Bankaviðurskifti á netinum

Elektron og føroysku peningastovnarnir bjóða nú eina skipan á Internetinum, har kundarnir kunnu greiða sína viðurskifti ókeypis ? allastaðni frá

PENINGASTOVNAR

Føroysku peningastovnarnir eru nú klárir við einari nýggjari útgávu av teirra home banking. Higartil hava vit sæð tænastu sum Heimagreiðslan og HeimaBankin. Og munurin er heldur ikki tann heilt nógvi á hesum og teimum nýggjastu tænastunum.
Munurin er stórt sæð tann, at nú gongur alt fyri seg á netinum, og neyðugt er ikki at leggja nøkur nýggj forrit inn á teldurnar.

Stór nýtsla
Elektron hevur staðið fyri at gera skipanina til føroysku peningastovnarnar. Elektron hevur nýtt ymsar undirveitarar til at menna skipanina.
Hvør peningastovnur hevur sína egnu útgávu av somu skipan. Hjá Føroya Banka eitur skipanin Netbankin, hjá Føroya Sparikassa Heimagreiðslan, hjá Norðoyarsparikassa Spar2 og Suðuroyar Sparikassi hevur valt at kalla sína útgávu somuleiðis fyri Heimagreiðsluna.
Munurin á skipanum er at kalla eingin ? einans í útsjónd og ávísum møguleikum.
Til at nýta Netbankan ella Heimagreiðslu krevst Internet Explorer 5,0 ella nýggjari, og teldan skal hava eina stýrisskipan frá Windows 98 ella nýggjari íroknað Windows NT og Windows XP.
Sostatt mugu Mac brúkarar framvegis hyggja yvirum hegnið.
Møguleikarnir við nýggju Internet útgávuni av bankanum og greiðslunum eru at kanna saldo, fáa yvirlit yvir bókingar, flyta pening umframt at samskifta við kundaráðgeva um tryggan teldupost. Somuleiðis ber til at senda lániumsóknir beinleiðis á netinum.
Ì mun til verandi skipanir gevur henda skipanin nakrar møguleikar afturat, men eitt nú er ikki møguligt at flyta lønir, og sostatt hóskar henda skipanin seg best til privat persónar og smærri fyritøkur, ið ikki hava tørv á teimum nógvu lønarflytingunum.
Skipanin er ætlað at verða nýtt á einari ella fleiri ?heimateldum? av trygdaráðum. Við einari sokallaði café skipan ber til at nýta skipanina, uttan mun til hvar tú ert. Við hesari skipanini fært tú eitt eingangs loynital sendandi sum SMS boð.
Niels Christian Nolsøe, stjóri fyri Elektron, sigur, at tendensurin aðrastaðni hevur víst, at fólk skjótt venja seg við at greiða sína ørindi á henda hátt, og nýtslan veksur skjótt.
Hetta sami fer at gera seg galdandi í Føroyum, meta bæði Niels Christian Nolsøe og Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa.

100% trygd
Fyri at greiða tey formellu viðurskiftuni og fáa skipanina at rigga á telduni, so skal ein sáttmála gerast við peningastovnan. Sáttmálin skal fyrst undirskrivast, og so skal kundin koma aftur í peningastovnin við tali. Hóast hetta er eitt sindur roksut, so tykist skipanin at rigga væl.
Niels Christian Nolsøe heldur ikki, at tað er neyðugt hjá fólki at ivast í trygdini.
?Vit nýta bert tað allarnýggjastu tøknina, ið stóri peningastovnar úti í heimi eisini nýta. Hetta er tað besta á marknaðinum, og fólk kunnu kenna seg heilt trygg, sigur Niels Christian Nolsøe.
Skipanin er ókeypis at fáa sær, og kostar heldur einki árliga. Gjaldast skal fyri flytingar uttanlands, men gjaldið er ymiskt í teimum ymsu peningastovnunum.
Verandi Heimagreiðslur og Heimabankin verða framvegis virknar.