Alt ov fá kort fyri alt ov nógv fríspørk

Fótbóltur: Trý mál, umleið 40 fríspørk og bert tvey gul kort á Svangaskarði, har B36 vann 2-1 á B68.

Við einum dómara, sum var alt ov trekur við kortunum, bleiv dysturin millum B68 og B36 ongantíð nøkur serlig fótbóltsuppliving.

Tað hava sjáldan verið so nógv fríspørk innan 90 minuttir, sum tað vóru á Svangaskarði sunnudagin, og tí var langt millum samanhangandi spælið og málmøguleikarnar ? spælið varð í heilum avbrotið.

Nærdystirnir vóru tættir, og sum oftast endaði tað við frísparki, antin til áleypandi ella verjandi liðið. Tað bleiv bríkslað allatíðina, men spælararnir blivu ikki revsaðir, so tí hildu teir bara fram við ónollunum.

Tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at tað dysturin saknaði í góðum spæli, vann hann innaftur í spenningi.

Serliga í løtunum eftir at B68 hevði minkað um munin tíðliga í seinna hálvleiki, lá dysturin á vippuni. Toftamenn vóru naskir, og teir fingu eisini eitt mál afturat beint aftaná tað fyrsta, men tað bleiv kolldømt, tí fríspark varð gjørt beint frammanundan. Stutt eftir hetta var tað B36, sum hevði bóltin í netinum, men heldur ikki tað málið bleiv viðurkent.

Tað var B36, sum byrjaði dystin betur og var meira ágangandi. Dysturin var heldur ikki meir enn góðar tíggju minuttir gamal, tá Jan Guttesen, sum spældi væl í fyrra hálvleiki, krúllaði seg millum tríggjar B68-arar og spældi Carl Høgnesen leysan úti í høgra borði. Carl sendi innfyri til John Petersen, sum stóð óvardur, vendi sær, og so var 1-0.

Síðani legði dysturin seg eitt sindur, og meginparturin av spælinum gekk fyri seg á miðjum vølli.

Verulig ferð kom ikki á aftur fyrr enn slakir tíggju minuttir vóru eftir av hálvleikinum.

Øssur Hansen, sum ikki fekk blíða móttøku frá B68-áskoðarunum, sendi langt innfyri úr vinstru síðu til John Petersen, sum aftur hesaferð var alt ov illa vardur. Úr nøkulunda somu støðu sum tað fyrra málið hevði hann tíð til at leggja bóltin og senda hann framvið Magnusi Poulsen til 2-0.

Nú skuldi B68 veruliga fram á vøllin, um teir skuldu fáa nakað burturúr, og fáar minuttir eftir næsta málið hevði Jan Petersen eitt skot á stongina (B36-málverjin hevði helst havt hann, hevði hann verið innanfyri).

B36 endaði hálvleikinum við at fáa nøkur hornaspørk, og eitt av hesum, sum B68-verjan fekk útfrá, endaði hjá Jens Kristiani Hansen, sum smekkaði til, men skotið varð bjargað á málstrikuni.


B68 tók yvir

Í seinna hálvleiki var væntandi, at B68 fór at herja mest á, meðan B36 fyrst og fremst vildi verja leiðsluna.

Øssur Jacobsen varð skiftur inn í hálvleikssteðginum, og hann setti ferð á úti í vinstru álopssíðu hjá heimaliðnum.

Lágvaksni, men kviki toftamaðurin átti eisini sín part í málinum, sum gav B68 vónina aftur. Hann rann frá Pól Thorsteinsson, sum krøkti Øssur, og so var brotsspark.

Jan Petersen sendi brotssparkið á stongina og í netið, og sostatt var stongin ikki í parti við B36 hesaferð, eins og hon var í steypadystinum móti VB í síðstu viku?

Nú var aftur bert eitt mál á muni, og í næsta álopinum hevði B68 aftur bóltin í málinum. Brasilski Marcelo, ið arbeiddi sum ein hestur í B68-álopinum, skallaði bóltin upp um Trónd Vatnhamar, men dómarin metti, at hann hevði gjørt fríspark móti B36-verjuleikaranum, sum leyp upp saman við honum.

Annars ein hvøkkur fyri B36, sum var sera illa fyri hesa løtuna. Toftaliðið trýsti teir um allan vøllin og hevði greiða yvirvág. Men B36-verjan helt, og so líðandi fór gassið av aftur B68.

Havnarliðið ? sum hevði tveir toftamenn á liðnum (Øssur Hansen og Arnbjørn Danielsen) ? kom inn aftur í dystin, meðan toftaliðið ? sum í sínum parti hevði tríggjar fyrrverandi B36-arar (Magnus Poulsen, Finn Mørk og Fróða Clementsen) ? aftur misti takið á miðvøllinum, sum teir høvdu vunnið í byrjanini av seinna hálvleiki.

B36-liðið var tunt á miðvøllinum. John Petersen, Carl Høgnesen og Tomislav Sivic spældu allir í álopinum, og Jákup á Borg var fyri tað mesta at meta sum ein fjórði áleypari, og spurningurin er eisini, um tað ikki er rættari at hava hann heilt frammi, hóast Carl Høgnesen eisini hevur roynst sera væl sum áleypari.


Sjónleikararnir bitu seg í halan

Móti endanum hevði B36 størstu kjansirnir, og millum annað var B68-málverjin tvær ferðir sera illa fyri, tá hann fór »skógtúr«. B68-verjan sløsaði eisini, tá John Petersen í 85. minutti kom ímillum og trekti tvørturum. B68-málverjin tók beinini undan honum, men sólaklára brotssparkið bleiv ikki dømt.

B68 hevði í sínum lagi gott krav uppá brotsspark í fyrra hálvleiki, tá Marcelo fór um koll, men hjá honum eins og hjá John Petersen umframt fleiri øðrum á báðum liðum var, at teir ov ofta dyrgdu og spældu sjónleik, og tá dómarin ikki hoppar uppá tað fyrstu ferð, verður tað truplari at fáa nakað frá honum seinni.

Hetta var triðja árið á rað, at B36 vann landskappingardystin á Toftum (teir høvdu ongantíð vunnið har fram til 1997), men hesaferð varð tað ikki við vøkrum fótbóltsspæli. Tí forðaði alt ov lina linjan hjá dómaranum fyri.

Tvey gul kort í einum dysti, har út móti 40 fríspørk verða dømd, sigur sítt, hóast næstan einki av fríspørkunum var serliga grovt. Men tað gjørdi, at hvørki av liðunum vildi vera verri enn hitt, og úrslitið var, at fótbóltsspælið tapti.

B36 er nú einsamalt á odda í deildini, í øllum førum fram til dystin millum HB og NSÍ, sum varð spældur í gjárkvøldið. Men teir hava framvegis ikki spælt móti HB, KÍ, GÍ ella NSÍ, sum eru tey sterkastu í deildini saman við B36.

B68 sær út til at hava fingið spælt liðið hampuliga væl saman, og t.d. arbeiddu teir tríggir brasiliumenninir betur saman við restini av liðnum, enn teir hava gjørt fyrr í ár. Eingin av teimum hevur enn opnað nakra málkonto í landskappingini, men tað kemur ivaleyst eisini so líðandi. Í løtuni er Jan Petersen toppskjútti hjá toftamonnum við trimum málum, og tað man vera nýggjur leiklutur hjá Jan, sum sunnudagin var tann á B68-liðnum, sum hevði spælt flest dystir fyri felagið.


B68-B36 1-2 (0-2)

0-1: John Petersen

0-2: John Petersen

1-2: Jan Petersen br.

B68: Magnus Poulsen ? Signar Johannesen, Finn Mørk, Oleif Joensen ? Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, Fróði Clementsen, Olaf Højgaard, Messias Martins Perreira ? Marlon Christiano Jorge, Marcelo Marcolino.

B36: Tróndur Vatnhamar ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen ? Jákup á Borg, Jan Guttesen, Ninoslav Milankovic, Øssur Hansen ? Carl Høgnesen, Tomislav Sivic, John Petersen.