Rytmiska kórið í Hoydølum skipar enn einaferð fyri Hár Konsert. Hetta gjørdi kórið eisini í 1997, men talan er um heldur størri tiltak hesaferð. Eini 100 fólk luttaka. Byrjað verður við kórinum úr Kambsdali, Tangz spælir egin løg og eisini er soloduett á skránni.
Konsertin hevur fingið heitið, tí kórið m.a. fer at framføra 9 av best kendu løgunum úr rocksangleikinum »HAIR«. Í hesum parti av konsertini fara at luttaka umleið 50 sangarar, 10 tónleikarar og 10 dansarinnur, og her verður bæði kórsangur og solosangur at hoyra. Orkestrið, sum spælir undir, er Tangz saman við nøkrum blásarum. Í kórinum eru núverandi og fyrrverandi næmingar í Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum.
Um sangleikin »HAIR« er at siga, at hann fyrstu ferð varð framførdur í 1968. Hann avmyndar livihátt og hugsunarháttin hjá hippie-ungdóminum (»Love and Peace«-ættarliðið), sum vendu sær móti kríggi og burtur frá materialistisku verðini og strembanini eftir persónligum fíggjarligum vinningi. Í staðin leitaðu tey saman í fríari samvershættir, har hugflog og skapanargleði hevði stóran leiklut. Ein sá tað m.a. á klæðunum. Tónleikur, litir og dansur vóru týðandi tættir í hesum lívshátti og hetta royna vit at gera eitt sindur burturúr á konsertini.
Alternativir hugsunarhættir vóru royndir, m.a. eysturlendskur. Eftir astrologiskari tíðarhugsan nevnist nýggja tíðarskeiðið, sum vit koma inn í um ártúsundskiftið, fyri »The Age of Aquarius«, t.v.s. øldin hjá Vatnberanum. Henda nýggja tíðin kemur eftir øldina hjá Fiskinum (tíð kristindómsins) og skal vera merkt av, at fólk fara at liva meiri í samljóði við hvørt annað og náttúruna.
Hair
Tónleikur: Galt MacDermot
Tekstur: James Rado/Gerome Ragni
Kórarr.: Jens Johansen og Zacharias Sørensen
Sjálv Hair konserin tekur einar 45 minuttir.
Konsertin verður annars fjølbroytt. Eitt minni kór úr Hoydølum við 12 sangarum fer at framføra tvey swingløg saman við bigbandi, mannað við fólki úr Hoydølum og uttanífrá, Tangz fer at framføra egin løg, Johanna av Steinum og Christina E. Mørkøre fara at syngja soloduet, og harafturat fer Studentaskúlakórið á Kambsdali eisini at syngja.
Kostnaður 60 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn undir 13 ár.