Oddagrein·Málið má ikki køvast í samgonguroki

Álvarsmálið um setanina av landsantikvari er langt frá liðugt og má ansast eftir, at málið ikki verður gloymt í øllum samgongurokinum.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan bar seg skeivt at og mátti taka avleiðingarnar av tí. Hetta átti at verið ógvuliga einfalt at fata, hóast Tjóðveldisflokkurin av onkrari óskilligari orsøk og við løgnum grundgevingum roynir at fáa tað at síggja út sum, at alt fór rætt fram í málinum um landsantikvarin. So langt so gott. Eftir stendur so, at feilurin ikki er rættaður. Setanarpolitikkur og siðvenja eru ikki fylgd. Einstaklingurin, ið var innstillaður og funnin ov lættur av landsstýriskvinnuni aleina, og fakfelag hansara royna at fáa tingini í rættlag aftur. Hetta málið er eitt álvarsmál og eigur ikki at tengjast saman við keglið millum Tjóðveldisflokkin og løgmann. Tað áliggur politiska myndugleikanum at fáa hetta mál loyst til fulnar og til frama fyri tí, sum hevur verið fyri órætti.

Hitt málið, nevniliga at samgongan hevur áralag, ið er átøkt grindalokki, tá hann fer til gongu, er nógv meira einfalt enn landsantikvarsetanin. Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin eru grundleggjandi ósamdir um flestu týðandi mál. Vit kunnu bert hyggja at fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Fullveldismálið, ið hevur hildið hesar flokkar saman nú í fimm ár, er nú komið í eina heimastýrislegu, sum sjálvt Sambandsflokkurin í flestu førum kann stuðla.

?Ongantíð fyrr er so nógv gjørt á sjálvstýrisleið?. Hetta hoyrdist mangan uppundir seinasta val. Hvat er komið av skafti hjá samgonguni nú í fimm ár? Hevur samgongan yvirtikið meir enn aðrar samgongur? Nei! Er nøkur fólkaatkvøða hildin? Nei! Gamaní var blokkurin niðurskorin við einari ov stórari upphædd, men tað, at tað verður svangligari í Føroyum uttan økta ábyrgd av málsøkjum er ikki framstig á sjálvstýrisleið. Heldur tvørturímóti.

Undanfarna samgonga yvirtók Skipasýnið og skal hon hava rós fyri tað, men helst má tað søguligani sæð verða ein av soltnastu samgongum, tá um yvirtøkur ræður. Hví tvíheldur Tjóðveldisflokkurin so um Fólkaflokkin?

Tað verður ofta sagt, serliga millum heilt ung fólk, at Javnaðarflokkurin er so afturhaldssinnaður. Lat okkum líta afturum bak og staðfesta, hvør hevur verið størsti yvirtøkuflokkur í Føroyum. Vit kunnu nevna Postverkið, Vaktar- og Bjargingartænastuna, víðkanina av fiskimarkinum, avtøkuna av refusiónsskipanini, yvirtøkan av ráevnunum í undirgrundini. Øll hesi mál vóru yvirtikin av samgongum undir javnaðarleiðslu. Tann løgmaður, ið hevur staðið á odda fyri flestu yvirtøkum í Føroyum, eitur Atli P Dam. Tjóðveldisflokkurin var við í hesum samgongum, og hevur mangan hug til at taka heiðurin av hesum yvirtøkum, men seinastu fimm árini hava víst okkum, at flokkurin ikki formáar sær nakað á sjálvstýrisleið, uttan Javnaðarflokkin. Nær hetta søguliga faktum fer at rína við yngra ættarliðið í Tjóðveldisflokkinum er ilt at siga. Kanska núverandi samgongustøða blæsir eitt sindur av søguligum innliti inn í hølini hjá Tjóðveldisflokkinum á Gamla Apoteki, soleiðis at pástandurin um at ?alternativið er svart samband? verður endurskoðaður.

Alternativið er yvirtøkur við skili í einari arbeiðsførari samgongu við samhaldsføstum hugsjónum.

Sosialurin