Jákup og teir taptu tepurt

Fótbóltur: Brøndby vann 1-0 móti Herfølge og er framvegis í hølunum á AaB í kappingini um DM

Mánakvøldið hevði Jákup Mikkelsen úr at gera. Saman við liðfeløgunum í Herfølge vóru teir í Brøndby. 9.466 áskoðarar vóru á Brøndby stadion, og eingin ivi var í, hvat teir flestu vóru komnir at síggja. Áskoðararnir vildu síggja heimaliðið skora mál, og venjarin hjá Brøndby, Ebbe Skovdal, duldi ikki, at tað vildi hann eisini.

Brøndby spældi 4-2-4, og fyrstu løtuna gekk mest sum alt fyri seg í og kring brotsteigin hjá Jákupi Mikkelsen, og tað var tá, at einasta málið varð skorað. Eftir útspæl frá málverjanum Mogens Krogh og tvær millumstatiónir tók landsliðsmaðurin Søren Colding, sum var staddur einar 22 metrar úr málinum og eitt sindur til høgru, kjansin, smekkaði flatan bólt móti málinum, og bólturin streyk dygst inn við nærra stólpanum.

Og so var lagt upp til málveitslu. Brøndby hevði nógvar møguleikar, Jákup bjargaði fleiri ferðir væl, og ta einu ferðina hjálpti stólpin honum. Tað var tá John Faxe Jensen, sum frá 1. juli verður venjari í Herfølge, royndi seg.

Í 2. hálvleiki fekk Herfølge betri tak á verjupartin, og teir vóru onkra ferðina vandamiklir í kontraálopum. Størsta møguleikan fekk Jens Madsen, sum áður hevur spælt í Brøndby. Tað restaði eitt korter, tá hann gjørdist púra leysur í brotsteiginum, men tað kom einki burturúr.

Longu í annaðkvøld skulu feløgini í superliguni aftur í eldin. Tá fáa Jákup Mikkelsen og teir vitjan av Aarhus Fremad, sum ? um teir tapa ? kunnu missa teoretiska møguleikan fyri at verða í bestu deildini. FCK skal út í Lyngby, har talan verður um sera týdningarmikið stríð um rættin til pláss í UEFA Cup. Í gjár var tað óvist, um Todi Jónsson verður klárur í morgin. Brøndby skal til Aarhus at spæla móti AGF, B93 fær vitjan av Viborg, Vejle skal til Silkeborg, og AaB fær á heimavølli møguleikan at vísa, at tapið í steypafinaluni móti AB so at siga var eitt mistak.

AaB hevur 56 stig, Brøndby 54, AB 50, Lyngby 42, FCK 39, Vejle og Silkeborg 38, Herfølge 37, AGF 36, Viborg 34, Aarhus Fremad 24 og B93 12 stig.

Øll liðini hava spælt 28 dystir. 33. og síðsta umfarið í hesum kappingarárinum verður spælt mikudagin 16. juni.