Suverenitetur ella solidaritetur

? Hvør verður raðfestingin? Loysingin, suvereniteturin, fyri ein og hvønn prís, kosta hvat tað kosta vil? Ella varðveitingin av samhaldsfassta, solidariska, samfelagnum, sum vit hava kent tað higartil, spyr Johan Samuelsen nýggja landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum

Nógv fólk hava gjørt viðmerkingar til nýggja samgonguskajlið - og soleiðis eigur tað helst at vera, men ein hevur bitið merki í, at tað stórt sæð bara eru somu Tordensskjolds soldatar, politikarar, fakfelagsfólk v. m. sum siga sína meining umhetta nýggja skjal, og tá serliga hvat tey vænta sær á ríkisrættarliga økinum komandi árini, og er tað væl skiljandi, tá so ógvusligar brytingar skulu fara fram millum Danmarkar og Føroyar, sum miðað verður fram ímóti í samgonguskjalinum, og sum koma at fáa avgerandi týdning fyri hvørt mansbarn í Føroyum - tí hesar fáu reglur frá einum uttan fyri »professionellu« girðingarnar.

Av tí at ríkisrættarligi parturin hevur fingið so rúgvusmikla umtalu í fjølmiðlunum, so hevur tað gingið líkasum út yvir viðgerðina av øðrum týðandi samfelagsøkjum, sum eru nevnd í samgonguskjalinum - og her hugsi eg serliga um kostnaðarmiklu almanna- og heilsumálini, sum tilsamans á útreiðslusíðuni á verandi fíggjarlóg kosta 1,2 milliard - í hesum partinum verður ein rúgva av málum nevnd soleiðis hissini, sum t. d. heimarøktarskipan verður skipað sum døgnrøktartænasta (einasta ítøkiliga, iðhar stendur!), nakað um pensjónsøkið, sum er afturútsiglt, okkurt um útbyggingarætlanir av Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi, um eina betran av samstarvinum við Ríkisskjúkrahúsið, at málsviðgerðirnar á almannaøkinum skulu takast so nær borgaranum sum gjørligt o. s. fr. Alt gott at siga um hesar kostnaðarmiklu ætlanir, tí annað eru tær ikki, so leingi Helena Dam á Neystabø ikki hevur sett spónin í greytin, men tað sum ein saknar eru neyvar endamálsorðingar á almanna- og heilsuøkinum, og so serliga hvussu komandi landsstýri ætlar at fíggja almanna- og heilsuøkið.

Hetta er so nógv mest peningakrevjandi øki á fíggjarlógini, og grundarlagið undir játtanum hevur fyri ein stóran part bygt á gomlu refusiónsskipanina millum ríkið og okkum, har danir hava goldið millum 50 - 100%, og síðani 1993, tá pensjónirnar og aðrar almannaveitingar eisini komu undir blokkin, hevur danski parturin so ligið í samlaðu ríkisveitingunum, sum í dag tátta væl í 1 milliard kr. Og hóast nógv er broytt á hesum øki, m. a. at umleið 400 mill. kr av blokkinum fara aftur til Danmarkar í rentum, og væntandi, eftir at avtala er fingin í lag millum ríkið og Føroyar, fara einar 200 mill í avdrøgum til statskassan, men hóast hetta eru 399 mill. kr. eftir av blokkstuðulinum, ella júst tað sama, sum tað kostar at reka tey trý føroysku sjúkrahúsini + 120 mill í viðlíkahaldsútreiðslum bara til Landssjúkrahúsið, um tað skal verða tí lív lagað, sum eitt sovorðið í framtíðini! Men hvussu hetta stóra samfelagsøki skal fíggjast hoyrir sjálvandi ikki heima í einum samgonguskjali, men væntandi varð, at hesin spurningurin bleiv reistur av fjømiðlafólki, tá prátað var við komandi landsstýriskvinnuna í almanna- og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, í samband við fíggjarligu broytingarnar í ríkisrættarligu støðu okkara, men mikrofonhaldararnir lótu bara standa til. Men tøkk skal Helena hava fyri, at hon alt fyri eitt boðaði frá, at hon fór at vera trygdin fyri, at heilsu- og almannaøkið ikki verður skert, so leingi hon situr sum landsstýriskvinna í hesum málum - eg og fleiri við mær fara at leggja okkum hesi orð í geyma! Hesi mál, sum eru so eym og kensluborin, og sum røkka inn í hvørt tað einasta heim í Føroyum, verða framborin alment, sum um ongar broytingar, (uttan til tað betra!), skulu henda á hesum økinum, tey komandi 4 árini, og tað er at fegnast um - so vita vit tað, og somu vísu hava Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal eisini latið ljóða - kanska sagt við øðrvísi orðum, men hóast tað ikki til at taka feil av, um varðveitan av samhaldsfasta vælferðarsamfelagnum, sum vit kenna tað so væl í norðurlendskum høpi. So vit, sum hava brúk fyri einum vælvirkandi almanna- og sjúkrahúsverki, (og hvør hevur ikki tað?) taka hesi trøy landsstýrisfólkini upp á orðið, eingin ivi um tað!

Men kann ein hava fult álit á, at so verður? Tí ikki við einum tí einasta orði verður nevnt av hesum ábyrgdarfólkum, sum mynda nýggja landsstýri, hvussu hesi stórmál skulu fíggjast í einum komandi suverenum, sjálvstýrandi Føroyum. Kann ein í heila tikið taka hesi fólk fyri fult, tá slík kostnaðarmikil mál, sum teljast í 100 millióna klassanum, sum almanna- og heilsumálini nú einaferð eru í einum og hvørjum nútíðarsamfelagi, ikki verða seriøst viðgjørd, og als ikki verður grundgivið fyri, hvussu landsins myndugleikar ætla at fíggja henda grundleggjandi partin av samfelagnum eftir at loysingin er framd - í øllum grannalondum okkara vildi ein og hvør politikari verðið púrasta til láturs, (og ikki havt ein livandi tjans til eitt komandi val!), um viðkomandi politikkari blakaði hesar dýrt vunnu perlur, sum snúgva seg um vælferð fólksins fyri bakka vegna nøkur víðgongd nationalistisk sjónarmið - og heldur ikki var førur fyri, at siga frá alment, hvar ið sparast skuldi á fíggjarlógini fyri at røkka tjóðskaparmálunum, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja. Er føroyska fíggjarlógin, og harvið búskaparligu fortreytir okkara, so nógv øðrvísi enn í grannatjóðum okkara? Eru vit so nógv annarleiðis skrúðaði saman sum tjóð, at vit bæði kunnu siga farvæl til blokkin aftan á suverenu Føroyar hava sæð dagsins ljós, samstundis sum leiðandi flokkurin í landsins stýri mælir til at arbeiða framhaldnandi at fortelja fólki, at tað ber til ikki bert at varðveita vælferðarskipan okkara, men at útbyggja almanna- og heilsuøki munandi -skilji hetta, hvør ið vil, eg geri tað ikki!? Hesi tingini hanga heilt einfalt ikki saman búskapraliga - vit kunnu nú ikki einaferð bæði blása og hava mjøl í munninum samstundis - tit hava eitt forkláringsproblem, sum tit sum landsstýrisfólk, og harvið ábyrgdarfólk fyr framhaldandi vælferð Føroya fólks, hava skyldu at greiða fólki frá út í æsir!

Tí loyvi eg mær at spyrja heisi ábyrgdarfólk í landsins stýr - hvør verður raðfestingin? Loysingin, suvereniteturin, fyri ein og hvønn prís, kosta hvat tað kosta vil? Ella varðveitingin av samhaldsfassta, solidariska, samfelagnum, sum vit hava kent tað higartil - eg og fleiri við mær bíða spent eftir einum nøktandi svara


Tórshavn 18. mai 1998


Johan Samuelsen