Tá B36 og VB hósdagin dystaðust í Gundadali vóru fleiri toftamenn millum áskoðararnar, bæði spælarar og venjarin, Bjørn Krogh. Høvið var gylt, tí í morgin skal B36 á Svangaskarð, har teir fram til í fyrraárið [...] undir skurð. Hjá B68 hava tveir spælarar tvey gul kort og verða tískil leikbannaðir, um teir í morgin síggja gult. Teir eru Signar Johannesen og Oleif Joensen. Øssur ivasaman Málverjin hjá B36 varð útvístur [...] eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður við Øssuri Hansen, sum fyri fyrstu ferð skal á Svangaskarð við B36. ? Eg rokni við, at hann verður klárur, og eg vóni tað, tí Øssur er ein týdningarmikil spælari fyri
tveimum teimum fyrstu dystunum, áðrenn teir taptu móti B36. Nú fara teir til Vágs, og málið er at fáa eitt stig við heimaftur og síðani vinna á B68 í 5. umfari. Tað sigur Piotr Krakowski, venjari hjá ÍF [...] men Rógvi Róin, sum er komin heim aftur úr B36, hevur nú loyvi at spæla við ÍF. Magni Jacobsen hjá VB bleiv skaddur undir upphitingini til dystin móti B36 hósdagin og verður ikki við. Tað verður Hans [...] heldur ikki, tí hann er farin til skips. Jón Gærdbo hevur ikki vant síðani hann varð útvístur móti B68. Tað er neyvan nakar ivi um, at vágbingar fara eftir øllum stigunum í morgin.
gyltan møguleika at koma upp á javnleik. VB trýsti langt frammi, og verjuleikararnir hjá B36 fingu sjáldan frið. Nýggi B36-málverjin Janos Timar, sum tíðliga í seinna hálvleiki hevði havt eina kanónbjarging [...] kortini á hondini undan seinnu hálvfinaluni. Men nú hevur B36 so allar møguleikar fyri at tryggja sær finalupláss fyri fyrstu ferð síðani 1991. B36-VB3-1 (2-0) 1-0: Carl H. Høgnesen 14 2-0: John Petersen [...] Tað eru átta ár síðani B36 seinast var í føroysku steypafinaluni, men eftir 3-1 sigurin á VB í fyrru hálvfinaluni Kristi Himmalferðardag, er einki at siga til, at vónirnar hjá miðlinginum í Gundadali eru
Annars ein hvøkkur fyri B36, sum var sera illa fyri hesa løtuna. Toftaliðið trýsti teir um allan vøllin og hevði greiða yvirvág. Men B36-verjan helt, og so líðandi fór gassið av aftur B68. Havnarliðið ? sum [...] hjá Jan, sum sunnudagin var tann á B68-liðnum, sum hevði spælt flest dystir fyri felagið. B68-B36 1-2 (0-2) 0-1: John Petersen 0-2: John Petersen 1-2: Jan Petersen br. B68: Magnus Poulsen ? Signar Johannesen [...] varð gjørt beint frammanundan. Stutt eftir hetta var tað B36, sum hevði bóltin í netinum, men heldur ikki tað málið bleiv viðurkent. Tað var B36, sum byrjaði dystin betur og var meira ágangandi. Dysturin
í Runavík. B36 er ovast, og tað var ikki so óvæntað eftir fýra tey fyrstu umførini. Teir hava havt »lættari« dystir higartil í ár (móti Sumba, VB, ÍF og B68), og næstu ferð taka teir ímóti B71. Tí er væntandi [...] við. Sumbingar hava nú tapt móti bæði ÍF, B68 og B71, sum munnu vera tey trý liðini, teir fyrst og fremst hava roknað við at skula kappast ímóti í ár. ÍF og B71 munnu ikki stúra so nógv í løtuni, hóast [...] dystum, og B71 hevur tapt tepurt móti bæði GÍ og KÍ, umframt at teir nú hava vunnið á Sumba. B68 hevur sum so heldur einki at óttast, sum tað sær út í løtuni. Dysturin næsta vikuskiftið millum ÍF og B68 fer
úrmeldingunum: Smádreingir B36b (12.03.), Unglingar VB (31.03.), 1. deild kvinnur EB (08.04.), Smágentur B36c, Dreingir AB (05.05.), Unglingar AB (05.05.), Smádreingir hálvan vøll B68 (07.05.), og Gentudeildin [...] menn Streymur (23.03.), Smádreingir hálvan vøll HBc (26.03.), Smápiltar Miðøki 3 B36g (26.04.), Smápiltar Miðøki 4 B36h (26.04.), og Smápiltar Eysturøki 3 EBc (05.05.).
on, Jákup á Borg, John Petersen úr B36, Óli Johannesen úr TB, Hans Fróði Hansen, Johannes Joensen, Allan Mørkøre, Suni Fr. Johannesen úr HB, Fróði Benjaminssen úr B68, Kári Sigvardssen, Dánjal Hansen,
fekk reyða kortið, tá tað restaðu tíggju minuttir, og tvey tey síðstu málini skoraði B71 eftir 88 og 89 minuttir. B68-B36 0-2 (0-0) Enn hevur tað langt frá hilnast soleiðis hjá toftamonnum, sum tað kundi [...] B68-B36 0-2 (0-0) 0-1: sjálvmál 0-2: Sigfríður Clementsen Støðan B71440025- 612 B36440018- 512 GÍ421123- 5 7 VB421110-13 7 B684202 9- 6 6 FSV4202 8- 8 6 ÍF410314-15 3 KÍ410315-29 3 TB410310-24 3 HB4004 1-22 [...] eina bót frá FSF, og tað man lítið vera at ivast í, at HB nú fer at fáa eina sovorðna heilsan. B71 og B36 vunnu aftur hesa ferð, og nú eru fimm stig niður til GÍ og VB, sum eru á triðja plássi. Vert er
mál skorað upp á brotsspark. Eli Hentze legði B71 framum ímóti Sumba í 1. hálvleiki, og toftamaðurin Jan Petersen minkaði um munin á Svangaskarði ímóti B36. Tvey brotsspørk vóru annars brend í teimum trimum [...] var tað einasta hjá HB í 1997, og í fjør taptu teir eisini bert eina ferð ? 2-3 ímóti grannunum úr B36. Dómarar høvdu ógvuliga nógv at gera í hesum umfarinum. 23 gul kort vórðu givin, og tveir spælarar
at spæla móti AGF, B93 fær vitjan av Viborg, Vejle skal til Silkeborg, og AaB fær á heimavølli møguleikan at vísa, at tapið í steypafinaluni móti AB so at siga var eitt mistak. AaB hevur 56 stig, Brøndby [...] Brøndby 54, AB 50, Lyngby 42, FCK 39, Vejle og Silkeborg 38, Herfølge 37, AGF 36, Viborg 34, Aarhus Fremad 24 og B93 12 stig. Øll liðini hava spælt 28 dystir. 33. og síðsta umfarið í hesum kappingarárinum