?Vit vóru ov góðtrúnir? segði løgmaður !! og so er tað sagt!
Tey sum her heima ávaraðu um úrslitið, áðrenn 17 manna nevndin fór avstað, fingu brigsl um at koma við ræðumyndum, at grava seg niður í skotgravir, at sláa hvønn annan í høvdið o.s.fr. frá varaløgmanni, Høgna Hoydal, konstruktørinum av framtíðar fullveldinum.
At danski statsministarin enn einaferð bar seg klossut at, er ongin umbering fyri, at vit onnur skuldu gera tað sama. Men nú eru tey so heimafturkomin, og onki er at vera errin av, tvørturímóti. Men hvat hendir nú?
Broytt mannagongd
Nú verður so tann broyting, at vit sleppa at fylgja við, tá samráðingarnar verða hereftir, og tað er bæði gott og minni gott, tí almenna kjakið kann spilla samráðingar á vegnum, tað má ásannast. Tað positiva er tó við broyttu mannagongdini, at nú skuldi ikki verið neyðugt, ella opportunt, at gita ella kanska illteinkja nakran. Heldur ikki skuldi tað verið so áhugavert at rekonstruera ella gera film, har blonk samráðingarborð, pappír, nógvar hendur og fínar, hvítar manchettir á borðinum, og dýrar dokumentmappur og blankt bustaðir svartaskógvar undir borðinum í besta Hollywood stíli, skapa spenning og helst mistankar hjá hyggjaranum.
Nú skulu vit vita, hvussu samráðst verður, tí tað er okkara framtíð og framtíðin hjá okkara eftirkomarum!
Men herheima..
Men hvat hendir so heima, meðan hesin leikur fer fram?
? Jú, sáttmálasettu lærarar fólkaskúlans eru í verkfalli, tí krøv teirra í sambandi við nýggju fólkaskúlalógina verða ikki gingin á møti. Børnini ganga og mala, tí tíðin gongur, og nú er ikki so stuttligt at sleppa frá at fara í skúla longur,. Tey størru eru farin at óttast fyri próvtøkunum í summar, og foreldur teirra smærru hava trupulleikar og ótta fyri teirra børnum ,tí tey ivast í, hvar tey nú eru?..
? Landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur givið boð um, at lærarnir skuldu fáa lønina, hóast teir fóru í verkfall, meðan landsstýrismaðurin við fíggjarmálum gevur onnur boð?.
? Landsstyrismaðurin við mentamálum hevur givið Sjónvarpi Føroya tørvandi pening av ?renslinum?, hóast fíggjarnevndin segði nei og bað hann fara til løgtingið. Løgtingsgrannskoðarnir vísa nú á, at ongin útreiðsla má vera hildin uttan heimild, og sostatt er hetta brot á stýrisskipanarlógina?
Og fleiri dømi kundu verið tikin fram, m.a. um kirkjulógirnar, sum vóru samtyktar á løgtingi, men sum landsstýrismaðurin ikki dámdi, og tí avgreiddi hann ikki tað, honum var álagt, fyrr enn hann at enda varð so kroystur, at hann noyddist at akta.
Men fremsti maður landsins, sum samb. stýrisskipanarlógini skal síggja til og hava eftirlit við, ?at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt?, hvat sigur hann? Jú hann sigur aftaná 17 mars:
»Vit vóru ov góðtrúnir.«
Sum maðurin segði á sinni: ?Og disse regeres vi af..
Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin