Navnframir skúlamenn eru farnir at tala meira og meira ímóti núgaldandi próvtøkuskipan, serliga millum børn, ið vilja royna hægri skúlaskap. Tílíkar upptøkuroyndir, ið nú fara fram, geva ivaleyst onga sanna mynd av kunnleika barnanna, og úrslitið verður tí, at hesar royndirnar veruliga kunnu koma at forða evnagóðum børnum at troyta landsins lærdómskeldur og nema tann vísdóm, ið kann koma at verða av so avgerðandi týdningi fyri alt lívið. Ivaleyst verður tað tí ikki leingi, til vit fáa eina tíðarhóskandi og meira rættvísa próvtøkuskipan.
Nú ein fjøld av ungdómi fer heim við próvseðlinum í hondini er eisini vert at minnast tann dapra veruleika, at kring um landið sita hundraðir av børnum, ið als eingi líkindi hava at ogna sær nakran kunnleika. Faðirin er kanska ein vánaliga stillaður fiskimaður ella arbeiðari, ið als ikki hevur ráð at senda børn síni til skúlarnar í stórbygdunum. Her er hópur av børnum við góðum evnum. Tað, at hesi evnini ikki koma til sín rætt og eingi líkindi hava at mýkjast og mennast, er ein drápuligur missur fyri viðkomandi ungfólk sjálvi, men tað ið verri er, er, at samfelagið meira enn nakar annar missur í stórum. Hetta er harði lutur teirra, ið ikki eru fødd við peningamappuni í hondini og tíverri vil hetta samfelagsórættvísi ikki verða av vegnum, so leingi vit liva undir einari samfelagsskipan við framíhjárættindum fyri teimum múgvandi og als ongum rætti fyri teimum, ið bera dagsins byrðar og hava tað møðisliga starvið, at tæna sum skrástívarar undir glæstristilveru teirra múgvandi.
Øll tey, ið nú kunnu gleða seg yvir endaða próvtøku, eiga tí at leggja upp í hin heilaga bardagan og ikki helma í fyrr enn hitt fagra málið er vunnið: Somu líkindi og sami rættur fyri øll landsins børn at troyta landsins lærdómskeldur.
Realprógvini
Oda Diana Arge
Trygvi Finnbjørn Askham
Poula Bærentsen
Virgar Tórarson Dalsgaard
Elly Maria Davida Dam
Christian Sigmundur Djurhuus
Rosa Irena Djurhuus
Marjun Isholm
Helena Restorff Jacobsen
Knud Lützen
Sólrun Mohr
Dann Mortensen
Arnold Karbech Mouritsen
Carl Oliver Næss
Bjarni Olsen
Anna Poulsen
Petur Poulsen
Heðin Samuelsen
Asbjørn Simonsen
Katrin Thorkildshøj
Carl Wilhelm Weihe
Myrna Aabæk
Millumskúlaprógvini
Thomas Arge
Richard Bjarki Johan Bugatsch
Gunnvør Hammersheimb Christiansen
Eivind Vøgg Guttesen
Ella Hjalt
Eðin Wenningsted Jacobsen
Flóvin Jacobsen
Elbert Joensen
Eyðna Kristina Joensen
Kamma Reinert Joensen
Magda Joensen
Eyðun Johannesen
Sólbrún Kjeld
Eyðum Conradsson Joensen
Sólrun Bergljót Ludvig
Jørgen Winther Lützen
Jórun Matras
Heðin Sigfríður Eliassonur Nielsen
Óttar Nielsen
Beinta Samuelsen
Gorm Lindenskov Simonsen
Agnas Sundstein
Jákup Weihe
Ole Wang
Heðin Wardum
Annfinnur Zachariasen
Studentsprógvini
15 studentar tóku prógv í 1953
Nýmálsligir:
Hilma Viðstein, Tórshavn
Kirstin Bech, Tórshavn
Sigrun Danielsen Stykkið
Johanna Davidsen, Skála
Johanna Mortensen, Tvøroyri
Augusta Nielsen, Tórshavn
Matematiskir:
Benadikt Davidsen, Sandur
Óla Jákup Hansen, Sørvágur
Marita Arge Magnussen, Tórshavn
Anfinnur Mikkelsen, Leirvík
Poul Olsen, Eiði
Petur Sigurd Rasmussen, Tórshavn
Jørmund Reinert, Norðradalur
Marius Thomassen, Tórshavn
Marjun Weihe, Tórshavn










