sangarar, 10 tónleikarar og 10 dansarinnur, og her verður bæði kórsangur og solosangur at hoyra. Orkestrið, sum spælir undir, er Tangz saman við nøkrum blásarum. Í kórinum eru núverandi og fyrrverandi næmingar [...] vendu sær móti kríggi og burtur frá materialistisku verðini og strembanini eftir persónligum fíggjarligum vinningi. Í staðin leitaðu tey saman í fríari samvershættir, har hugflog og skapanargleði hevði stóran [...] kristindómsins) og skal vera merkt av, at fólk fara at liva meiri í samljóði við hvørt annað og náttúruna. Hair Tónleikur: Galt MacDermot Tekstur: James Rado/Gerome Ragni Kórarr.: Jens Johansen og Zacharias
vilja heldur hava okkurt at flenna at. Og tað fáa teir í hesum leikinum. Har er skemt á høgum og láturligum støði, hendingarnar eru buldrandi komiskar, og tá Jan Gardar og Hans Hjalti Skaale skræða kokkaklæðini [...] serstakliga undirhaldandi og skemtilig farsa um tað sum hendir, tá ólag kemur á familjulívið. Og tey flestu mundu hava ilt við at lata sum einki, tá Adelborg Linklett gjørdi seg sum kátur og uppfinnsamur kokkur [...] leikinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, og teir standa seg sera væl. Leikurin, sum er franskur, er sera væl umsettur, og fyri tað mesta er talan um livandi og vanligt gerandismál. Onkuntíð er onkur setningur
rð, pappír, nógvar hendur og fínar, hvítar manchettir á borðinum, og dýrar dokumentmappur og blankt bustaðir svartaskógvar undir borðinum í besta Hollywood stíli, skapa spenning og helst mistankar hjá [...] n, og onki er at vera errin av, tvørturímóti. Men hvat hendir nú? Broytt mannagongd Nú verður so tann broyting, at vit sleppa at fylgja við, tá samráðingarnar verða hereftir, og tað er bæði gott og minni [...] gingin á møti. Børnini ganga og mala, tí tíðin gongur, og nú er ikki so stuttligt at sleppa frá at fara í skúla longur,. Tey størru eru farin at óttast fyri próvtøkunum í summar, og foreldur teirra smærru hava
staðfest á alistøðini Alilaks í Fuglafirði. Økið er avbyrgt, og landsdjóralæknin arbeiðir við at finna fram til, hvaðani sjúkan er komin, og hvussu forðast kann fyri, at hon breiðir seg. Fyribils er allur [...] illgruna um, at kanska var ILA komið í ringin. Royndir vórðu tiknar og sendar til Noregs til kanningar. Úrslitið av kanningunum kom mánadagin, og tað vísti, at royndirnar vóru positivar. Beinan vegin vórðu tiltøk [...] økið er avbyrgt, og eingin óviðkomandi sleppur at alibrúkinum yvirhøvur. Tað verið seg fólk, skip ella bátar. Einans teir alibátarnir, sum neyðugir eru fyri at koma at ringunum. Fóðurbátar og brunnbátar skulu
Nú gongur tú og grætur eftir annu Mariu. Tað man vrða ringt hjá tær at fata, hví øll sum tú ert so góð við, fara upp til Jesupápa. Góðu tit øll, ommur og abbar. Hanna, Ditlev og elsa og Rólant, mostrar [...] pápabeiggi, langommurnar og systkinabørnini øll. Má Harrin troysta tykkum, og hjálpa tykkum ígjøgnum hesa sváru tíð. Góðu Elsebeth, Ludvík og lítla Elsa, vit hugsa um tykkum, og vit eru mong, ið biðja fyri [...] Harran, bert 5 mánaðar gomul. Góðu Elsebeth og Ludvík, ta stuttu tíð, tykkum unntist at hava Sólfríð hjá tykkum, varð ein rík og signað tíð. Hon var ein sólstrála, og Elsa gleddist yvir at hava fingið eina
Súsanna setti sítt álit á, og eg veit eisini, at í Hansara hendur hava tit eisini lagt tykkara stóru sorg, og bert har frá Honum er linni og hjálp at heinta. Harrin styrki tykkum og tykkara nærmastu. Fyri [...] fáa fleiri við á møti og tað eydnaðist. ? Saknurin er nívandi, og tú spyrt, hví skuldi alt hetta henda ? ein dag fáa vit svarið. Eisini dugdi tú at skemtast og hava tað stuttligt, og nógvar hevði tú vinirnar [...] hvat tú skldi læra til. Marna og Karl, tit hava mist tykkara einasta barn, slagið er hart og saknurin er svárur. Í støðu sum hesari er tað bert Ein, sum kann hjálpa, og tað er Hann, sum eg veit, at Súsanna
gomlum bólkum, eitt nú Agip og Marathon - Statoil og Enterprice - Mærsk Olie og Gas og Veba Oil og Esso og Mobil, sum eru løgd saman til Exxon Mobil. Eisini hava vit so hitt føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni [...] Texaco, Conoco og Murphey og ?Saga? bólkurin við Saga Føroyar (sum Norsk Hydro eigur), Total Fina Elf (sum er eitt felag) og Anadarko. Aftrat hesum eru so eisini smærri sokallaðir bólkar og restir av gomlum [...] so eru tó fleiri ivamál. Og hesi snúgva seg fyrst og fremst um tilbúgving og umhvørvisspurningar. Tað hevur verið víst á, at Føroyar eru ikki klárar til eina oljuleiting, og at vit heldur ikki verða tað
meiri enn fýra vikur og fólkaskúlin liggur í skeljasori. Skúlaleiðslurnar vísa á, at skúlagongdin er púra óforsvarlig og tað kann ikki vera rætt at halda skúla undir hesum treytum og tí halda vit, at tíðin [...] smáum børnum henda illfýsuta fríggjarmorgunin og onki fáa burturúr-uttan karm. Teir skúlarnir, sum blivu blokeraðir í gjár vóru allir skúlarnir í Havn og í Klaksvík, teir báðir skúlarnir á Tvøroyri, umframt [...] hevur vart so leingi uttan at nakað hendir ? Nú er tolið hjá okkum uppi og skúlagongdin er heilt óforsvarlig, tí alt liggur í sori. Og vit kunnu ikki góðtaka, at skúli verður hildin undir hesum umstøðunum
oyðileggja moralin hjá monnum: ? Eg havi verið sjómaður fyrr og havi sæð, hvussu mennirnir hava ligið og gotta sær við tí! Og so koma teir í skúrin aftur, og tú fært teir ikki at tosa annað prát, fornuftigt prát [...] sigur Diana Joensen, sum heldur, at fólk mugu eisini brúka sítt egna hugflog. ? Hvør einstakur hevur sín tørv og sítt egna hugflog. Tað nýtist okkum ikki at hava slík bløð til, slær hon fast. Kundarnir [...] bólkar: Hart og bleytt. Tað harða vildi hann ikki selt av ótta fyri at missa kundar. ? Bløð sum Penthouse og Playboy áttu ikki at virkað frástoytandi á nakran. Men hetta er desiderað porno og tað hevði eg
omman, gubbar og gummur, nú so eina ættin, skúlafelagir og vinir býurin, oyggin og landið Súsanna so ung, hon fevndi vítt og rakti djúpt Samkenslan við øllum foreldrum og systkjum, ætt og vinum ið hesuferð [...] varðar, vitar og gongustjørnur á lívsins stetlandi vallaraferð millum himmal og jørð jørð og himmal trilvandi millum himmalskar og jørðiskar fyrimyndir Ímyndir og fyrimyndir vit fylkjast og gleðast um sum [...] - hennara hugflog, vit og trúgv fylgja fyrimyndarliga okkum øllum ið upplivdu og livdu í hennara rúmd Í okkum, okkara hugaheimi og millum okkum livir hon í okkara trúgv og vón er lívið lív og deyðin deyður