Ongantíð síðan Føroyar fingu heimastýrið í 1948, hevur heimurin verið so ótryggur. Ikki síðan seinna heimsbardaga hava vit í Føroyum verið í størri vanda fyri hóttanum uttanífrá enn nú. Kríggið í Ukraina, ófriður í Miðeystri, og royndirnar hjá Trump at taka Grønland - bara fyri at nevna nøkur fá dømi - hava av álvara sett friðin í heiminum í vanda.
Vit liva í einum heilt øðrum heimi í dag enn vit gjørdu, tá vit seinast vóru á løgtingsvali í 2022. Altjóða samfelagið er nógv broytt, og tann sonevnda reglubundna heimsskipanin, sum vit hava livað í síðan 1948, er av álvara farin at ridla.
Men hetta var ringt at fáa eyga á undir kjakinum upp til løgtingsvalið, sum júst hevur verið. Tað er sum um at politisku umboðini í Føroyum liva í einari aðrari verð enn restin av heiminum.
Svøríki og Finland eru í dag limir í NATO - nakað sum var óhugsandi fyri bert fáum árum síðani. Og Ísland hevur í skundi byrjað eina tilgongd um fullan limaskap í ES, eftir at USA hótti við at taka Grønland. Skulu Føroyar t.d. gera sum Ísland og nærkast ES?
Um NATO-felagsskapurin dettur sundur, hvørjir skulu so verja Føroyar?
So er tað stóri hvalurin í rúminum, Trump. Hvat merkir hansara Grønlandspolitikkur fyri okkum? Skulu Føroyar í framtíðini nærkast USA meira/minni enn vit hava gjørt seinastu árini?
Skulu vit halda fram við fiskivinnusamstarvinum við Russlandi, sum enn roynir at hertaka Ukraina og broyta valdsjavnvágina í Evropa?
Óvist er eisini, hvat flokkarnir vilja, tá tað kemur til Kina.
Alt, sum hevur við umheimin at gera á yvirtiknum málsøkjum, hava føroyingar ábyrgdina av. Føroyar hava tí partvíst longu yvirtikið uttanríkismál. Tað verið seg innan fiskivinnu, handil, aling, útbúgving, gransking ella KT – øll hesi øki hava so ella so okkurt við altjóða viðurskifti at gera.
Sjálvt um trygdarpolitikkur er eitt danskt málsøki, so er ein partur av hesum á føroyskum hondum – t.d.‘ SAR’ (search and rescue). Sambært Famjinskjalinum frá 2005, so skulu Føroyar vera við til at taka avgerðir um trygdarpolitisk mál, sum hava týdning fyri Føroyar.
Harafturat kemur, at fleiri yvirtikin málsøki hava, umframt eina uttanríkispolitiska-, eisini eina trygdarpolitiska síðu, hóast tey vanliga verða at roknað sum sivil mál. Hetta kom klárt til sjóndar í tí sonevnda Huawei-málinum, tá tað gjørdist greitt, at Kina hevði roynt at pressa Føroyar til at velja Huawei til 5G netið.
Føroyar merktu eisini trýst úr USA, tá eitt toymi av amerikanskum senatorum kom til Føroya at tosa við Føroya Tele um, hvønn veitara tey skuldu velja.
Um vit vilja tað ella ikki, so eru Føroyar longu ein partur av alheimssamfelagnum, og vit kunnu ikki lata sum um vit ikki eru ávirkaði av kappingini millum stórveldini.
So gott sum alt í hesum landi – uttan smakkurin av skerpikjøti – verður ávirkað av viðurskiftum úti í heimi, og hvussu væl tað eydnast føroyskum sendifólkum at fáa góðar avtalur í lag við onnur lond.
Tí er tað eisini ein skylda hjá politisku flokkunum og umboðum teirra at hava ein uttanríkispolitikk, og at tey hava gjørt sær nakrar hugsanir um, hvussu føroysk áhugamál úti í heimi best verða røkt.
Tað ber ikki til at siga at ‘okkara uttanríkispolitikkur er ikki at hava nakran uttanríkispolitikk’, tí so lata vit onnur taka støðu fyri okkum.
Í kjakinum í KVF til løgtingsvalið, varð dúgliga kjakast um alt frá bústaðarpolitikki til pensiónsaldur, men ikki eitt orð varð grett um føroysk altjóðaviðurskifti.
Bert í kjaksendingini til fólkatingsvalið bleiv hesin spurningurin viðgjørdur fyri seg. Men hví var hetta evnið ikki viðgjørt til føroyska løgtingsvalið? Løgtingið hevur jú eina stóra uttanríkispolitiska ábyrgd.
Tá kjakast varð um ‘Tjóðarsemjuna’, varð ført fram, at ríkisfelagsskapurin má endurskoðast, og at Føroyar mugu gerast ein sjálvstøðugur statur, so vit kunnu fáa tær heimildir okkum tørvar at føra ein føroyskan uttanríkispolitikk.
Men hvat vilja føroysku flokkarnir brúka tær heimildir til, sum Føroyar longu hava á hesum økinum.
Løgtingsvalið í 2026 líktist meira einum kommunuvali. Her var eingin yvirskipaður uttanríkispolitikkur, ongar hugsanir ella kjak um, hvat tað er fyri ein heimur Føroyar anno 2026 eru ein partur av. Og so gott sum einki um, hvussu Føroyar frægast kunnu bera seg at í hesum vandamiklu tíðum.
Í staðin bóru politisku flokksumboðini seg at sum strutsurin: stungu høvdið í sandin og hildu at eingin sá tey.
Kanska hugsaðu tey ‘Vónandi eru Føroyar so lítlar at Trump og Putin leggja ikki til merkis at vit eru til’.
Føroyski veljarin hevur sett krossin, men hevur valt við bindi fyri eygunum og voksi í oyrunum – í hvussu er tá tað kemur til spurningin um, hvussu Føroyar skulu fyrihalda seg til restina av heiminum.
Vit hava veruliga brúk fyri er einari tjóðarsemju – einari tjóðarsemju um ein føroyskan uttanríkis- og trygdarpolitikk.
Strutsurin má taka høvdið upp úr sandinum, og hyggja seg um.
Tórshavn, 8. apríl 2026
Robert Imre, PhD, er lektari í Stjórnmálafrøði á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Jens Christian Svabo Justinussen, PhD, er lektari í Samfelagsfrøði á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.









