri Norðurlandaráðið um opera- og konsertsal í Føroyum. Sviin Jan Stjarnstedt, svenskur undirvísingarstjóri, legði eisini nógva orku í og eigur sín lut í ætlanini.
- Tað gjørdust somu fólk, sum lótu húsið byggja, sum lótu húsið upp. Tað er jú syrgiligt, um ein bara segði, at hetta var tað og nú má tað sigla sín egna sjógv, sigur Cold.
Hann er samdur í, at tað hevur gingið væl og eisini at hugburðurin er broyttur frá tí, at húsið er staðið har bara ávís - "tey fínu" - hittast.
- Hinvegin er vert at leggja sær í geyma hugsjónina, at húsið ikki skal gerast sum eitt hvørt bygdahús, har fólk koma uttan nakra miðvísa ætlan, endurgevur Cold ein norskan ráðharra.
- Tað varð nógv hugsað tá, og tað eigur ein ikki at gloyma, tí einki verður til av sær sjálvum, sigur Cold um væl eydnaðu ætlanina, Norðurlandahúsið, sum er eindømi og sum nú verður 20 ár.
Hann fegnast um góðu ummælini, sum húsið javnan fær, t.d. fyri ljóðviðurskifti.
- Ja, nógv góð fólk vóru inni í myndini, tað var næstan so, at tað besta var ikki nóg gott. Fólk søgdu eisini tá, at um tað var so gott, hví so ikki leggja tað í Keypmannahavn?
- Eg hugsi aftur á við gleði. Og eg vóni, at nú 20 ár eru liðin, so verður høvið nýtt til at klárleggja framtíðarætlanirnar. Vónandi verða ikki bert vanligar skúlatalur at hoyra, hóast tað altíð er stuttligast at bara koma og hoyra eitt kór syngja og so framvegis, sigur Steen A. Cold.
Ræður um at skapa eitt hugtak
Og hann váttar, at Norðurlandahúsið so avgjørt er ein varði, tá tað snýr seg um avrik hansara.
- Tað er ein varði í mínum virksemi, Tað er eitt heppi hús. Men vit eiga ikki at gloyma undangongumenninar, t.d. Ellint Patursson, sigur Steen A. Cold, sjálvur partur av undangonguliðnum.
Og meira ella minni í trúnaði og við farra av skemti greiðir hann frá, at eingin nakrantíð trúði uppá, at hetta gjørdist veruleiki, men tað vóru kreftir, sum arbeiddu hart, m.a. áðurnevndi svenskí undirvísingarstjórin.
- Og so vóru tað jú vit onnur, embætisfólkini. Ein segði við okkum, at vit kundu ikki taka avgerðir, men vit kundu ávirka. Um t.d. málið kom nóg ofta á dagsskrá, so kom tað einaferð til viðgerðar. Og so við og við, so skapar ein eisini eitt hugtak, sum fólk, politikarar, fáa áhuga í og tey spyrja, hvussu tað nú er við hasi ætlanini, hugleiðir Steen A. Cold, sum fegnast um at hava fingið høvi at koma til Føroya nakrar ferðir, eftir stjóratíð sína fyri 20 árum síðani.
Cold skrivar í dag bøkur og undirvísur, eftir at vera farin frá sum mentanarstjóri í Keypmannahavn og leiðari við Kulturby '96 ætlanina.
- Norðurlandahúsið lærdi meg nógv, sigur Steen A. Cold.










