sigur einki um í hvussu stóran mun føroyskt loftrúm er nýtt, ella um tað í heila tikið er nýtt farna árið. Helst veit løgmaður einki um, hvat fyrifarist er, og neyvan fær hann nakað at vita framyvir heldur [...] innliti og avgerðarrætti í øllum hugsandi málum í hesum umfari. Hugsandi er, at spenta støðan millum Irak og USA liggur aftanfyri. Her er stór ósemja í ST og millum NATO-londini, men óhugsandi var, at føroyingar [...] málið er lýst, fáa vit føroyingar einki innlit í tey átøk, ið ætlast at fara fram í føroyskum loftrúmi. ?Upplýst verður, at talan verður um flúgving við vandamiklum góðsi, og í hesum sambandi er eingin
minnist ikki markanta profilin hjá flokkinum í málum viðvíkjandi javnstøðu og kvinnurættindi? Hvussu er í dag? Er tað løgið, at progressivar kreftir í Føroyum gerast vónbrotnar, tá Tjóðveldisflokkurin í so stóran [...] Nú er tað ikki rætt, sum Høgni Hoydal sigur í viðmerking, at vit her á hesum stað altíð eru eftir Tjóðveldisflokkinum ? tað man valdast um eyguni, sum síggja. Tá vit so skriva um Tjóðveldisflokkin eitt [...] eitt nú í samband við samgonguna við Miðflokkin, so er tað tí, at vit høvdu væntað okkum meir av hesum flokki. Tá Fólkaflokkurin gerst kreativur við kvotum ella sendir Landsverkfrøðingar til hús, so eru tað
koma vit natúrliga inn á holdningar, hugburð til lívið. Tað er jú soleiðis, at í øllum tíðarskeiðum er ymiskt, sum er "hugsa-ndi", og annað, sum er "óhugsandi", um vit kunnu brúka tey orðini. Eg meini t.d [...] smokkar skjótt moralskt niðurundir. Eitt mannfelag, sum ikki roynir at skilja millum, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er rætt, verður andliga brekað. Og eitt fólkasamfelag, sum ikki søkir sær tann vísdóm [...] tekur undir við tí. Men ætlar Høgni sær at trumfa hetta ígjøgnum, ja, so veit hann, at samgongan er rokin. Her er als eingin diskussión! Eg fari at heita á Høgna Hoydal um beinanvegin at sleppa ætlanunum
at siga tað, tí so vistu vit øll onnur tað. Men soleiðis er veruleikin ikki, og tað vita ikki bert tit. "Hvokkin er hann Grímur á skóg" Munur er á, tá Erlendur gekk við røttum ryggi og á sín serliga hátt [...] Tekniskt samstarv kenna vit frá løgtinginum, tá vit velja nevndir. Samgongan hevur ein valbólk og andstøðan sín. Men onkursvegna er eitt slíkt tekniskt samstarv byrjanin til eitt meira skipað samstarv [...] Og tykkara atgongumerki til nýggju bonaðu gólvini er fingið til vega við hjálp frá Nyrup, Holger K og Marianne Jelved. Leikluturin sum leysgangari er trupul og strævin, og Erlendur hevur neyvan havt tað
eisini er áhugavert er, at hyggja vit at tíðarskeiðnum 1997-2003 sæst, at inntøkur landskassans (uttan ríkisstuðulin) eru øktar úr 1,9 mia. í 3,1 mia. tvs. við 1,2 mia. kr. - í sama tíðarskeiði er ríkisstuðulin [...] . Sparingar á minst 100 mió. kr. Eitt yvirskot er onki mál, ið sjálvum sær, men tá málið er, at gerast sjálvberandi og gerast óheft av ríkisstuðlinum er m.a. neyðugt at arbeiða til frama fyri støðugt størri [...] amboð til at náa teimum málum, ið samgongan hevur sett sær. Hetta sæst eisini aftur í fíggjarlógar-uppskotinum - í hvørtfall í ávísan mun. Nógv eru málini, ið samgongan hevur sett sær fyri og fari eg ikki
kr og sum einki oyra er sett av til. Har er skattalættin, sum er fráboðaður at kosta 55 mill. kr. frá 1. januar, og har er heldur einki sett av. Síðani kemur Postverkið, sum er eitt púra óloyst mál og [...] uppskotið fær frá samgonguni og ta stóru óvissu, sum er rundan um uppskotið. -Hetta minnir mest um eina pseudoviðgerð, har man ikki veit, hvat tað er man viðger. Man fær eitt uppskot á borðið, men veit [...] Jóannes Eidesgaard er ørkymlaður av fráveru løgmans. -Hann var við tann fyrsta dagin og hava vit ikki sæð hann síðani. Hetta er ein tann mest grundleggjandi viðgerðin á tingi, tí hon er fundamentið fyri
samkynd kemur við niðan í tingið, tá lóggávan er klár? -Tað eri eg als ikki samdur við honum í. Hetta er nakað, sum samgongan skal viðgera áðrenn. So tað er misskilt, tá Høgni Hoydal sigur, at hann skal [...] sum ikki eru líka. Tað er ein trupulleiki. Tú mást hava eina lóggávu, sum byggir á nøkur grundvirði. Og so kann man kjakast um, hvat tað er og vera ósamdur um tað. Men hjúnabandið er fyri mær kjarnan í d [...] tað er ikki ein einstakur landsstýrismaður ella løgmaður, sum leggur nakað mál fram. Tað er eitt landsstýri, sum leggur mál fram. Tvs. at fyrsta fortreyt fyri at kunna leggja eitt mál fyri tingið er tann
Rana og Miðflokkinum er støðan um skrásett parlag ógvuliga greið. ?Fyri okkum er tað so sera einfalt: Har bíblian er greið - og tað er møguliga støð, har hon ikki er greið - men tá hon er greið, tá ber ikki [...] fyri Miðflokkin avvísir staðilig, at teirra støða er ódemokratisk. ?Tað er júst demokrati, tá tú ger eina samgongu, sum er samd um ein politikk, men er kanska ósamdir um onkri mál, sigur Jenis av Rana, [...] ikki til at kjakast um hana. Tað er okkara tykki fullkomiliga skeivt, at tað føroyska tingið skal fara at kjakast um, hvørt tað er rætt, hvat bíblian sigur. Tað, sum bíblian sigur, skal bara yvirhaldast
tað sum er. Er tað gjørligt, so er tað fínt, men er tað ikki gjørligt, lat okkum so síggja, hvussu langt vit koma. Tað eg tosi um er broytt lóggáva. Hin parturin, sum ikki er broytt lóggáva, er tað sum [...] íløgusíðuni til í næsta ár. Síðani er enn eitt "stríðsmál" Vágs havn. Hon er eisini samtykt, men tað er stuðulsveiting, og tað er spurningurin, nær tað arbeiðið fer í gongd. Tað er tó ikki landsstýrið, sum byggir [...] Men spurningurin er at fáa politiska undirtøku fyri at avtaka tær, meðan tíð er. Tað er væl hetta, sum skal til nú. -Tað ljóðar so lætt og flott! -Tað veit eg og viðgangi eisini, at tað er ikki bara lætt
og Mao-líknandi sensurering av tí skapandi listini er skaðilig og skammilig fyri samfelagið. Eg veit ikki, hvat tað er fyri eitt samfelag, sum samgongan hevur ímynda sær, at einar sjálvsstøðugar Føroyar [...] mentan grør úr skapandi vilja og fyritakssemi hjá tí einstaka og í felagsskapi." Føroya Javnaðarflokkur er ímóti, at politikarar leggja leggja seg út í, hvussu listarfólk velja at nýta teir pengarnar, sum teimum [...] fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, at Gerhard sum løgtingslimur fyri flokkin úttalaði seg. Eg haldi at tað er umráðandi, at Javnaðarflokkurin sum tann einasti roynir at seta seg upp ímóti hesari religiøsu uppøsingini