Klaksvíkingar og sumbingar mistu mest sunnudagin

Fótbóltur: B36 er nú einsamalt á odda í 1. deild, og um tað ikki eydnaðist HB at vinna á NSÍ í gjárkvøldið, eigur GÍ 2. plássið, í øllum førum fram til næsta umfar

Uttan at kenna úrslitið av dystinum millum HB og NSÍ, sum skuldi spælast í gjárkvøldið, kunnu vit gott staðfesta, at størstu tapararnir hetta vikuskiftið vóru KÍ og Sumba, meðan vinnararnir vóru GÍ og B71.

Úrslitið í Gøtu var heldur óvæntað, og fyri klaksvíkingar var tað ein strika í rokningini, at teir taptu móti GÍ, sum hinvegin sær út til at hava fingið betri skil á, ikki minst síðani teir fóru frá fløtu verjuni.

KÍ misti, hóast tað heldur ikki fer at verða lætt hjá nærmastu kappingarneytunum HB og B36 at fáa stig í Gøtu. Klaksvíkingar hava nú spælt tríggjar dystir á rað uttan at vinna, og serliga tað, at teir hava spælt tveir heimadystir móti HB uttan at fáa mál, man geva teimum í KÍ okkurt at hugsa um.


Gøtumenn nummar tvey

GÍ hevur nú togað seg upp á annað plássið, og um tað ikki eydnaðist HB at vinna í gjárkvøldið, eiga teir tað plássið fram til næsta vikuskifti, tá teir hava torføran útidyst í Runavík.

B36 er ovast, og tað var ikki so óvæntað eftir fýra tey fyrstu umførini. Teir hava havt »lættari« dystir higartil í ár (móti Sumba, VB, ÍF og B68), og næstu ferð taka teir ímóti B71. Tí er væntandi, at B36 kemur upp á 13 stig næstu ferð. Men síðani koma dystir móti HB, GÍ, KÍ og NSÍ, og tá fáa vit veruliga at síggja, hvat B36 ætlar sær í ár.


VB avstað, Sumba standandi

VB vann fyri fyrstu ferð í hesi landskappingini, og teir eru ósigraðir á heimavølli eftir tveir teir fyrstu dystirnar. Á útivølli hava teir einki fingið enn, men leygardagin spæla teir í Klaksvík, har teir vunnu í steypakappingini. Men tað verður ikki lætt, tí KÍ kann ikki loyva sær at missa stig triðju ferð á rað.

Hitt suðuroyarliðið, Sumba, hevur eisini tørv á stigum, og hjá teimum kom ósigurin á Sandi illa við. Sumbingar hava nú tapt móti bæði ÍF, B68 og B71, sum munnu vera tey trý liðini, teir fyrst og fremst hava roknað við at skula kappast ímóti í ár.

ÍF og B71 munnu ikki stúra so nógv í løtuni, hóast tey flestu hava spátt hesi bæði sum tvey av teimum, ið fara at stríðast at sleppa undan niðurflyting. ÍF hevur víst rímiligt spæl í fleiri dystum, og B71 hevur tapt tepurt móti bæði GÍ og KÍ, umframt at teir nú hava vunnið á Sumba.

B68 hevur sum so heldur einki at óttast, sum tað sær út í løtuni. Dysturin næsta vikuskiftið millum ÍF og B68 fer at geva eina ábending um, hvussu hesi liðini fara at liggja í ár.