Ongin bíðilisti í januar 2005

Um gongdin á barnaansingarøkinum verður tann sama, sum hon er nú í landsins størstu kommunu, so verður bíðilistin til barnaansingina burtur 1. januar 2005. Tað væntar Katrin Petersen, samskipari av øllum dagstovnunum í Tórshavnar kommunu

Um alt gongur sum ætlað á barnaansingarøkinum í Tórshavnar kommunu, so verður at kalla ongin bíðilisti til barnaansing um hálvt annað ár. Hetta kann staðfestast útfrá teimum ætlanum, sum kommunan hevur við gerð av fimm nýggjum stovnum, sum allir skulu verða lidnir til jóla komandi ár.
? Um ikki nakað heilt drastiskt hendir á tilflytingarøkinum ella onkrum øðrum, so ja, verður ongin bíðilisti í januar 2005, væntar Katrin Petersen. Hon leggur tó afturat, at tað sjálvandi altíð fer at vera ein lítil bíðilisti, men hann er so lítil, at tað kemur bert at verða ein spurningur um stutta tíð, áðrenn foreldur, sum flyta til kommununa fáa tey í ansing til ta tíð. Í dag er tað soleiðis, at um foreldur hava børn undir trý ára aldur og flyta, so fáa tey onga ansing, meðan tey, sum hava børn í barnagarðsaldri, fáa síni børn inn beinanvegin. Hetta kemst av, at tørvurin á barnagarðsplássum er mest sum nøktaður, meðan tað er verri á vøggustovutørvinum.
Í dag standa 208 børn á bíðilista í Tórshavnar kommunu, sum onga ansing hava. Nógv tann størsti parturin eru børn í vøggustovualdri. Býtið av børnunum á teimum ymsu listunum vísir tað týðuliga.
? Einans fimm børn standa á bíðilista til barnagarð, og tey sleppa øll inn í ár, sigur Katrin Petersen.
Hini, sum øll eru undir trý ár, hava væntandi fingið pláss um eitt ár ella so. Sostatt er bíðitíðin umleið eitt ár til at fáa barn í ansing í Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna hevur raðfest barnaansingina sera høgt hetta valskeiðið, og nú sást ljós fyri framman. Til jóla komandi ár eru tað fimm nýggir dagstovnar í kommununi. Men hesir dagstovnar eru ikki bert vøggustovur ? eisini barnagarðar. Spurd um tað so ikki kann væntast at fara at verða ein yvirkapasitetur til børn í barnagarðsaldri, sigur Katrin Petersen, at tað væntar hon ikki.
? Vit fara at gera tað soleiðis komandi ár, at stovnar, sum í dag bert hava barnagarðsbørn, eisini fara at hava børn undir trý ár. Soleiðis at skilja, at ein barnagarður kemur at hava børn í aldrinum 0 til 7 ár. Harvið kann eisini sleppast undan, at eitt barn skiftir stovn, tá tað er farið upp um trý ára aldur, greiðir Katrin frá. Og tað heldur hon bara er gott.
? Tað er ongantíð gott fyri eitt barn at skifta ansingarpláss, so tað verður uttan iva lættari fyri tey eisini, heldur hon.

Børnini eldri
Katrin Petersen sigur, at tað merkist á bíðilistanum, at foreldur ynskja at verða longri heima hjá børnunum. Tað kemur ofta fyri, at foreldur fáa bjóðað eitt pláss, men tey takka nei, tí tey halda, at barnið er ov lítið at fara í ansing. Hetta ger somuleiðis at, tað verður lættari at fáa tað inn árið eftir, tí tá hevur tað staðið so longi á bíðilista, at tað sleppur inn beinanvegin. Og sostatt gerast børnini, sum fara í ansing, nakað eldri í dag enn fyri eini tíð síðani
Bíðilistarnir til barnaansing eru upp á tað lægsta hesa tíðina á árinum, tí beint nú er tað stóra útskiftið farið fram. Tilgongdin er vanliga eini 300 børn.
? Tað verða umleið 300 børn fødd í Tórshavnar kommunu um árið, og tey allarflestu verða skrivað upp, sigur Katrin Petersen. Og tað sleppa vanliga eini 300 ella 400 inn í ansing sum árið, so sjálvur listin økist ikki sum so. Men nú er kommunan so sum sagt farin av álvara undir at fáa listan burtur. Og málið er, at øll foreldur sum búgva ella flyta til kommununa skulu fáa ansing til teirra barn ella børn. Tað vil siga pláss-garanti er ikki langt burtur. Plássgaranti vil siga, at foreldur eru garanterað eitt ella fleiri ansingarpláss í kommununi, tá tey hava tørv á tí. Kommunan ynskir at kunna veita sínum borgarum hesa tænastuna, og gongst alt sum ætlað, so kunnu tey tað 1. januar 2005.
? Vit hava arbeitt nógv og hart við barnaansingini í fleiri ár, og nú sæst endiliga ljós fyri framman, sigur ein sera bjartskygd Katrin Petersen at enda.