So vítt til veggja skal tað ikki vera í Føroya Javnaðarflokki. Útsøgnirnar hjá Gerhardi Lognberg í Degi og Viku týskvøldi 15.10.02 vóru beinleiðis í andsøgn við bæði grundsjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum og valskránna hjá flokkinum til seinasta løgtingsval. Bæði tú og Gerhard Lognberg stillaðu upp og fóru til val við lyfti um, at: "...leggja dent á at menna umhvørvið fyri føroyskari mentan í øllum hennara fjølbroytni". Tit vóru samdir um, at: "Øll mentan grør úr skapandi vilja og fyritakssemi hjá tí einstaka og í felagsskapi." Føroya Javnaðarflokkur er ímóti, at politikarar leggja leggja seg út í, hvussu listarfólk velja at nýta teir pengarnar, sum teimum verða játtaðir á fíggjarlógini. Og hetta var undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, at Gerhard sum løgtingslimur fyri flokkin úttalaði seg.
Eg haldi at tað er umráðandi, at Javnaðarflokkurin sum tann einasti roynir at seta seg upp ímóti hesari religiøsu uppøsingini, sum fer fram í Føroyum í dag. Hesin samanvavsturin av religiøsaru niðurgeringini av minnilutabólkum og Mao-líknandi sensurering av tí skapandi listini er skaðilig og skammilig fyri samfelagið. Eg veit ikki, hvat tað er fyri eitt samfelag, sum samgongan hevur ímynda sær, at einar sjálvsstøðugar Føroyar skula verða. Men Javnaðarflokkurin skal undir ongum umstøðum stuðla samgonguni í at royna at skapa eitt samfelag, har Miðflokkurin og ein partur av Fólkaflokkinum setir dagsskránna, tá tað snýr seg um mentan og siðalæru!