Okkara stóri granni fyri sunnan, Stóra Bretland, hevur onga skrivaða gundlóg. Danmark hevur eina rættiliga generella grundlóg, meðan eitt nú USA hevur eina rættiliga ítøkiligt orðaða grundlóg við uppískoytum. Vandin við at fylla grundlógir við ítøkiligum málum er, at tíðin skjótt kann fara frá einum slíkum skjali.
Eitt nú er rætturin at bera vápn grundlógartryggjaður í USA enn, hóast tann søguliga orsøkin til hetta, fyriuttan bjarnir og kanska ræðsla fyri indianarum, var at man skuldi kunna mobilisera eina borgaramilits við stuttum skoðbráði, skuldu bretar roynt innrás. Hetta var helst neyðugt í 1776, men í dag kann man hava illgruna um eina ótíðarhóskandi áseting.
Hinvegin kunnu grundlógir eisini gerast ov generellar. EU grundlógin, ið er væntandi, er eftir hvat sigst eitt dømi um hetta. Fyri at fáa so nógv ymisk lond at taka undir við hesum skjali, so hevur, til stóra irritatión millum embætisfólk í Bruxelles, verið neyðugt at tynt út í ásetingunum, og so er spurningurin, um virðið verður nógv meira enn symbolskt. Ikki tí, at tað symbolska virðið í einum slíkum skjali hevur sanniliga eisini týdning.
Um hugt verður eftir fyrra flaggdagsálitinum, so vil onkur meina, at ein stórur partur av innihaldinum eru sjálvfylgiligheitir. Tað er júst tað, ið má verða endamálið. Endamálið má verða at hava ásetingar, ið skulu verða sjálvfylgiligar og fyrikoma væl skiljandi og náttúrligar fyri alt føroya fólk.
Onkur hevur kritiserað, at okkurt er tikið úr Seyðabrævinum. Ilt er at síggja, at bert tað at ein orðing er gomul, skal verða eitt kritikkpunkt í sær sjálvum. Ein stjornarskipanarlog tekur ongan skaða av einum hátíðarligum orðalagi, um hetta ikki tekur nakað frá, hvussu væl skilligt skjalið er. Tað er í tí sambandi ikki so týdingarmikið, hvat ónevndir juristar úti í býnum halda, men heldur hvat vanligi føroyingurin heldur. Ein slík stjórnarskipanarlóg má kunna skiljast og hava breiða undirtøku millum fólk. Breið undirtøka fæst bert, um flokkar halda seg for góðar til at royna at trýsta egin fingramerki ígjøgnum eitt slíkt uppskot.
Fyribils hava vit eitt væl skilligt arbeiðsuppkot, ið nógvir lógarsmiðir kunna spegla sær í, tá tað kemur til orðaval. Vit føroyingar eru ikki forvandir við eintýðugum og væl skrivaðum lógarteksti, sum nógv mál í seinastuni bera vitni um. Breitt kjak og ikki minst breið inspiratión er mátin at koma á mál við slíkum. Uttan at taka nakað frá einari frálíkari institutión sum Universitetið í Keypmannahavn, so er týdningarmikið, at íblásturin til eina stjórnarskipanarlóg eisini kemur úttanfyri múrarnar á hesum stað. Ein stjórnarskipanarlóg ella ein grundlóg er eitt alt ov álvarsligt mál til at yvirlata til ein einstakan fakbólk, eitt nú bara juristar, at kjakast um, og er eisini eitt alt ov álvarlsligt mál til bert at hava eitt land sum fyridømi.
Sosialurin









