Tróndur aftur í B36 málinum

Ein av brasiliumonnunum hjá B68 er so mikið skaddur, at teir á ríkissjúkrahúsinum skulu taka støðu til, hvat skal gerast

Tá B36 og VB hósdagin dystaðust í Gundadali vóru fleiri toftamenn millum áskoðararnar, bæði spælarar og venjarin, Bjørn Krogh. Høvið var gylt, tí í morgin skal B36 á Svangaskarð, har teir fram til í fyrraárið ongantíð høvdu vunnið. Í fyrraárið og í fjør vunnu teir báðu ferð.

Bjørn Krogh hevur allar spælararnar tøkar ? uttan brasiliumannin Lucio. Í fyrsta landskappingardystinum, sum var í Klaksvík, fekk hann eitt spark í skinnabeinið. Tað tóktist ikki so álvarsligt, men nú er staðfest, at skaðin er ikki so lítil, og tað er neyðugt at senda fremmanda mannin niður á ríkissjúkrahúsið til kanningar, og so skulu teir gera av, um hann skal leggjast undir skurð.

Hjá B68 hava tveir spælarar tvey gul kort og verða tískil leikbannaðir, um teir í morgin síggja gult. Teir eru Signar Johannesen og Oleif Joensen.


Øssur ivasaman

Málverjin hjá B36 varð útvístur hósdagin, og tað vil siga, at Tróndur Vatnhamar skal verja málið í morgin. Djóni N. Joensen er framvegis skaddur, og tað er eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður við Øssuri Hansen, sum fyri fyrstu ferð skal á Svangaskarð við B36.

? Eg rokni við, at hann verður klárur, og eg vóni tað, tí Øssur er ein týdningarmikil spælari fyri okkum. Hann hevur trupulleikar við vinstra knænum, og vit spara hann eitt sindur undir venjing, sigur Tomislav Sivic.