ÍF fekk fýra stig burturúr tveimum teimum fyrstu dystunum, áðrenn teir taptu móti B36. Nú fara teir til Vágs, og málið er at fáa eitt stig við heimaftur og síðani vinna á B68 í 5. umfari. Tað sigur Piotr Krakowski, venjari hjá ÍF. Hann heldur, at fýra stig higartil var væntað, men miðvøllurin má rigga betri enn higartil.
Roy Róin fekk skaða móti Sumba og er framvegis ikki heilt klárur. Uni Mortensen hevur ligið við influensu og verður ikki við, men Rógvi Róin, sum er komin heim aftur úr B36, hevur nú loyvi at spæla við ÍF.
Magni Jacobsen hjá VB bleiv skaddur undir upphitingini til dystin móti B36 hósdagin og verður ikki við. Tað verður Hans Pauli Dahl heldur ikki, tí hann er farin til skips. Jón Gærdbo hevur ikki vant síðani hann varð útvístur móti B68. Tað er neyvan nakar ivi um, at vágbingar fara eftir øllum stigunum í morgin.