Tað kemur, tíverri, fyri á hvørjum ári, at okkurt felag ikki megnar at skava nóg mikið av fólki saman, tá 3. deildarliðið skal mannast á útivølli. Eydnast tað ikki, so siga reglarnir, at dysturin, sum sambært skipanini skuldi verði spældur á heimavølli, í staðin skal spælast á útivølli.
At felag ikki megnar at manna lið á heimavølli kemur meiri sjáldan ella næstan ongantíð fyri. Men soleiðis var støðan, tá vágamenn sunnudagin skuldu spæla móti HB í Gundadali. HB møtti ikki, tí teir megnaðu ikki at manna liðið. Um tað verður hugt eftir úrslitunum í trimum teimum fyrstu umførunum, so er hetta kanska ikki óvæntað, tí teir taptu heilt stórt í Klaksvík, og tá teir skuldu spæla móti GÍ á heimavølli mannaðu teir liðið í minuttunum upp undir dystarbyrjan. Men einki er at ivast í, at tað er breið semja um ? og eisini í HB ? at tað sømir seg ikki fyri eitt so stórt felag, at teir ikki møta á heimavølli.
Í grein 32 í kappingarreglunum fyri fótbólt verður sagt, at lið, ið ikki møtir til dyst, tapir dystin, soleiðis at møtta liðið fær trý stig við málmuninum 0-0. Dómarin skal beinanvegin geva kappingarnevndini fráboðan um hetta, og hon ger úrskurð í málinum. Tað er meiri enn so komið fyri, at lið, ið ikki hava møtt til dystir, hava fingið eina bót frá FSF, og tað man lítið vera at ivast í, at HB nú fer at fáa eina sovorðna heilsan.
B71 og B36 vunnu aftur hesa ferð, og nú eru fimm stig niður til GÍ og VB, sum eru á triðja plássi. Vert er annars at leggja til merkis, at nú fýra umfør eru farin, hevur GÍ havt heimavøll tríggjar ferðir, meðan fuglfirðingar bara hava verið á heimavølli eina ferð.
VB-ÍF 4-2 (1-0)
Teir á heimaliðnum vóru sera fegnir um tey trý stigini, og tað er væl skiljandi, tí í stórum pørtum av 1. hálvleiki og fyrstu løtuna eftir steðgin hevði ÍF fleiri stórar møguleikar, uttan at tað eydnaðist teimum at fáa mál, t.d. tá Høgni á Lakjuni úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin við síðuna av tómum máli.
Tá Mikael í Lágabø eftir tíggju minuttir setti hol á fyri heimaliðið stóðst møguleikin av, at afturlegging til ÍF málverjan, Jógvan Arnfinn Jacobsen, var ov stutt.
Í 2. hálvleiki skoraði VB eftir 68, 74 og 75 minuttir. Í fyrsta førinum misti ÍF í uppspælinum, verjuparturin var tunnur, og Bárður Nielsen fór sjálvur, í næsta førinum fór Bergur Winther sjálvur, og so var tað, at Mikael í Lágabø slóg til aftur.
ÍF pyntaði um eftir 85 og 89 minuttir. Fyrri málskjúttin var Mortan Thomsen, sum annars hevur verið skaddur, og í seinna førinum stóð Høgni á Lakjuni fyri uppspælinum og Hjalti Lundsbjerg skoraði.
GÍ-KÍ 10-1 (1-1)
Eitt av teimum serligu úrslitunum, sum HB og KÍ plaga at vera annar parturin av, tá tey eru á útivølli. Hjá KÍ var Gunnar á Steig, ið hevði sitið á beinkinum í 1. deild, málverji, og millum útispælararnar var Niclas Niclassen, ið eisini hevði sitið á beinkinum.
KÍ hevði eina roynd móti GÍ málinum í 1. hálvleiki, og tá skoraðu teir. Gunnleivur Biskupsstøð fór sjálvur. Tá vóru 25 minuttir farnir, og fýra minuttir seinni javnaði Heini Heinason. Hann gjørdist høvuðsleikari við at skora seks mál, og harvið fór hann upp í toppin á máltindinum, og tað kann væl fara at vísa seg, at hann fer at verða drúgvur har frammi.
Tá GÍ eftir 55 og 56 minuttir tvær ferðir skoraði upp á brotsspark og harvið fór frá 1-1 og til 3-1 tóktist tað sum um klaksvíkingar góvust at spæla, og so var púra opið hjá heimaliðnum.
B71-TB 7-1 (4-0)
Sjálvandi er tað enn nakað tíðliga at gera nakrar avgjørdar niðurstøður um, hvussu tað fer at tørna út, tá endaliga støðan eina ferð í heyst fer at verða gjørd upp, men nógv bendir longu á, at tvørámenn aftur hesa ferð fara at verða ódrúgvir í 3. deild.
Hesa ferð høvdu teir lítið at bjóða uppá á Sandi, har tað beinanvegin kortsluttaði hjá TB. Heimaliðið skoraði eftir 5, 6 og 7 minuttir. Leivur Trondesen skoraði fýra mál, og serliga málið til 3-0 var væl spælt og innleggið úr høgru var hálvfluktað í kassan aftanfyri TB málverjan Herman Albinus. Hann fekk reyða kortið, tá tað restaðu tíggju minuttir, og tvey tey síðstu málini skoraði B71 eftir 88 og 89 minuttir.
B68-B36 0-2 (0-0)
Enn hevur tað langt frá hilnast soleiðis hjá toftamonnum, sum tað kundi roknast við, nú teir hava so nógvar spælarar, ið kappast um pláss á besta liðnum.
Hesa ferð vóru tríggir spælarar, ið plaga at vera á og í nánd av besta liðnum, á næstbesta liðnum ? Jákup Djurhuus, Sámal Erik Hentze og Aksel Højgaard.
B68 fekk einki mál, og teir høvdu ikki serliga stórar møguleikar, men so skal eisini leggjast afturat, at tað var vorðið sum lið í 3. deild, teir høvdu ímóti sær. Dánjal Petur Johansen, Ronnie Samuelsen, Bjarni Prior og Egil Zachariassen høvdu allir sitið á beinkinum, men vóru ikki komnir inn, tá 1. liðini spældu, og hesir vóru veldugir styrkir hjá ungu monnunum á næstbesta liðnum.
Fyrra málið kom ikki fyrrenn 72 minuttir vóru farnir. Bjarni Prior royndi seg við skoti ikki so langt úr málinum, bólturin tók í ein toftamann, málverjin var snýttur, og á dómaraseðlinum er málið skrásett sum sjálvmál.
Sigfríður Clementsen var komin inn í B36 álopið, tá 62 minuttir vóru farnir, og í síðsta minuttinum gjørdist hann leysur í brotsteiginum og skoraði. B36 hevði onkrar aðrar stórar møguleikar, t.d. tá Egil Zachariasen var leysur og stútaði uppum.
Úrslit:
VB-ÍF 4-2 (1-0)
1-0: Mikael í Lágabø
2-0: Bárður Nielsen
3-0: Bergur Winther
4-0: Mikael í Lágabø
4-1: Mortan Thomsen
4-2: Hjalti Lundsbjerg
HB-FS Vágar
FS Vágar uttan dyst
GÍ-KÍ 10-1 (1-1)
0-1: Gunnleivur
Biskupsstøð
1-1: Heini Heinason
2-1: Heini Heinason br
3-1: Heini Heinason br
4-1: Leivur Hansen
5-1: Bogi Jacobsen
6-1: John Petersen
7-1: Heini Heinason
8-1: Heini Heinason
9-1: Tummas Magnussen
10-1: Heini Heinason
B71-TB 7-1 (4-0)
1-0: Antines Magnussen
2-0: Leivur Trondesen
3-0: Leivur Trondesen
4-0: Leivur Trondesen
4-1: Ragnar Nolsøe
5-1: Leivur Trondesen
6-1: Martin Drangberg
7-1: Jónsvein Thomsen
B68-B36 0-2 (0-0)
0-1: sjálvmál
0-2: Sigfríður Clementsen
Støðan
B71440025- 612
B36440018- 512
GÍ421123- 5 7
VB421110-13 7
B684202 9- 6 6
FSV4202 8- 8 6
ÍF410314-15 3
KÍ410315-29 3
TB410310-24 3
HB4004 1-22 0