sína løn frá landskassanum og hava onki við fiskivinnuna ella annað prduktivt virki at gera í samfelagnum. Stórur partur av hesum fólkum gongur vip pappíri og mappum frá einum skriviborði til annað. Tey sum [...] uttanlanda ella til kursus ella avspasera. Skalt tú hava fatur í onkrum, so eru tey til kaffi ella sita á fundi. Alla virðing fyri einum góðum kaffimunni. Men?? Men mánaðarlønin hon er har til tíðina. Føroyska [...] almennum størvum og meira ella minni kontrollera hvønn annan og annars bera dokumentpappír frá einum borði til annað. Hevur tú brúk fyri mappunum, so hevur onkur mist tær burtur ella ongin veit hvar tær eru
ómetaliga misnøgdur við, at landsstýrisevnið teirra ikki fekk undirtøku frá flokkinum. Hann vil annars ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið. Men hann sigur, at málið verður tikið í størsta álvara. Flokkurin [...] stilla upp til komandi løgtingsval? Eg veit ikki, hvør niðurstøðan verður. Men tað er rætt, at tað hevur verið nevnt. Sjálvur haldi eg, at tað er ein spurningur, hvat vit skulu stilla upp til, táið vit [...] honum, so nýggjur hann er í flokkinum. Hetta kann bara vera ein avleiðing av einum svárum troti uppá skikkaðum evnum til Landsstýrið, heldur landsnevndarlimurin úr Suðuroy. Ikki nøgdur Heri Hjelm er formaður
Danski studningurin til Grønlands (49,3 mia. kr.) og Føroyar (9,8 mia. kr.) í hesum tíðarskeiði er tá drigin frá (allar upphæddir eru umroknaðar til 1994-kr.) Keldurnar til upplýsingarnar í frágreiðingini [...] gini hevur Carl Nolsøe fremst frá tíðarritinum »Military Balance«, Institute of Strategical Studies, London og frá almennum hagtølum. Tað vildi her verið ov drúgvt at komið nærri inn á hesa frágreiðing [...] árligt endurgjald (frá Nato/USA) fyri støðirnar í Grønlandi og Føroyum (eins og rindað verður fyri Keflavík-støðina í Íslandi) vildi danska stjórnin heldur hava eina skipan, so Nato-kravið til limalondini um
ikki kom í gongd aftur. Í staðin bleiv tað til nógvar ónollur frá báðum pørtum, og tað endaði við, at Alexander Radosavljevic varð rikin av vølli fyri at geva einum klaksvíkingi albogan í andlitið. Nú vóru [...] legði hann klaksvíkingar á odda við einum langskoti nakað uttan fyri brotsteigin. Eftir innleiðandi málið legði TB trýst á, og bæði stong og tvørliggjari bjargaðu KÍ í einum av TB-álopunum. Men teir bláu úr [...] sostatt ikki Gunnar á Steig í KÍ-málinum. Harley til 2-1 Stutt seinni gjørdi Harley Bertholdsen besta málið í dystinum, men tað var ikki uttan góða hjálp frá TB-verjuni. Bólturin var á veg út um baklinjuna
siga farvæl til blokkin aftan á suverenu Føroyar hava sæð dagsins ljós, samstundis sum leiðandi flokkurin í landsins stýri mælir til at arbeiða framhaldnandi at fortelja fólki, at tað ber til ikki bert at [...] inum, og sum koma at fáa avgerandi týdning fyri hvørt mansbarn í Føroyum - tí hesar fáu reglur frá einum uttan fyri »professionellu« girðingarnar. Av tí at ríkisrættarligi parturin hevur fingið so rúgvusmikla [...] 400 mill. kr av blokkinum fara aftur til Danmarkar í rentum, og væntandi, eftir at avtala er fingin í lag millum ríkið og Føroyar, fara einar 200 mill í avdrøgum til statskassan, men hóast hetta eru 399
Jacobsen til 3-1 við einum sera góðum máli, tá hon afturi við baklinjuna fekk fatur á einum hornasparki, sum var farin upp um alla verjuna, og lyfti uppum bæði verju og málmann. Og 3-1 bleiv til 4-1, tá [...] tryggja B36 sigurin, tá eitt innlegg heilt úti frá síðuni sigldi heilt inn í málið í stíl við málið, sum Brian Laudrup skeyt niðri í Kroatia fyri einum góðum ári síðani. Nú vóru bert tíggju minuttir eftir [...] skrásett sum sjálvmál. Tríggjar minuttir seinni økti Annika Godtfred til 2-0, og Eyðvør úr Dímun skallaði eitt hornaspark í málið til 3-0 áðrenn hálvleik. Áðrenn fyrsta málið hjá HB hevði heimaliðið havt
dag frá degi og ongin er at taka yvir um ansingarmamman er sjúk o.s.fr. Tá ið barnið er umleið hálvt ár er tað í kapping við onnur børn í sama aldri um tey ansingarpláss, sum á hvørjum ári verða til taks [...] Bert um annað barn í sama aldri fer úr ansingarskipanini gevur tað pláss til eitt eldri barn. Tá ið uppskotið um peningastyrk kortini verður samtykt fram um eina varandi loysn, má minsta krav til peningastyrkin [...] heitir felagið á nevndina at útvega eitt nýtt uppskot til komandi býráðsfund, sum byggir á kostnaðarmetingina. Restin av játtanini kann nýtast til onkra varandi loysn, t.d. ítøkiliga uppskotið viðvíkjandi
føroyingar brúka Kunningarstovuna meir og leggja til rættis ferðina í samráð við Kunningarstovuna. Um ikki annað ber til at fáa hugskot og íblástur til, hvussu frítíðin kann brúkast. ? Eitt sum stendur [...] slík tænasta skal sjálvandi eisini vera til føroyingar. Vit kundu eisini hugsað okkum at arbeitt við øðrum telduverkætlanum og til dømis lagt allar tænastur til ferðafólk á netið, soleiðis at tey kunnu [...] Fjølbroytt úrval er av gongutúrum í Eysturoynni. Til ber at fara um Skarðið, úr Fuglafirði til Hellurnar. Rasmus Skorheim skipar fyri túrum út á Eystoyarsyllina frá Selatrað, og fólk hava høvi at koma inn á garðin
fylgt honum úr Kirkjubø til Keypmannahavnar, til Svøríki, norður til sámarnar. Síðan hevur leiðin gingið til Sankta Pætursborg, til Moskva og leiðina eystur í Uralfjøllini til Jekarinburg. Hann helt leiðina [...] enn um fýratíðina seinnapart. Eg skal fyrst flúgva til Amsterdam í einum minni flogfarið og síðan í einum risa, einum Boeing 747-400, beinleiðis til Singapore. Meðan eg stytti mær stundir, síggi eg, at [...] aftur til Singapore, hitti eg skiparan á »Thor Inger.« Teir vóru júst komnir aftur frá Sulawesi og har var gylt av smáhvali at síggja, fortaldi hann mær, tá eg greiddi frá Tróndi Paturssyni. Á veg til Sibiriu
munandi býttari í sangleikinum enn í filminum, men Lars Rønn Jørgensen kemur sera væl frá sínum leikluti sum Gabriel. Eitt annað er, at prestarnir verða framsettir á eitt sindur øðrvísi hátt enn føroyingar hugsa [...] tónleikur Sangirnir í hesum leikinum eru gjørdir til nýggjari rytmir. Ikki so at skilja at talan er um hipp hopp, men heldur um góðan tónleik, har tað ber til at syngja við. Orkestrið er stórt - heili 16 mans [...] Leikararnir góðir Allir leikararnir koma sera væl frá framførsluni. Ikki færri enn 36 persónar eru við, so sigast má, at skúlin er væl staddur tá tað kemur til sangarar. Sangurin ljóðaði sera væl. Í byrjanini