Frálíkur skemtileikur

Seks í pyjamas man vera ein tann mest undirhaldandi leikurin, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag nakrantíð hevur spælt

Tað kann valla blíva nógv betur, tá áhugaleikarar fara at spæla ein skemtileik.

Seks í pyjamas, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag frumsýndi fríggjakvøldið, er ein serstakliga undirhaldandi og skemtilig farsa um tað sum hendir, tá ólag kemur á familjulívið.

Og tey flestu mundu hava ilt við at lata sum einki, tá Adelborg Linklett gjørdi seg sum kátur og uppfinnsamur kokkur, ella tá Jan Gardar royndi at halda vónini og humørinum uppi.

? Nú er alt sum tað skal vera, pástóð maðurin í húsinum, meðan fløkjurnar og misskiljingarnar vóru fleiri, enn tær nakrantíð høvdu verið.

Einki hekk saman, alt var kolasvørt lygn, og tá tey, sum høvdu avtalað at lumpa hini, sjálvi vórðu lumpað, var fløkjan fullkomin.


Nógv ferð

Sum navnið gevur eina varisliga ábending um, eru tað seks leikarar í nýggja leikinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, og teir standa seg sera væl.

Leikurin, sum er franskur, er sera væl umsettur, og fyri tað mesta er talan um livandi og vanligt gerandismál. Onkuntíð er onkur setningur í so pappírskendur, men tað er undantakið.

Og so gongur tað bara við fullari ferð mesta av tíðini, replikkirnar eru stuttar, og stóran part av tíðini snýr tað seg um samanspæl millum tveir ella fleiri leikarar.

Tá skal timingin verða góð, og tað var hon eisini til frumsýningina. Onkur einstakur svipsari var, men tað gjørdi einki við heildarmyndina av einum frálíkum leiki, og slíkt verður bara betri og betri, sum leikararnir verða enn tryggari við leikin.


Vilja heldur flenna

Seks í pyjamas man vera nakað av tí mest undirhaldandi, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur spælt, og tað skal minni enn vanligt hugflog til fyri at ímynda sær, at leikurin verður væl móttikin.

Tað sigst, at klaksvíkingar ikki tíma at ganga til álvarsligar leikir, teir vilja heldur hava okkurt at flenna at.

Og tað fáa teir í hesum leikinum.

Har er skemt á høgum og láturligum støði, hendingarnar eru buldrandi komiskar, og tá Jan Gardar og Hans Hjalti Skaale skræða kokkaklæðini av Adelborg Linklett, er skemtið fullkomið ? bæði tað við tí lokala dáminum, og tað sum øll kunnu flenna eftir.

Jú, tað ber sanniliga til at flenna eftir einum pyjamas...