Fíggjarlóg 2003
-Eg havi verið við til at viðgera fíggjarlógaruppskot í 12 ár, men hetta havi eg ongantíð upplivað fyrr sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins eftir 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003. Hann sipar her til ta løgnu undirtøku, sum uppskotið fær frá samgonguni og ta stóru óvissu, sum er rundan um uppskotið. -Hetta minnir mest um eina pseudoviðgerð, har man ikki veit, hvat tað er man viðger. Man fær eitt uppskot á borðið, men veit, at tað, sum kemur aftur frá Fíggjarnevndini, um nakað kemur har frá í heila tikið, verður nakað heilt annað. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er sjálvandi vanligt, at tað henda broytingar undir viðgerðini. Men so stórar broytingar, sum tær, ið eru fráboðaðar, eru heilt óvanligar.
Floksformaðurin vísir á Norðoyartunnilin, sum skal fíggjast við 32,5 mill. kr og sum einki oyra er sett av til. Har er skattalættin, sum er fráboðaður at kosta 55 mill. kr. frá 1. januar, og har er heldur einki sett av. Síðani kemur Postverkið, sum er eitt púra óloyst mál og tykist ongan góðan at hava. Har eru 8 mill. kr. Nú nærkast teimum 100 mill. kr.
Bæði Kristina Háfoss og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðv. og Óli Breckmann úr Fólkafl. hava víst á, at tað skulu sparast millum 100 og 140 mill. kr. Óli hevur entá nevnt 200 mill. kr.
-Tað er ikki óvanligt, at tað fara fram justeringar í Fíggjarnevndini men tó ikki nakað, sum líkist hesum. Her er talan um, at tað skuldu henda umrokeringar fyri millum 100 og 200 mill. kr., áðrenn fíggjarlógin kemur aftur á tingborð. Tað lysti meg at síggja, hvussu hon tá fer at síggja út. Javnvágin er jú knív skørp sum er tvs. at eftir avdráttir eru 2 mill. kr. at rudda við. Hvar fer man so inn og sker fyri at finna upp til 200 mill. kr. í sparingum spyr formaður Javnaðarfloksins, sum sær fyri sær sera stórar rembingar millum teir báðar stóru samgonguflokkarnar. Tjóðveldisfólk halda, at tað eru teirra øki hetta fer at ganga út yvir, meðan fólkafloksfólk halda, at tað eru bert teirra fólk, sum spara.
Andsøgn oman á andsøgn
Undir fíggjarlógarviðgerðini nevndi framsøgumaður Javnaðarfloksins, Vilhelm Johannesen, at hann var sinnaður at fremja sparingar í almenna bygnaðinum og sipaði her til tey mongu nýggju ráðini, sum eru komin í kjalarvørrinum á bæði tí seinastu og hesi nýggju samgonguni. Meðan tað vóru seks stýri fyri fáum árum síðani, er talið økt til níggju undir verandi samgongu.
Jóannes Eidesgaard ivast í, um partamaður hansara fer at verða hoyrdur í Fíggjarnevndini, tí talið av ráðum er jú økt fyri at fáa ta politisku kabaluna at ganga upp og entá aðru ferð, fyri at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava kunnað sitið við valdinum.
-Her er alt í andsøgn við hvørt annað. Um somu tíð sum hesir flokkar økja talið á landsstýrisráðum og harvið økja munandi um almennu fyrisitingarútreiðslurnar tosa teir nú um at fremja sparingar í almennu fyrisitingini. Hetta hongur ikki saman. Tá Fólkaflokkurin hevur sitið í andstøðu - og hann er so mikið frekur at gera tað í samgongu eisini - hevur hann geilað tjakið upp um ta almennu umsitingina, sum verður pumpað upp og bólgnar og bólgnar. Eingin hevur verið meira grátigir enn júst teir. So eisini her er andsøgnin í hásæti.
Jóannes Eidesgaard sær fyri sær, at samgongan fer at koma sær út í nakrar veldugar trupulleikar fyri yvirhøvur at fáa fíggjarlógina at hanga saman, skulu teir halda tann málseting teir hava sett sær, nevniliga at útreiðslurnar skulu vera minni enn inntøkurnar. Hann dugir annars illa at ímynda sær, at samgongan hetta fyrsta árið torir at budgetera við einum halli. Tað vildi eisini verið ímóti tí yvirornaðu strategi samgonguflokkarnir hava um ein sjálvberandi búskap.
Formaður Javnaðarfloksins metir eisini, at samgonguflokkarnir sita í einum veruliga dilemma í løtuni, tí tað, sum spøkir og fer at spøkja aftur og aftur komandi tíð verður sannroyndin, at teir hava skorið 366 mill. kr. av blokkinum. -Hetta hava vit ávarað ímóti. Niðurskurðurin var alt ov drastiskur. Hetta er misseran. Tóku teir t.d - og sum vit mæltu til - og skóru blokkin við góðum 100 mill. kr., so høvdu vit framvegis havt 250 mill. kr. at gera gott við, og tá høvdu vit havt ein rímuligan møguleika at havt eina skilagóða fíggjarlóg. Men tað verður ringt hjá Tjóðveldinum at viðganga, at vit, sum ávaraðu móti niðurskurðinum, fingu rætt í síðsta enda.
Undir viðgerðini av fíggjarlógini varð fleiri ferðir funnist at løgmanni fyri ikki at vera tilsteðar. Eisini Jóannes Eidesgaard er ørkymlaður av fráveru løgmans. -Hann var við tann fyrsta dagin og hava vit ikki sæð hann síðani. Hetta er ein tann mest grundleggjandi viðgerðin á tingi, tí hon er fundamentið fyri alt komandi árið.Tí er tað ótrúliga løgið, at samgonguleiðarin als ikki luttekur í viðgerðini. Um hetta er tí, at hann ikki sær nakra loysn á málinum ella ikki dugi eg ikki at siga. Men tað eru øgiligir spenningar millum samgongumenn, og nógvir teirra eru sera ónøgdir við uppskotið. Tað havi eg so ongantíð upplivað áður.
Fíggjarnevndin í andstøðu til landsstýrið
-Hvat heldur tú verður úrslitið av hesi ónøgd og óvissu?
-Eg havi heitt á andstøðutingmenn í Fíggjarnevndini, at man nú fer at leggja trýst á samgonguna. At man setur seg aftur á og spyr, hvat teirra boð er. Tað kann ikki vera meiningin, at andstøðan fer inn og ger eitt uppskot, sum samgongan kann svølgja. At vit kunnu luttaka í onkrum konstruktivum er tó sjálvsagt.
Jóannes Eidesgaard staðfestir annars, at Óli Breckmann, formaður í Fíggjarnevndini, roynir at manna nevndina upp móti landsstýrinum. Hann sigur, at nú má øll Fíggjarnevndin, bæði samgonga og andstøða standa saman og seta landsstýrið uppá pláss. Tvs. tað er líkasum, at vit fáa eitt nýtt landsstýri í Fíggjarnevndini, tí man har ikki hevur álit á, at tað, sum er komið frá landsstýrinum, er gott nokk.
Formaður Javnaðarfloksins kemur bert til eina niðurstøðu eftir alt hetta, og hon er, at vit hava ein djúpt frustreraða samgongu í løtuni. -Úttalilsini hjá báðum landsstýrismonnunum í SVF hóskvøldið bera eisini tann sama vegin. Eg dugi ikki at síggja annað enn, at samgongan er á veg út í eina undirskotsfíggjarlóg. Og spurningurin, hvussu stórt undirskotið verður, veldst eisini um, hvussu samgongan ætlar at tacla mongu málsøkini. Hvat t.d. við Landssjúkrahúsinum. Kann samgongan liva við, at leiðslan á sjúkrahúsinum fyri at finnasparingar hevur givið kommunulæknunum boð um at halda aftur við at leggja sjúklingar inn? Alt bendir á, at samgongan er við at koyra seg sjálva fasta. Fíggjarlógin fer tí uttan iva at elva til nakrar álvarsligar rembingar í samgonguni - og tað er ikki óhugsandi, at hetta kann enda við sliti.
-Fer Javnaðarflokkurin at ganga við til stórar sparingar?
-Tað gera vit ikki.