Laksasjúkan ILA er staðfest á alistøðini Alilaks í Fuglafirði. Økið er avbyrgt, og landsdjóralæknin arbeiðir við at finna fram til, hvaðani sjúkan er komin, og hvussu forðast kann fyri, at hon breiðir seg. Fyribils er allur Fuglafjørður avbyrgdur.
Tað var í seinastu viku, at fiskadjóralækni varð boðsendur, tí tað doyði so nógvur fiskur í ringunum. Djóralæknin fekk beinan vegin illgruna um, at kanska var ILA komið í ringin. Royndir vórðu tiknar og sendar til Noregs til kanningar. Úrslitið av kanningunum kom mánadagin, og tað vísti, at royndirnar vóru positivar.
Beinan vegin vórðu tiltøk sett í verk fyri at forða fyri, at sjúkan skal breiða seg, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Tað merkir, at alt økið er avbyrgt, og eingin óviðkomandi sleppur at alibrúkinum yvirhøvur. Tað verið seg fólk, skip ella bátar. Einans teir alibátarnir, sum neyðugir eru fyri at koma at ringunum. Fóðurbátar og brunnbátar skulu eisini haldast burtur, sigur landsdjóralæknin.
Landsdjóralæknin hevur sent øllum alistøðum og virkjum, sum hava við alifisk at gera, skriv, har sagt verður frá støðuni. Samstundis er fyriskipað, hvussu farast skal fram, tá slíkt hendir.
Bjørn Harlou, landsdjóralækni sigur, at tað enn bert er staðfest sjúka í einum ringi á alibrúkinum. Men fryktandi er fyri, at sjúkan er í øllum ringunum, hóast tað enn ikki er staðfest. Talan er um ein influensavirus, sum smittar illa, sigur landsdjóralæknin. Mett verður, at tað minst skal vera ein fjarstøða upp á fýra-fimm kilometrar fyri at sigast kann, at sjúkan ikki smittar millum ringarnar.
Kannað verður eisini, hvussu smittan kann vera komin. Tað er soleiðis, at Havsbrún flytir alifóður av landinum til Hetlands og Skotlands. So møguleiki er fyri, at skip, sum hava verið har, kunnu hava havt sjúkuna við sær frá smittaðum alibrúkum har niðri, sigur landsdjóralæknin, hóast als einki er, sum váttar hetta enn. Men hann er sjálvandi noyddur at taka allar møguleikar við, sum rímiligt er.
Mest alifiskur
Sjúkan rakar laks, og síl kunnu eisini ganga við henni, hóast tey ikki verða sjúk, sigur landsdjóralæknin. Eisini er ávíst, at hon finst í sild, hóast tað er rættiliga óvanligt, at villur fiskur gerst sjúkur. Ikki er ávíst, um hon rakar annan villan fisk, sum eitt nú seið, sigur landsdjóralæknin.
At sjúkan finst í sild, gevur beinan vegin orsøk til at halda eyguni við skipunum, sum landa til Havsbrún. Bjørn Harlou, landsdjóralækni sigur tó, at einki er, sum bendir á, at sjúkan er komin tann vegin, og einki forboð verður sett móti landingum til virkið hjá Havsbrún. Hinvegin mugu skip, sum landa í Fuglafirði ikki reinsa tangar í námind av alibrúkunum.
Landsdjóralæknin sigur, at tað fyribils verður sett Havsbrún forboð í móti at útflyta alifóður, til greitt er, um fóðri er púra uttan smittuvanda.
Eisini verður tað helst soleiðis, sigur Bjørn Harlou, at tá Havsbrún aftur fer at flyta alifóður út, verður tað at byrja við flutt úr Fuglafirði við bili fyri at sleppa undan møguligum smittuvanda, sum stendst av skipum, sum sigla millum alistøðir.
Harmast umstøðurnar
Bjørn Harlou, landsdjóralækni, harmast um, at tann starvsstovan, sum tey hava ynskt at hava til slíkar kanningar sum hesar, ikki er komin enn. Høvdu royndirnar kunnað verðið tiknar í Føroyum heldur enn í Noreg, kundu vit kanska verið eina viku fyrr við úrslitinum og sostatt eisini við teimum tiltøkum, sum setast skulu í verk. Men hann rósar tó viðgerðini, málið hevur fingið frá teimum, sum hava verið uppi í.
Tað sama ger Finnbogi Arge, landsstýrismaður, sum hevur alimál sum málsøki. Hann sigur, at landsdjóralæknin hevur arbeitt ógvuliga skjótt og professionelt.
Finnbogi Arge kann einki siga um, hvørt tað verða sett nøkur onnur tiltøk í verk enn tey, landsdjóralæknin longu hevur sett. Tað er landsdjóralæknin, sum stýrir gongdini, allari sum hon er, sigur landsstýrismaðurin.
Suni Durhuus, stjóri á Vestlax, sum eigur alistøðina Alilaks í Fuglafirði, har smittan er staðfest, sigur, at hetta sjálvandi kemur illa við. Tað verður í øllum førum ein fíggjarligur missur av hesum, sigur hann. Enn er ikki avgreitt, hvussu verður við tryggingum og tílíkum viðurskiftum, sigur Suni Durhuus.
Hann sigur, at verður avgerð tikin um at drepa fiskin, sum er í ringunum, fara tað at ganga einir tríggir mánar til eitt hálvt ár, til fiskur aftur kann setast út. Í løtuni er ein lítil millión laksar í ringunum. Men teir eru ikki búnir at taka enn. Teir viga, sum er, bara umleið eitt kilog stykkið, og tað er bara triðingurin av tí vekt, teir skulu hava, tá teir eftir ætlan skulu takast.
Suni Durhuus vísir annars til landsdjóralæknan, sum er tann, sum hevur málið um hendur.