So er Barbara komin aftur til landið.
Hesaferð sum sangleikur í útgávuni hjá Jens Henneberg og Jens Olsen og sigast má, at talan er um eitt sera spennandi projekt.
Tað er Hjørring Seminarium, sum í samband við at skúlin hevur 40 ár á baki, sum hevur fingið sangleikin upp at standa.
Skúlin heitti á teir báðar, Henneberg og Olsen, um at gera eitthvørt, og Jens Henneberg sigur í skránni, tað sama sum Malmros segði, at hann altíð hevur verið bergtikin av hesi kvinnu - teirri føroysku Marie Grubbe.
Fríar teymar
Høvundarnir hava tikið sær rættuliga fríar teymar tá teir hava gjørt sangleikin og tí kann úrslitið ikki samanlíknast við filmin um somu kvinnu.
Eitt nú er Gabriel gjørdur munandi býttari í sangleikinum enn í filminum, men Lars Rønn Jørgensen kemur sera væl frá sínum leikluti sum Gabriel.
Eitt annað er, at prestarnir verða framsettir á eitt sindur øðrvísi hátt enn føroyingar hugsa sær teir, men tað gevur bara leikinum eitt sindur meira lit.
Endin á sangleikinum er í øllum førum nakað fyri seg. Men verður endin á bókini lisin enn einaferð, so er úrslitið av sangleikinum ein møguleiki, sum ikki er so langt burt kortini.
Nýggjari tónleikur
Sangirnir í hesum leikinum eru gjørdir til nýggjari rytmir.
Ikki so at skilja at talan er um hipp hopp, men heldur um góðan tónleik, har tað ber til at syngja við.
Orkestrið er stórt - heili 16 mans og har eru bæði strúkarar, horn, guitarar og trummur og hóast onkur tónleikari steyg við síðuna av viðhvørt, so var heildarmyndin sera góð.
Leikararnir góðir
Allir leikararnir koma sera væl frá framførsluni. Ikki færri enn 36 persónar eru við, so sigast má, at skúlin er væl staddur tá tað kemur til sangarar.
Sangurin ljóðaði sera væl. Í byrjanini kom tað stóra kórið inn á pallin og tað sangurin dundi í høllini á Læraraskúlanum
Báðir høvuðsleikararnir, Tina Pedersen, sum Barbara, og Robin H. Buch, sum Harra Pál, komu sera væl frá sínum leiklutum. Serliga syngur Robin Buch bæði væl og reint.
Men eisini Lars R. Jørgensen kom væl frá sínum leikluti. Hann hevði eina torføra sanguppgávu, men tað megnaði hann avbera væl.
Hóast leikurin er nokkso drúgvur so gekk tíðin skjótt. Tveir og ein hálvur tími - við steðgi og einum øðrvísi enda enn væntað.
Frálíkt!