Øssur rakti eitt eymt punkt
Tað var ikki hissini, sum greinin hjá Øssuri Dam Jacobsen tók báðum stavnamonnunum í Tjóðveldisflokkinum fast. Sjálvur haldi eg greinina hjá fyrrverandi tingmanninum vera bæði hóvliga og sakliga, men sjálvandi eitt sindur kryddrað, men tað skuldi man nú trúð, at menn sum eitt nú Torbjørn Jacobsen toldu. Men gakk.
Báðir eru teir í øðini um, at Øssur hevur avdúkað tekniska samstarvið, sum føroyski Tjóðveldisflokkurin nú eru farin inn í við m.ø. gamla arvafíggindan á Christiansborg danska Socialdemokratínum og sjálv-um Nyrup, sum sanniliga ikki altið hevur verið í krithúsinum hjá tjóðveldismonnum. Men soleiðis broytist so mangt.
Gaman í veit eg, hvat eitt tekniskt samstarv merkir, men um alt var so óskyldugt, hví leika Høgni og Torbjørn so í? Hví taka teir sær so nær av greinini hjá Øssuri? Kann tað hugsast, at samvitskan ikki hevur tað so gott, tá tað til stykkkis kemur?
Tekniskt samstarv kenna vit frá løgtinginum, tá vit velja nevndir. Samgongan hevur ein valbólk og andstøðan sín. Men onkursvegna er eitt slíkt tekniskt samstarv byrjanin til eitt meira skipað samstarv, soleiðis sum vit eisini kenna tað frá samgongu og andstøðu. Og gjarna tolir man tá meira enn tað at vera í stovu saman.
Samvitskubit í yvirmát
Men eg skilji teir væl, um teir hava samvitskubit. Tjóðveldisflokkurin hevur meira enn nakar annar flokkur altíð roynt at hildið eina ávísa frástøðu til danskan politikk. Erlendur Patursson, sáli var sum eg sjálvur leysgangari á Christiansborg, men nú hava politisku eftirkomarar hansara meldað seg sum fullgyldugan lim í eina parlamentariska nevnd í Fólkatinginum enn tá við hjálp frá Socialdemokratínum, SF, Radikalu og Eindarlistanum.
Til tess at leggja eitt roykslør fáa vit eina langan lestur um, hvussu ótrúliga nógv umboð teirra hevur fingið avrikað. Høgni fer so langt sum at siga, at Torbjørn hevur í eitt knapt ár avrikað meira, enn vit allir aðrir megnaðu í samfull 25 ár. Men um Torbjørn hevur verið so virkin og fingið so nógv úrslit eftir bert einum ári, hví so nú innlima seg inn í sjálvt hjartað í donskum politikki?
Gamalt er at siga, at sjálvrós stinkar. Og her ruggar ikki rætt, tá tit nú kenna eina slíka trongd til at greiða okkum øðrum frá, hvussu nógv úrslit liggja eftir tykkum á Christiansborg eftir einum slakum ári. Tí vóru tað verulig úrslit, so var ikki neyðugt hjá tykkum sjálvum at siga tað, tí so vistu vit øll onnur tað. Men soleiðis er veruleikin ikki, og tað vita ikki bert tit.
"Hvokkin er hann Grímur á skóg"
Munur er á, tá Erlendur gekk við røttum ryggi og á sín serliga hátt tosaði føroyinga søk á Christiansborg, til nú tit sita til háborðs við donskum parlamentarikarum innalaga í nevndarhølunum. Og tykkara atgongumerki til nýggju bonaðu gólvini er fingið til vega við hjálp frá Nyrup, Holger K og Marianne Jelved.
Leikluturin sum leysgangari er trupul og strævin, og Erlendur hevur neyvan havt tað so lætt. Tú ert einsamallur um alt. Øðrvísið er hjá tykkum, nú tit hava Norðuratlantsbólkin og harfatrat altíð kunnu halla tykkum til nýggju samstarvspartnararnar.
Men tað er so tykkara val. Eg veit ikki um eg kann loyva mær at enda við at sitera ein kendan javnaðarmann í Danmark, nú tit eftir øllum at døma eru komnir at kenna hvønnannan betur, men tað var Krag, sum segði kendi orðini "Man har et standpunkt til man tager et nyt."










