Sigast má, at Havnar Bóltfelag hevur fingið eina sera góða byrjan upp á landskappingarnar í teimum vaksnu deildunum í ár.
Hjá monnunum er HB á odda í bæði 1. og 2. deild, og besta kvinnuliðið hjá reyða og svarta høvuðsstaðarfelagnum setti seg eisini á oddasessin, eftir at fyrsta umfar í landskappingini varð spælt sunnudagin.
Á Skála vunnu HB-kvinnurnar ikki minni enn 9-0, og umframt trý stig hevur tað við sær, at málúrtøkan hjá havnarkvinnum er sera góð.
Og stórsigurin var eisini væl uppiborin.
HB-liðið var fleiri ferðir betri enn Skála, sum kann fáa trupulleikar í 1. deild í ár.
Hálvleiksstøðan var 3-0. Fyrsta málið kom, tá 21 minuttir vóru spældir. Eitt HB-skot bar við eina skálakvinnu á vegnum og bleiv skrásett sum sjálvmál. Tríggjar minuttir seinni økti Annika Godtfred til 2-0, og Eyðvør úr Dímun skallaði eitt hornaspark í málið til 3-0 áðrenn hálvleik.
Áðrenn fyrsta málið hjá HB hevði heimaliðið havt ein risastóran møguleika, men einsamøll við málmanninum skeyt skálakvinnan við síðuna av málinum.
Í seinna hálvleiki fekk HB seks mál afturat í raðfylgjuni Teresa Johnsson (48), Vivian Thorleifsson (58), Eyðfríð Kristiansen (66), Eyðvør úr Dímun (75), Teresa Johnsson (77), og Annika Godtfred (84).
HB-kvinnurnar vístu, at tær eru sera væl fyri í ár, og at tær saman við føroyameistarunum KÍ, sum høvdu frí hetta vikuskiftið, eru besta boðið upp á FM-heitið í ár.
Skála kann sum sagt fáa tað trupult í 1. deild í ár. Tær vóru nær við at flyta niður í fjør, og liðið í ár er sera ungt.
Spælaratilfarið er eisini sera lítið í løtuni. Ingun Hansen er skadd, og Sóleyð og Eyðleyg Mikkelsen kunnu heldur ikki spæla vegna skaða. Mikkelsen-systrarnar hava báðar krossbandsskaðar, og hvørgin av teimum verður at síggja á vøllinum í øllum førum hesu megin summarsteðgin.
Á Skála rokna tey kortini við, at liðið verður styrkt í næstum við Elin Jacobsen, Bjørg Mikkelsen og Elinborg Lervig, sum er í Danmark í løtuni. Og alt er kærkomið hjá venjaranum, sum hevur lítið av fólki at arbeiða við, sum nú er.
B36 byrjaði við sigri
B36, sum gjørdist føroyameistari í 1996, hevur eisini eitt sera ungt lið í ár, og miðalaldurin er neyvan omanfyri 20.
Sunnudagin megnaðu tær at vinna 3-1 á EB, og tað var við málum av »veteranunum« Rakul (2) og Sólvá Joensen.
EB byrjaði dystin betur, men B36 kom skjótt fyri seg og fekk eisini tvey tey fyrstu málini, sum Rakul Joensen gjørdi. Málini vóru rættiliga lík ? bæði komu eftir uppspæl úr høgru síðu, innfyri og so í mál.
Beint áðrenn hálvleik bleiv seinasti skansin á B36-liðnum, Sólgerð Viderø, rikin av vøllinum fyri at hava brúkt neyðbremsuna, so B36 allan seinna hálvleik mátti spæla við 10 kvinnum móti teimum 11 hjá EB.
Byrjanin av seinna hálvleiki var nokkso óruddilig, og undirmannaða B36-liðið royndi at verja leiðsluna, tær høvdu fingið í fyrra hálvleiki.
Tá ein tími var spældur, minkaði Sigga Vesturtún, men tjúgu minuttir seinni eydnaðist tað Sólvá Joensen at tryggja B36 sigurin, tá eitt innlegg heilt úti frá síðuni sigldi heilt inn í málið í stíl við málið, sum Brian Laudrup skeyt niðri í Kroatia fyri einum góðum ári síðani.
Nú vóru bert tíggju minuttir eftir, og tað var ov stutt tíð hjá eiðiskvinnum at taka leiðsluna innaftur.
B36-kvinnurnar vóru fegnar um sigurin. Í steypakappingini taptu tær á Eiði, so fyri tær hevði tað týdning at vinna á EB hesaferð. Tað eydnaðist, men at B36 fær ein truplari dyst nú sunnudagin, tá tær skulu til Klaksvíkar, man lítið vera at ivast í.
EB fær vitjan av Skála, og har munnu eiðiskvinnur hava góðar møguleikar fyri at fáa síni fyrstu stig í landskappingini.
Málríkt í Runavík
Í Runavík var rein eysturoyaruppgerð sunnudagin, tá uppflytararnir NSÍ fingu vitjan av LÍF.
Og her eydnaðist leirvíkskvinnum við Kristinu Eyðbjørnsdóttir á odda at vinna 4-3 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikssteðginum.
Einasta málið í fyrra hálvleiki syrgdi Hjørdis Gregersen fyri, tá hon hevði seinasta fótin á einum langskoti.
Seinni hálvleikur bleiv málríkari enn tann fyrri. Fyrst økti Kristina Eyðbjørnsdóttir við brotssparki til 2-0, eftir at Katja Lervig varð skumpað nakað harðliga inni í brotsteiginum.
Irdi Hansen svaraði aftur fyri NSÍ, tá hon fekk fótin á eitt innlegg, sum fór innum NSÍ-verjuna. Hon stóð væl fyri, rakti tó ikki bóltin serliga væl, men kúlan fór snúrandi inn í málið.
Løtu seinni økti Malan Jacobsen til 3-1 við einum sera góðum máli, tá hon afturi við baklinjuna fekk fatur á einum hornasparki, sum var farin upp um alla verjuna, og lyfti uppum bæði verju og málmann.
Og 3-1 bleiv til 4-1, tá Kristina Eyðbjørndóttir sendi bóltin gjøgnum NSÍ-verjuna til Katju Lervig, sum kundi gera sítt næsta og tað fjórða hjá LÍF. NSÍ vildi hava rangstøðu, men málið stóð.
Móti endanum trýsti NSÍ og fekk tvey mál, men tað triðja vildi ikki koma, so dysturin endaði við 4-3 sigri til leirvíkingarnar.
Dysturin var javnur. LÍF var nakað betri í fyrra hálvleiki, men NSÍ vísti, at hóast tær júst eru fluttar upp í bestu deildina, so hava tær ikki nakað vánaligt lið.
Sum fyrr nevnt stendur illa til hjá Skála, hvat fólki viðvíkur, men í Leirvík er støðan ein heilt onnur.
Soleiðis noyddist venjarin at lata tveir spælarar vera eftir í Leirvík, tí ikki var pláss fyri teimum í hópinum. Góða spælaragrundarlagið ger eisini, at lyklaleikarin Kristina Eyðbjørnsdóttir kann takast úr verjuni og setast fram á miðjuna, so LÍF verður vandamiklari í álopsspælinum, eins og hini liðini mugu vera eitt sindur varnari, tá tey fara í álop.
Í Leirvík siga tey eisini, at málið í ár er at enda millum trý tey ovastu liðini. Í 1996, tá LÍF var í 1. deild fyri fyrstu ferð, endaðu tær á bronsuplássinum, og í fjør gjørdust tær nummar fýra. Og í ár ætla tær so í øllum førum at enda eitt pláss hægri enn í fjør.
Deildin skal minkast
Landskappingin hjá kvinnunum er nú komin í gongd, men KÍ-kvinnurnar noyddust at bíða eina viku longur enn hini liðini.
Besta deildin hjá kvinnunum skal minkast úr átta liðum niður í seks, og í løtuni er deildin mitt í hesi broytingini. Tá kappingin í ár endar, flytir aftasta liðið beinleiðis niður í 2. deild, meðan næstaftasta liðið skal spæla um upp- og niðurflyting móti vinnaranum av 2. deild. Og í 1998 er deildin so komin niður á seks lið.
Tað at sjey lið eru í deildini í ár merkir, at hvørt umfar er eitt lið, sum hevur frí. Í fyrsta umfari var tað KÍ, og komandi sunnudag er tað LÍF, sum kann fara at hyggja at onkrum av komandi mótstøðuliðunum.