Suðuroyggin
á Grækarsmessu ár 2000
Tjaldrið, dúgvan og pisan
fræls millum himmal og jørð
ímyndir og fyrimyndir vit fylkjast um
Vælkomin tjaldur, ljóðar kring landið
fólk gleðast og fylkjast
tjaldrið, ímyndin um vár, sól og frælsi
9. mars byrjar sum veðurdagurin øll longdist eftir
endiliga skein sólin og alt var so ómetaliga vakurt
Brádliga støðgar alt upp og stirnar
Í skúlan komu feigdarboð
Runnin í stein, standa vit spurin
nei, nei, nei, skríggja innaní
ikki Súsanna
Súsanna, ið er, var, er
øllum so ómetaliga kær og nær
Hendan fyrsta Grækarismessudag í ártúsundskiftinum
er Suðuroyggin aftur niðurboygd í sorg
fjálturstungin mannabørn
fylkjast úr land og ríki
bivandi í trega, undran og skelkaði inn á merg
úr ytstu rúmd og inn í hjartarøturnar skrálar og ekkóar
dýrmæta lív
so egið
Sum fagrasta norðlýsið á svarta náttarhiminum
lýsir lívið upp
lívsmyndir, orð, látur og andlitsbrá
lýsa upp
rísa upp
ríva seg úr deyðans fjøtrum
So lítil og máttleys vit menniskju
tá deyðans hond
miskunnarleys skrykkir í so mong
nýupprunnin lív
So óskiljandi og grúsama sárt
at Súsanna er farin
Vit fylkjast, fylgja, fylt av missi, kenslum og samkenslum
Foreldur, omman, gubbar og gummur, nú so eina ættin, skúlafelagir og vinir
býurin, oyggin og landið
Súsanna so ung, hon fevndi vítt og rakti djúpt
Samkenslan við øllum foreldrum og systkjum, ætt og vinum
ið hesuferð fylgdu Súsannu
ið nýliga hava fylgt sínum egnu
somu tungu leið
øll so titrandi ung
skrykt úr rót í fagrasta blóma
Óvæntað
Óskiljandi
fyri øll
Teir byrjaðu við skúlaárinum
hugagóðir á Miðnámsskúlanum
Eyðun og Hávardur
so eyðagóður, fittligur, opnir og góðlýddir
báðir evnaríkir og lívsglaðir unglingar
Hávardur og Eyðun settu sín dám á flokkin
skaptu saman við floksfeløgunum
eitt positivt námsfrøðiligt flokshuglag
Søguliga settu teir saman
fryntuliga lótu teir úr hondum
síðsta handaverkið
uppgávur teir nevndu:
?Vores vidunderlige Verden? skrivar annar,
?Vores underlige Verden?, hin.
Heimurin undranarverdur og undurfullur
ja, undrandi síggja vit
missa og syrgja um
sárbæra og dýrmæta lív
Súsanna 19 ár
3. ársnæmingur á Miðnámsskúlanum
sjáldsama evnarík, eyðmjúk og lítillátin
eitt menniskja, øll høvdu fult álit á
náttúrliga ábyrgdarfull
altíð djúpt innlit og fult yvirlit
Súsanna, skúli, næmi, skapan og ábyrgd
vóru ein og sami samleiki
altíð ein hjálpandi hond
allastaðir uttan hóvasták
Gjøgnum alla tíð og rúmd
hava menniskju nýtt ímyndir og fyrimyndir
sum varðar, vitar og gongustjørnur
á lívsins stetlandi vallaraferð
millum himmal og jørð
jørð og himmal
trilvandi millum himmalskar og jørðiskar fyrimyndir
Ímyndir og fyrimyndir vit fylkjast og gleðast um
sum vit ikki kunnu liva ella doyggja fyriuttan.
Tjaldrið, smálomb og smábørn
nýkomin smá lív
men fyrimyndarligar ímyndir
um lívsnærveru og gleði
Soleiðis Súsanna
altíð lívsglað og nærverandi
nú fjar
tó nær
Dúgvan, ímyndin av heilagum anda
trúgv, vón, kærleika og friði
Súsanna hevði djúpa trúgv
andaliga styrki og sterkan vilja til tað góða
Pisan, ímyndin av studentinum
Súsanna ein sjálvstøðug og von pisa
við so útmerkaðum ummælum og persónsmensku
sum fáum er litið í lut
kom ikki at lætta flogi millum okkum
saman við floksfeløgunum í summar
Súsanna hevur lætt flogið
inn í annan heim
tó - hennara hugflog, vit og trúgv
fylgja fyrimyndarliga okkum øllum
ið upplivdu og livdu í hennara rúmd
Í okkum, okkara hugaheimi og millum okkum
livir hon
í okkara trúgv og vón
er lívið lív og deyðin deyður
Farvæl og takk á hesum sinni, vina mín
Maud Næs










