ígjøgnum eitt slíkt uppskot. Fyribils hava vit eitt væl skilligt arbeiðsuppkot, ið nógvir lógarsmiðir kunna spegla sær í, tá tað kemur til orðaval. Vit føroyingar eru ikki forvandir við eintýðugum og væl skrivaðum [...] meðan eitt nú USA hevur eina rættiliga ítøkiligt orðaða grundlóg við uppískoytum. Vandin við at fylla grundlógir við ítøkiligum málum er, at tíðin skjótt kann fara frá einum slíkum skjali. Eitt nú er rætturin [...] hugt verður eftir fyrra flaggdagsálitinum, so vil onkur meina, at ein stórur partur av innihaldinum eru sjálvfylgiligheitir. Tað er júst tað, ið má verða endamálið. Endamálið má verða at hava ásetingar,
Navnframir skúlamenn eru farnir at tala meira og meira ímóti núgaldandi próvtøkuskipan, serliga millum børn, ið vilja royna hægri skúlaskap. Tílíkar upptøkuroyndir, ið nú fara fram, geva ivaleyst onga [...] avgerðandi týdningi fyri alt lívið. Ivaleyst verður tað tí ikki leingi, til vit fáa eina tíðarhóskandi og meira rættvísa próvtøkuskipan. Nú ein fjøld av ungdómi fer heim við próvseðlinum í hondini er eisini vert [...] stórum. Hetta er harði lutur teirra, ið ikki eru fødd við peningamappuni í hondini og tíverri vil hetta samfelagsórættvísi ikki verða av vegnum, so leingi vit liva undir einari samfelagsskipan við framí
PENINGASTOVNAR Føroysku peningastovnarnir eru nú klárir við einari nýggjari útgávu av teirra home banking. Higartil hava vit sæð tænastu sum Heimagreiðslan og HeimaBankin. Og munurin er heldur ikki tann [...] tann heilt nógvi á hesum og teimum nýggjastu tænastunum. Munurin er stórt sæð tann, at nú gongur alt fyri seg á netinum, og neyðugt er ikki at leggja nøkur nýggj forrit inn á teldurnar. Stór nýtsla Elektron [...] framvegis hyggja yvirum hegnið. Møguleikarnir við nýggju Internet útgávuni av bankanum og greiðslunum eru at kanna saldo, fáa yvirlit yvir bókingar, flyta pening umframt at samskifta við kundaráðgeva um tryggan
Fólkaflokkurin eru grundleggjandi ósamdir um flestu týðandi mál. Vit kunnu bert hyggja at fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Fullveldismálið, ið hevur hildið hesar flokkar saman nú í fimm ár, er nú komið í [...] . So langt so gott. Eftir stendur so, at feilurin ikki er rættaður. Setanarpolitikkur og siðvenja eru ikki fylgd. Einstaklingurin, ið var innstillaður og funnin ov lættur av landsstýriskvinnuni aleina [...] sjálvstýrisleið?. Hetta hoyrdist mangan uppundir seinasta val. Hvat er komið av skafti hjá samgonguni nú í fimm ár? Hevur samgongan yvirtikið meir enn aðrar samgongur? Nei! Er nøkur fólkaatkvøða hildin? Nei
inar at taka støðu til. Fólkaflokkurin mælti til Trøllanes, Sambandsflokkurin til Gásadal, tí nú mettu vit í Sambandsflokkinum, at Vágarnar áttu tørn. Men Sjálvstýrisflokkurin tók undir við Fólkaflokkinum [...] sama gularótin tikin fram aftur og víst Gásadalsfólkum. Nú er tíbetur tað gleðiliga hent, at bergholsgerðin til Gásadals er byrjað. Tað frøðast vit øll um her í Vágum. Næsta takkarkvøðan til Sambandsflokkin [...] Trøllanesar. Soleiðis var tað Fólkaflokkurin, sum í 80-unum foraði fyri, at Gásadalur fekk berghol. Nú kann eg minnast sum ungur drongur, at eg plagdi at vera til politiskar fundir. Har plagdi at vera rættiliga
Sýslur Føroyar eru býttar sundir í seks sýslur. Hesar hava hvør sín sýslumann. Hesar kenna vit kanska best frá grindadrápi, men talan er í roynd og veru um løgreglumenn. Á streymoynni hevur sýslumaðurin [...] gleði av sýslumansstarvinum síðani 1898. Sýslumaðurin í Vestmanna, Ivan Klein Olsen, hevur eisini, sum nú er, eitt skrivstovufólk knýtt afturat sær. Men tað røkist fyri, at sýslumansstarvið í Vestmanna skjótt [...] ætlanini at flyta sýslumansstarvið úr Vestmanna. Í skrivinum verður ikki víst til annað enn, at søgur eru farnar at ganga um hetta. Tað verður tó víst á, at bygdarráðið sendi eitt skriv til fútan í apríl mánaði
teimum nógvu góðu gongugøtunum, sum vit hava fingið nógvastaðni í Havnini, og sum fólk eru so glað fyri, hvussu ber tað til, at serliga her er skøran allastaðni? Vit verða noydd at vakna upp úr svøvni og [...] mín urtagarð. Tað vaks væl og eg klipti blomstur av og setti í ein vasa. Hetta var tann skøran, sum nú hevur spjatt seg allar vegir her í Suðurstreymi og sum er í ferð við at kvala alt annað. Tað vardi [...] vøksturin av skøru. Gakk ein túr langs við Sandá niðan fyri kirkjugarðin. Skøran spjaðir seg ógvusliga, nú eisini inni í sjálvum kirkjugarðinum. Fólk mølma um, at hon kann etast. Um at hon er so vøkur. Um at
barnaansingina sera høgt hetta valskeiðið, og nú sást ljós fyri framman. Til jóla komandi ár eru tað fimm nýggir dagstovnar í kommununi. Men hesir dagstovnar eru ikki bert vøggustovur ? eisini barnagarðar [...] nakað eldri í dag enn fyri eini tíð síðani Bíðilistarnir til barnaansing eru upp á tað lægsta hesa tíðina á árinum, tí beint nú er tað stóra útskiftið farið fram. Tilgongdin er vanliga eini 300 børn. [...] tænastuna, og gongst alt sum ætlað, so kunnu tey tað 1. januar 2005. ? Vit hava arbeitt nógv og hart við barnaansingini í fleiri ár, og nú sæst endiliga ljós fyri framman, sigur ein sera bjartskygd Katrin Petersen
fólk á fundinum. Tað eru eisini óvanliga nógv mál á skránni. Ingeborg Vinther sigur, at umframt tey føstu evnini á fundarskránni, eru tað heili 19 mál sum koma til viðgerðar. Hetta eru mál, sum lokalfeløgini [...] hækkað, samstundis sum keypiorkan er munandi lækka. ? Vit hava víst hóvsemi fyri at geva vinnuni ein møguleika at koma á føtur aftur eftir kreppuna. ? Men nú tað er farið at ganga betri, er tað sjálvsagt, at [...] friður á almenna arbeiðsmarknaðinum, so stendur tann privati arbeiðsmarknaðurin fyri skotum. Tí beint nú, semja er fingin um teir størstu sáttmálarnir millum fíggjarmálastýrið og feløgini á almenna arbei
serliga haldi eg, at hon fer so illa við honum. Vit í familjuni øtast um, at hann finnur seg í tí. Hon niðurgerð og flennir eftir honum, eisini tá vit onnur eru inni. Hon vil ikki hava, at hann ger ítrótt [...] natúr, ella um tú kanska ert meira varin av tær. Bæði eru líka góð, bara tú ert eitt gott menniskja og nøgd við teg sjálva og lívið sum heild. Tí vit eru øll so ymisk. Men tú sigur, at tú ert ikki nøgd. At [...] hon gevur honum orsøk til at vera sjalu, og at hon tosar ljótt og niðrandi við hann, tá fólk eru til staðar. Vit kenna hesi parløgini, har partarnir hava eitt óskiljandi maktspæl koyrandi í áravís. Har hon